leygardagur 31. januar 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 21 - 31. januar 2004
Nr. 21 - 31. januar 2004
35
UTTAN ÚR HEIMI
Bøtur bøta um trygdina
Fyrradagin gjørdi ein dómstólur í USA av, at olju-
felagið ExxonMobil skal gjalda 30 milliardir krónur í
endurgjaldi umframt rentur fyri skaðan, sum stóðst av
dálkingini, tá tangaskipið "Exxon Valdez" fór á land í
Alaska í 1989.
Óttin fyri slíkum vanlukkum og risastórum endur-
gjaldskrøvum hevur fingið oljufeløgini til at seta
tangaskipunum størri krøv, skrivar Aftenposten. Rann-
veig Stangeland, kunningarstjóri hjá Statoil, sigur við
blaðið, at norska oljufelagið setir tangaskipunum sera
strong trygdarkrøv. Hon vísir á, at meðalaldurin á
tangaskipum í altjóða sigling er átjan ár, men tanga-
skipini, sum Statoil nýtir, eru bara seks ára gomul í
meðal. Harafturat nýtir Statoil at kalla bara skip, sum
eru tvískinnað, sigur hon.
Skipini, sum flyta olju fyri Statoil, verða eisini kann-
að regluliga. Í fjør vóru 1.000 slíkar kanningar, og
níggju skip vórðu mett at vera í so ringum standi, at tey
sleppa ikki at flyta olju fyri felagið longur.
Arbeiðsloysið veksur
Arbeiðsloysið í Danmarks veksur framvegis, og tey
seinastu tølini vísa, at um ársskiftið høvdu 6,6 prosent
av teimum arbeiðstøku einki arbeiði. So stórt hevur
arbeiðsloysið ikki verið í hálvt sætta ár.
Vinnuráðið hjá fakfeløgunum væntar ongan bata teir
fyrstu mánaðarnar. Tann veiki amerikanski dollarin
kemur donsku útflutningsfyritøkunum illa við, og tí
roknar vinnuráðið við, at uppaftur fleiri fara at missa
arbeiðið teir næstu mánaðarnar. Í summar kemur
kanska ein bati, sigur vinnuráðið.
Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske
Bank, sigur við Berlingske Tidende, at tað er ringt at fáa
eyga á nakra framgongd í danska búskapinum í ár. Hin-
vegin fáa danir meiri pengar at brúka í ár, og hann roknar
við, at teir fara at brúka nakað av pengunum, og at tann
veksandi privata nýtslan fer at bjarga búskapinum í 2004.
Útjaðarin størri stuðul
Ein nevnd mælir nú teimum norsku politikarunum til at
økja stuðulin til at menna vinnulívið í útjaðaranum.
Nevndin sigur í sínum tilmæli, at síðani tíðliga í
nítiárunum er norski útjaðarastuðulin minkaður eina
helvt. Fyri at bøta um hetta mælir nevndin stjórnini til at
geva útjaðarakommununum størri stuðul, sum tær
kunnu medvirka til fleiri arbeiðspláss. Royndirnar hava
víst, at tess meiri pengar, kommunurnar fáa frá tí al-
menna, tess fleiri arbeiðspláss verða skapt innan tæn-
astuvinnuna, og at tað eru serliga kvinnurnar, sum fáa
gagn av hesum.
Erna Solberg, kommunumálaráðharri, er ikki heilt
samd við nevndina. Hon sigur við norska útvarpið, at
almennir pengar hava sjálvandi sína ávirkan, men at
rentustøðið, stattatrýstið og gjaldoyraviðurskiftini hava
nógv størri týdning fyri vinnufyritøkurnar í útjaðara-
økjunum, serliga fiskavirkini.
Víkingakvinna funnin
Russiskir fornfrøðingar hava funnið leivdirnar av einari
norðurlendskari kvinnu í einum gravkamari, sum teir
halda vera frá 10. øld.
Gravkamarið bleiv funnið uttan fyri býin Pskov í út-
nyrðingspartinum av Russlandi. Fornfrøðingarnir hava
ikki funnið tekin um víkingar í sjálvum býnum, og tí
halda teir, at norðbúgvarnir hava hildið til fyri seg
sjálvar uttan fyri býin. Umframt leivdirnar av kvinnuni
funni fornfrøðingarnir fleiri lutir úr silvuri og brosnu í
gravkamarinum.
Víkingarnir vóru ofta við russisku eystrasaltsstrond-
ina í 9., 10. og 11. øld, og teir sigldu javnan eftir teim-
um russisku áunum. Eitt nú nýttu teir áirnar Volga og
Dnjepr, tá teir fóru til Konstantinopel, og á vegnum
grundløgdu teir fleiri handilsbýir. Býurin Pskov er ein
av teimum elstu í Russlandi. Tað elsta, sum vit vita um
hann, stavar frá árinum 903.
