leygardagur 31. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 31. januar 2004
33
12
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja. Pápi mín spældi bæðï
violin og banjo. Umframt tað var
guitari eisini í húsinum, frá eg
var heilt lítil, tann fyrsta átti
systur mín Ingvør vist.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Ja eg spæli guitar og syngi. Eg
spældi eisini violin, frá eg var 11
til 16, men tað var ikki líka cool
sum at standa á pallinum við eini
guitar og syngja protestsangir.
Syngur tú undir brúsuni?
– Ja, for ólukkan, gera ikki øll
tað?
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja tað havi eg droymt um. Eg
havi eisini livað sum tónleikari í
fleiri umførum.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Ein torførur spurningur.
Sjálvandi hevði eg ikki siglt av
uttan tónleik, men tilveran hevdi
verið eina dimensión fátækari.
Tónleikur er ein natúrligur partur
av mínum gerandisdegi.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Eg veit ikki, eini 2-3-400 stk.
Hvat er tín yndisfløga?
– Eg havi fleiri yndisfløgur.
Skuldi eg nevnt eina burturúr
kundi tað verið »Joshua Tree«
hjá U2.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Eina James Last fløgu við
sukursøtum versiónum av
evergreens.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– »Ingen regning« hjá Peter Belli
er ræðuligur.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– »Angels« hjá Robbie William.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Eric Clapton er eitt gott boð.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Góðan rock ella væl fram-
leiddan pop tónleik - bara ikki
tungan sálmasang at vakna til!
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Eg blívi ikki í ringum lag av
nøkrum tónleiki, tað skal meira
til enn tað.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– »You rock my world« við
Michael Jackson.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Í bø eg gangi«.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Torført. Eg sang kór í fyrsta
studiosanginum hjá Enekk »Eru
vit til«, tað er ein deiligur
sangur, haldi eg.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »Still haven't found what I'm
looking for« hjá U2 við einum
rock orkestri.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Kanska Peter Gabriel á
Roskilde fagnaðinum 1995.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Sir Paul McCartney.
Nú, í síðstu vikuni av januar-
mánaðinum 2004, liggur kavin
yvir størsta partin av Dan-
mark. Úr erva varð ikki gjørt
nakað serligt burturúr - eingin
vindur ella rok - kavaflykrur-
nar duttu spakuliga niður -
stille og roligt - sum mann so
ofta tekur til yviri í Jyllandi.
Men hetta við veðrinum er
lítið nýtt við, sum so.
Tó, fyri einari viku síðan,
var stormveður yvir mið-
eysturøkið. Ein av vinmonnum
mínum, sum í løtuni er búsit-
andi í Damaskus í Sýria, fekk
tað hugskotið at fara á ein
hugnaligan vikuskiftistúr til
strandabygdina Umm Al-
Tuyur (Fuglanna Móðir), ið
liggur ímóti turkiska markin-
um. Í hesum økinum tosa fólk
arabiskt (sýriskdialekt) og so
eisini eldra málið, ið stavar frá
tí gamla Turkmenistan. Hesin
túrur varð gjørdur fyri at
sleppa burtur frá kaldara
januar-veðrinum inni á sýriska
meginlandinum.
Sjálvt um hetta ikki endiliga
eydnaðist so væl, eftir sum tað
dagin eftir bleiv oysandi regn
og stormur, so var tað deiliga
undirhaldandi at lesa túr-
frágreiðingina. Við í ferðalag-
num úr Damaskus var konan,
svigermamma, fasturin og
lítlasystir konuna. Her møttu
tey m.ø. tí lokala, unga og sera
prátingarsinnaða Nader, sum
fekk eitt gott eyga á 18 ára
gomlu lítlusystrini - uttan iva
var hetta orsøkin til alt prátið.
Eftir at hava staðfest at
mongolarnir fyri eini 700
árum síðani herjaðu økið, og
broyttu blóðlinjuna, skrivar
danski vinmaðurin, um hendan
unga lívliga og flirtrandi
mannin: "Og hvordan flirter så
Djengis Khan afkom? De
bralrer dig ørerne af med jagt-
historier, fortæller om dengang
de fangede falke og ørne i
bjergene med de bare næver.
