mikudagur 6. juli 2011síða 50
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
18
Hús & heim
Vikutema
tíðindi
tíðindi
Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt av teimum barometrunum, sum
siga frá búskaparligu viðurskiftunum
er støðan hjá teimum ið ynskja at
keypa sær eini hús - og hjá teimum
sum ynskja at selja síni hús.
Tað vísir seg ofta, at tað kann
ganga long tíð, frá tí eini hús verða
lýst til sølu, til tey verða seld. Og so er
spurningurin sjálvandi altíð, um báðir
partar eru nøgdir við prísin.
Dømi eru um hús, ið hava staðið
á sølulista í fleiri mánaðir, uttan at
verða seld. Og dømi eru um onnur
hús, ið ikki standa í meiri enn einar 10
dagar, áðrenn tey verða seld.
Hjá Skyn eru altíð onkur sethús til
sølu, og um stjórin lítur eitt ár aftur
um bak, kann hann við frøi staðfesta,
at tey hava verið dugnalig sølufólk.
– Vit hava selt akkurát ein triðing
fleiri sethús higartil í ár, í mun til
2010, slær Jón Simonsen fast.
Hesi húsini eru seld støðum kring
alt landið, um ein sær burturfrá eini
av størru oyggjunum – Suðuroy.
2,55 mió
Ein uppgerð frá Skyn vísir nevniliga, at
tey flestu húsini verða seld í høvuðs
staðarøkinum.
Tað er eisini her, at útboðið er
størst. Næst eftir høvuðsstaðarøkinum
er Eysturoyggin.
Áhugavert er eisini at hyggja
eftir prísleguni í ár, í mun til tvey tey
undanfarnu árini. Og her hevur Jón
Simonsen eisini áhugaverdar upp-
lýsingar at bera fram:
Í mun til 2010 og 2009 er miðal-
prísurin akkurát 200.000 krónur
hægri.
Góða gongdin heldur fram, nú
summar er. So seint sum týsdagin í
farnu viku vórðu eisini sethús seld.
– Tey fóru fyri 2,55 mió krónur,
upplýsir Jón Simonsen.
Soppar í
uppvaski
maskinum
Kanningar av pakninginum innan
fyri hurðina á uppvaskimaskinum
vísa, at har er fult av soppum.
Sambært kanningunum er hetta
so vanligt, at onnur hvør upp
vaskimaskina er fongd við soppum.
Talan er um sokallaðar gersoppar,
sum yvirliva, hóast vatnið í maskin
uni kemur upp í 80 stig.
Granskarar í Niðurlondum, Kina
og Slovenia hava kannað 189
uppvaskimaskinur, sum teir høvdu
savnað úr 100 ymsum støðum í
øllum heimspørtum. Kanningarnar
vístu, at 62 prosent av maskinunum
høvdu soppar á hurðapakninginum.
Í meiri enn helminginum av teim
um soppafongdu uppvaksimaskin
unum funnu granskararnir Exop
hiala dermatitidis og Exophiala
phaeomuriformis. Hetta eru tvey
gersoppasløg, sum kunnu gera seg
inn á fólk.
Í frágreiðingini skriva granskar
arnir, at Exophiala-soppar tola
nógvan hita og nógv salt, og at
teir tí kunnu trívast í uppvaski
maskinum.
200.000 krónur
hægri
Kina vil
hava ís
lendskan
lunda
Í djóragarðinum í kinesiska høvuðs
staðnum Beijing vilja tey sleppa
at vísa fólki íslendskan lunda, og
tí hava tey spurt, um tey kunnu
fáa nøkur lundaegg úr Íslandi at
klekja.
Hetta er fjórða árið, at djóra
garðurin biður um at fáa íslendsk
lundaegg, men higartil hava teir
íslendsku myndugleikarnir sýtt
fyri at geva tað neyðuga út
flutningsloyvið. Málið varð aftur
lagt fyri Svandís Svavarsdóttur,
umhvørvismálaráðharra
herfyri,
menn heldur ikki hesaferð fekst
útflutningsloyvi til eggini.
Umberingin hjá ráðharranum
var, at lundastovnurin er so illa fyri,
men sambært Morgunblaðnum
hevur ein fuglafrøðingur sagt, at
tað hevur onga ávirkan á stovnin,
um nøkur lundaegg verða tikin úr
einum plássi, har lundin er rími
liga væl fyri. Tað kundi verið á
Norðurlandinum, har lundin er væl
betri fyri at sunnanfyri.
Hóast ótryggar búskaparligar tíðir, sær ikki út til, at hetta hevur
gingið serliga nógv út yvir søluna av sethúsum. - Vit kunnu í
øllum førum ikki klaga, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.
Skyn
P/F Skyn er dótturfe
lag hjá BankNordik.
Virksemið er mekling
og ráðgeving í
sambandi við
fastognarsølu.
Samstarvað verður
við BankNordik, har
ein kann vísa á kapp
ingarføra, smidliga
fígging við góðum
treytum. Tað er tó
upp til keyparan hvar
og hvussu fíggingin
skal setast saman.
Navnið
Skyn er fornnorrønt
orð, ið merkir vitan,
lærdómur og skil.
Nevnd
Nevndarlimir
eru Johnny
í Grótinum,
deildarleiðari
í Íløgudeildini
í BankNordik og
Niels A. Joensen,
privatkundaleiðari
í BankNordik.
Stjórn
Stjóri er Jón
Simonsen.
Hesi húsini í Hvannasundsgøtu í Havn eru eitt av mongum, sum
eru til sølu hjá Skyn. Tey eru arkitekt-teknaði frá 2007 við einum
prísuppskoti uppá 3,7 mió krónur
Mynd: Jens Kristian Vang