Fregnartænasturnar
søgdu ikki sannleikan
um hópoyðingarvápnini
Hvalurin fór í luftina
– Tað var ikki sam-
svar ímillum tað, sum
vit fingu at vita um
tey iraksku hópoyð-
ingarvápnini, og tað,
sum vit hava sæð,
sigur trygdarpolitiski
ráðgevin hjá George
W. Bush, Condoleezza
Rice. Í Bretlandi skal
ovastin í fregnartæn-
astuni til avhoyringar
HÓPOYÐINGARVÁPN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
At eingi hópoyðingarvápn
eru funnin í Irak fær nú
myndugleikarnar í USA og
Bretlandi at viðganga, at
hesin parturin av grundgev-
ingini fyri at leypa á landið
var meiri enn ivasamur.
Fyri nøkrum døgum síð-
ani segði amerikanski utt-
anríkisráðharrin,
Colin
Powell, at hann hevði greitt
frá tí, sum hann hevði fing-
ið at vita frá fregnartænast-
unum, men at upplýsing-
arnar kanska ikki vóru heilt
beinar.
Í gjár segði trygdarpolit-
iski ráðgevin hjá Bush, for-
seta, Condoleezza Rice, at
gongdin í Irak hevur víst, at
upplýsingarnar hjá fregnar-
tænastunum
samsvaraðu
ikki við tað, sum amerikan-
ararnir hava sæð í Irak. Hon
kvikaði sær at leggja aftur-
at, at hetta er kanska ikki so
løgið, tá hugsað verður um,
at Irak var eitt sera aftur-
latið land.
Amerikanska stjórnar-
umsitingin hevur leingi
hildið uppá, at amerikanar-
ar og bretar fóru at finna
hópoyðingarvápn í Irak,
men eftir at teir amerik-
onsku vápnaeftirlitsmenn-
inir hava sagt, at eingi hóp-
oyðingarvápn eru at finna í
Irak, hevur stjórnin broytt
støðu.
Í Bretlandi hevur tann
trygdarpolitiska nevndin
hjá Parlamentinum kravt, at
leiðarin í fregnartænastuni,
skal geva nevndini eina frá-
greiðing um upplýsingar-
nar um tey iraksku hópoyð-
ingarvápnini. Samstundis
krevja fleiri politikarar, at
ein óheft kanning verður
sett í verk fyri at fáa greiði
á leiklutinum hjá fregnar-
tænastuni
og
samskifti
hennara við stjórnina.
Ein 17 metrar langur
og 50 tons tungur
avgustur sprongdist
mitt á gøtuni í Taiwan
City
HVALUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Avgusturin varð funnin
deyður á einari strond
seinasta leygardag. Av tí at
hetta var størsti hvalur, sum
nakrantíð
hevur
gjørt
landgongd
á
Taiwan,
gjørdu myndugleikarnir av
at flyta hann til eina rann-
sóknarstovu, so serfrøðing-
ar kundu kanna hann.
Aftan á at hava baksast
við tann 17 metrar langa og
50 tons tunga hvalin í
trettan tímar eydnaðist tað
at fáa hann upp á ein stóran
lastbil við viðfestivogni,
men júst sum bilurin var á
veg ígjøgnum Taiwan City,
sprongdist hvalurin.
Hvalurin var sum vera
man fullur av gassi eftir at
hava ligið deyður í fleiri
dagar. Innvølurin bleiv
slongdur um alla gøtuna,
og
sambært
blaðnum
Taiwan News var lukturin
stak ringur.
Tryggingarfelagið 4/252
pdf
Skráseting Føroya
hevur í dag skrásett
niðanfyri standandi
fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F
1825, P/F Griffilin, 100
Tórshavn.
Viðtikið 16.12.2003 at
lækka partapeningin við
annulatión av egnum
partabrøvum sambært §
48b, jvb kap. 7 í P/F-
lógini, við kr. 100.000,00
til kurs 100 eftir at
proklama er runnin.
Skráseting Føroya tann
29. januar 2004
Kristin Balle
Dagrøktarmamma
til Dagrøktina í
Oyndarfjarðar kommunu
Søkt verður eftir dagrøktarmammu til Kommunalu
Dagrøktina í Oyndarfjarðar Kommunu at byrja
skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá
Sosialu deild hjá Runavíkar Kommunu á tlf.417000.
Skrivlig umsókn skal vera Runavíkar Kommunu í
hendi í seinasta lagi 12. februar 2004.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur · 600 Saltangará
C
M
Y
K
35
34