De kommer med friskfanget
fisk klokken ni om morgenen,
med et kækt jægersmil i
mundvigen."
Egyptaland slapp heldur ikki
undan ringum veðri, sagt varð
m.a. frá ringum sandstormi.
Og júst í hesum døgum fór ein
FIFA-sendinevnd úr Egypta-
landi, eftir at hava verið har í
eina góða viku. FIFA metir í
hesum døgum um umsøknir
frá umsøkjarum til at vera
vertir fyri HM-2010. Í seinastu
útgávuni av stóra egyptiska
vikublaðnum Al-Ahram er eitt
ser-innlegg við heitinum
EGYPT 2010 BID - Having a
Ball. Áður hevur blaðið hýst
lýsingaherferðini fyri hesum
avbjóðandi átakinum, ið tað
veruliga má kallast - at fáa
HM-kappingina til Egypta-
lands. Í serblaðnum er m.a. ein
grein um, hvussu egyptiska
kvinnulandsliðið bleiv stovnað
og reisti seg - liðið kvalifiser-
aði seg til Afrika Meistara-
skapi fyri fyrstu ferð við
einum 1-0 sigri á Uganda fyri
nøkrum árum síðan. Sagt
verður at útlitini fyri kvinnu-
fótbólti eru bjartari nú, enn tey
vóru í 1990´unum. Nú er
viðurskiftini betur skipaði,
eftir at FIFA fekk eyguni upp
fyri egyptiskum kvinnufótbólti
og stuðlaði í stovnanini av
Egyptian Women´s Football
Federation.
Aftur til kavaklædda
Danmark og nýggja árið. Nú
royndirnar eru farnar aftur um
bak, byrjar skúlaárið á
Københavns Universitet aftur
av álvara, so best mann vera at
sleppa sær...
Regn og stormur í Umm Al-Tuyur
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Johan Jacobsen, johan@sosialurin.fo
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Eyðun Nolsøe, tónleikari
Nýggja tingkvinnan
hjá Tjóðveldisflokk-
inum í Norðstreymi,
Heidi Petersen, ætlar
at nýta tingsessin til
at gera vart við tey
mál, sum hava
uppiborið eina betri
lagnu. Kemur
Tjóðveldisflokkurin í
andstøðu, ætlar Heidi
at virka fyri einum
konstruktivum
andstøðupolitikki
NÝGGJ
LØGTINGSKVINNA
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hon er saman við javnaðar-
tingmanninum, John Joh-
annessen, einasta nýggja
andlitið í føroyskum polit-
ikki eftir løgtingsvalið 20.
januar. Hon er rólig av
lyndi og veit hvat hon vil.
Saman við Annitu á Fríð-
riksmørk og Lisbeth L.
Petersen er hon einasta
kvinnurøddin á tingi.
Sum nýggj tingkvinna
hevur hon longu gjørt vart
við seg við lesarabrævi um
kvinnuhandil í Føroyum.
Vit tosa um kvívíkingin,
Heidi Petersen, sum sein-
astu 20 árini hevur búð í
Vestmanna.
Í
hennara
fyrstu roynd sum valevni
fyri
Tjóðveldisflokkin,
eydnaðist tað Heidi at
vinna sæti á tingi. Við 203
persónligum
atkvøðum
vann Heidi á Nikláa Peter-
sen um at gerast tjóðveldis-
umboðið í Norðstreymi.
Høvuðspersónurin dylir
ikki fyri, at tingsessur skal
nýtast til at gera vart við tey
øki, sum eftir hennara met-
ing hava uppiborið betri
lagnu. Heidi Petersen hevur
longu tikið avgerðina um at
taka farloyvi úr starvinum
sum lærari í Vestmanna
skúla, so øll orkan verður
nýtt til tingarbeiðið kom-
andi valskeið.
Einki grenj
Í skrivandi løtu bendir nógv
á, at Tjóðveldisflokkurin,
eftir seks ár í samgongu,
má sláa seg til tols við at
vera í andstøðu komandi
valskeið. Nógv fólk hava
gjøgnum tíðina umboðað
Føroya Løgting uttan at
gera stórvegis háva burtur-
úr sær. Heidi slær fast, at
sjálvt um Tjóðveldisflokk-
urin skuldi enda í andstøðu,
so ætlar hon at virka fyri
uppbyggjandi politikki.
