mikudagur 6. juli 2011síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
16
Hús & heim
Vikutema
tíðindi
Bretskir granskarar eru nevniliga
komnir fram til, og kunnu enntá skal
prógva, at tað er ein samanhangur
millum hesi bæði viðurskiftini:
– Vit hava fingið heitari hús, og at
fleiri av okkum eru vorðin ov tjúkk!
Úrslitið av kanningini varð fyrr í ár
lagt fram í tíðarritinum Obesity Re
views.
Kanningin vísir greitt, at miðalhitin
í bretskum stovum og kømrum er
hækkaður við trimum stigum síðani
1978.
Og tað merkir, at kroppurin skal
brúka minni orku at halda hitan, og tí
verða færri kaloriur brendar gjøgnum
dagin.
Brúnt feitt
Tá kroppurin er í køldum umhvørvi –
tó uttan at hann skakast – verður tað
brúna feittið aktiverað.
Hetta hevur tann serliga eginleika,
at tað ikki goymir feittið, men brenn
ur tað. Og tað sæst eisini aftur á
vektini.
– Um fólk eru í einum rúmi sum
er hitað upp til 60 stig Fahrenheit
(svarar til góð 15 stig Celcius), økist
orkunýtslan við 100 ella 200 kalorium
um dagin, um tey eru tunt klødd, vísir
C. Ronald Kahn frá Harvard Medical
School á.
– Tey rista ikki, men tey aktivera
tað brúna feittið.
Í fjør komu granskarar á Køben
havns Universitet, við músa- og rottu
royndum, fram til at forbrenningin frá
tí brúna feittinum ger, at vit kunnu eta
munandi fleiri kaloriur, uttan at økja
um vekina.
Men um vit ikki aktivera tað brúna
feittið, tí vit hava meiri hita í húsum
okkara, koyra í upphitaðum bilum
ístaðin fyri at ganga, eins og børnini
spæla minni uttandura, so gongur
tað bert tann øvugta vegin, vísa teir
bretsku granskararnir á.
Betri bústaðir
Sambært fleiri donskum serfrøðingum
í inniklima, er hitin í donsku heimunum
ikki hækkaður eins nógv og í teimum
bretsku. Donsku bústaðirnir hava
nevniliga ein hægri standard.
– Men tað er tó sannlíka, at inni
hitin í Danmark er hækkaður nak
að, vegna betri bjálving og ein meiri
javnan hita í húsunum, vísir Jørn
Toftum, lektari á DTU Byg á.
– Hesi viðurskiftini kunnu hava eina
minni ávirkan á okkara vekt.
Og sambært einum øðrum gransk
ara, Lars Gunnarsen á Statens Bygge
forskningsinstitut, hendu stórir batar í
donsku bústøðunum – og harvið eisini
tann stóra broytingin í innihitanum – í
fimmti- og sekstiárunum.
Ongar nýggjar kanningar kunnu,
sambært honum staðfesta, at vit hava
fingið tað heitari í okkara heimum.
Byggja
kollegie
bústaðir
í Nuuk
Grønlendska landsstýrið hevur
gjørt av at broyta ta ætlaðu rað
festingina fyri almennar íløgur, og
tað ger, at 16,9 milliónir krónur eru
tøkar til at byggja kollegiebústaðir
í Nuuk fyri. Byggingin, sum verður
liðug í 2012, nøktar minni enn so
tørvin, men er eitt munagott stig
tann rætta vegin, skrivar Sermit
siak.
Jens B. Frederiksen, landsstýris
maður í eitt nú bústaðarmálum,
sigur við blaðið, at tað er tørvur
á í minsta lagi 175 umvældum
ella nýggjum kollegiebúplássum
í Nuuk. Hann sigur, at nógv ung
búgva heima hjá foreldrunum ella
leiga íbúð í býnum, og tí er eftir
spurningurin eftir almennum til
boðum stórur.
Landsstýrið hevur sett sær fyri,
at grønlendsk ungfólk skulu út
búgva seg, og Jens B. Frederiksen
sigur, at skal landsstýrið røkka tí
málinum, má trupulleikin við vant
andi búplássum til lesandi loys
ast.
Meiri
pengar
eftir enn
hildið
Tey, sum høvdu meiri enn 750.000
krónur í Amagerbankanum, tá hann
fór av knóranum herfyri, missa ikki
so nógv, sum upprunaliga væntað.
Tann fyrsta metingin segði, at
holið í bankanum var so stórt, at
tað vóru bara 58,8 prosent eftir til
innlánini.
Men nú grannskoðarar hava
kannað viðurskiftini nærri, vísir
tað seg, at teir umleið 700 stóru
innsetararnir missa ikki so nógv
kortini. Sum skilst fáa teir nú
umleið 80 prosent aftur av tí, sum
teir áttu oman fyri tær 750.000
krónurnar, sum koma undir inn
skotstrygdina.
Tað kemur eisini skattgjaldar
unum væl við, at meiri er eftir at
rinda teimum stóru innsetarunum.
Eftir teirri upprunaligu metingini
misti tað almenna 5,5 milliardir
krónur, men eftir teirri nýggju met
ingini verður tað almenna tapið
munandi minni.
Vit hava fingið
heitari hús, og at
fleiri av okkum eru
vorðin ov tjúkk!
Minka um hitan og
minka vektina
Skrúva radiatorin niður, og tú kanst missa fleiri kilo. Soleiðis
ljóðar eitt av nýggjastu heilsuráðunum úr Bretlandi.
– Tað er vorðið heitari í teimum bretsku húsunum seinastu
40 árini, hevur granskarin, C. Ronald Kahn staðfest.
Hetta gongur aftur út yvir forbrenningina