mikudagur 6. juli 2011síða 49
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
17
Hús & heim
Vikutema
Burturkast frá
bygging og umvæling
Tá hús verða bygd ella umvæld, verður altíð nakað av burturkasti.
Jú betur burturkastið er skilt, tess bíligari er at sleppa av við tað.
Flokking
Burturkast frá byggivinnu verður flokkað í fýra
høvuðsbólkar:
• Burturkast, sum skal endurvinnast
• Burturkast, sum skal brennast
• Burturkast, sum skal tyrvast
• Serliga dálkandi og vandamikið burturkast
Serligur dentur verður lagdur á, at burturkastið
er væl skilt og frágingið, soleiðis at mest
møguligt kann vera endurvunnið og annars
viðgjørt á rættan hátt.
Burturkast at brenna
Brenniburturkast frá byggivinnu skal skiljast í
tveir flokkar.
Smátt brenniburturkast so sum smáir timbur-
og pláturstubbar, spønir, plastbitar, flamingo,
matleivdir og tílíkt. Hetta kann í nógvum førðum
beinast burtur í plastposum, sum bilarnir hjá
IRF kunnu taka, tá teir heinta vinnuburturkast í
økinum einaferð hvørja viku. Størri nøgdir mugu
vera í bingju.
Stórt burturkast at brenna er timburstokkar
og fjalar, sum eru longri enn ein metur, og
plátuleivdir, sum eru meira enn ein hálvan
metur hvønn vegin. Harafturat kemur
timburinnbúgv, plattar og aðrir stórir timburlutir.
Stórt burturkast verður knúst hjá IRF,
áðrenn tað verður brent. Blanda ikki smátt
brenniburturkast upp í stórt.
Burturkast at endurvinna
Nakað av tilfari frá bygging og umvæling kann
endurvinnast, sum t.d. metalir, papp og plast.
Jarn og metal er t.d. takplátuleivdir, gamlar
takplátur, stengur, net, rørstumpar og el-
kaðalar. Gamlar takplátur kunnu vera buntaðar
saman, tá tær verða heintaðar. Annars skal alt
vera í bingju.
Í sambandi við niðurtøku av bygningum
er umráðandi, at køli- og frystiskipanir
verða handfarnar fyri seg, og elektriskar og
elektroniskar skipanir fyri seg.
Papp er t.d. pappeskjur, bylgjupapp og
stuðulspapp. Pappeskjur, sum eru dálkaðar
av olju ella øðrum, kunnu ikki endurvinnast,
men skulu brennast. Papp, sum er viðgjørt við
voksi ella klætt við tunnum plastfilmi, kann ikki
endurvinnast, men skal brennast.
Pappið skal vera í bingju ella í trýstbyrði, tá tað
verður heintað.
Glærplast, sum hevur verið brúkt til at vevja um
tilfar á plattum og líknandi, verður endurvunnið.
Litplast kann eisini endurvinnast. Skal vera í
stórum posum, tá tað verður heintað.
Burturkast at tyrva
Burturkast, sum ikki kann brennast ella
endurvinnast, verður tyrvt.
Asbest, eternit, bjálvingarleivdir, gomul bjálving,
rotviðgjørdur viður, keramikklutir og leivdir av
PVC-rørum verða tyrvd.
Asbest og eternit skulu vera í stórsekkjum.
Bjálving skal vera í vanligum sekkjum. Alt, sum
skal tyrvast, kann fara í somu bingju, undantikið
asbest og eternit.
Serliga dálkandi burturkast
Nakað av serliga dálkandi ella vandamiklum
burturkasti kemur frá byggivinnuni. Hetta eru
evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk, umhvørvi
ella útgerð, um tey ikki vera handfarin á rættan
hátt.
Serliga dálkandi ella vandamikið burturkast
kann vera máling, sýra og lútur, onnur kemikaliu,
láorku ljóskeldur, løðibattarí og akkumulatorar.
Umráðandi er, at flótandi evni eru í góðum og
væl merktum íløtum, helst upprunaíløtum.
Serliga dálkandi burturkast verður heintað eftir
avtalu.
Innsavning
IRF hevur nakað av bingjum í ymsum støddum
til leigu. Væl skilt tilfar skal vera í bingju. Papp,
pappír og plast kann vera í pressubyrði ella í
plastposa.
IRF hevur bæði vanligar flutningsbilar og
serbygdar bilar við trýstbingju at heinta
burturkast við. Tú kanst velja at fáa tilfarið
heintað ein fastan dag hvørja viku, ella tú kanst
boða frá, tá tú hevur tilfar, sum skal heintast.
Kostnaður
Burturkast at endurvinna er munandi bíligari
enn annað burturkast og tú fært pengar fyri jarn
og metal.
Tað er sum oftast munandi bíligari at lata skilt
burturkast til endurvinning enn til brenning
ella tyrving. Harafturat er tað skilagott ikki
at blandað stórar timburlutir upp í annað
vanligt brenniburturkast. Prísirnir síggjast á
heimasíðuni hjá IRF, www.irf.fo.
Kunningarskriv frá IRF
Hagaleiti 520 Leirvík Tel. 414243 www.irf.fo
Sosialurin 341800