– Eg vil sjálvsagt heldur
vera partur av eini sam-
gongu, men sum støðan er í
løtuni, bendir ikki nógv á
tað. Tað er lættari at fáa ting
ígjøgnum í eini samgongu,
men koma vit í andstøðu,
ætli eg kortini at arbeiða
konstruktivt. Man kann
ikki vera tað betjentur at
sita á tingi og fáa fulla løn
og so bara sita og grenja,
sigur Heidi Petersen.
Nýggja tingkvinnan í
Tjóðveldisflokkinum hevur
lagt hart út. Í vikuni hava
tjóðveldistingkvinnurnar
Heidi Petersen og Annita á
Fríðriksmørk verið frammi
í fjølmiðlunum um kvinnu-
handil í Føroyum.
Heidi sigur seg vilja
virka fyri einum samhalds-
føstum samfelag, har teir
breiðastu herðarnir bera
tyngstu byrðarnar. Aðal-
málini skulu røkkast gjøgn-
um politikkin hjá Tjóð-
veldisflokkinum.
– Vit mugu halda fast við
tað, sum Tjóðveldisflokk-
urin er byrjaður upp á. Her
hugsi eg millum annað um
íbúðir til heimleys, skúlatil-
boð til brekað og sambýli
til sinnisveik. Hetta er bert
byrjanin, og hesar raðfest-
ingar eiga at halda fram,
greiðir hon frá.
Spennandi valstríð
Dagin eftir løgtingsvalið
skrivaði Dimmalætting, at
Heidi Petersen kom sá og
sigraði. Hetta er so satt sum
er tað sagt, tí valið 20. janu-
ar var hennara fyrsta sum
valevni fyri Tjóðveldis-
flokkin. At hon í síni fyrstu
roynd skuldi vinna sæti á
tingi kom rættiliga óvart á
hana. Umboðið hjá Tjóð-
veldisflokkinum í Norð-
streymi seinasta valskeið,
Niklái Petersen, fekk heili
225 persónligar atkvøður á
valinum í 2002, men kort-
ini eydnaðist tað Heidi at
enda omaná á løgtingsval-
inum 20. januar.
Spurd, um hvør hennara
styrki var í valstríðnum,
svarar Heidi, at møguliga
kann hennara tilknýtið til
bæði Kvívík og Vestmanna
hava hjálpt henni.
– Satt at siga dugi eg ikki
at siga ítøkiligt, hvat orsøk-
in er til, at eg varð vald.
Fólk vilja kanska síggja
nýggj fólk á tingi og vilja tí
royna meg, greiðir hon frá.
Hon leggur í sama við-
fangi afturat, at tað var ikki
bert hennara persónur, sum
vann tingsessin fyri Tjóð-
veldisflokkinum í Norð-
steymi. Hon vísir á, at øll
valevnini saman við limun-
um hjá Tjóðveldisflokkin-
um í Norðstreymi tóku eitt
megnar tak undir øllum
valstríðnum, og tey hava øll
uppiborið eitt stórt herða-
klapp.
Partur av
kvinnulistanum
Heidi Petersen sigur seg
altíð hava verið tjóðveldis-
kvinnu um ein háls.
– Eg komi úr Kvívík, og
har ert tú antin tjóðveldis-
fólk ella sambandsfólk. Vit
diskuteraðu dúgliga fyri og
ímóti loysing. Diskussión-
irnar vóru ógvuliga spenn-
andi, og vit royndu at sann-
føra um, at einar frælsar
Føroyar var tað rætta, sigur
Heidi Petersen
Hóast hon altíð hevur
kent seg sum tjóðveldis-
fólk, gjørdist Heidi ikki
virkin í flokkinum fyrr enn
á løgtingsvalinum í 1998.
Undir valinum í 2002 var
hon formaður í Norð-
streymoyar
Tjóðveldis-
felag, men stillaði ikki sjálv
upp.
Heidi Petersen er kortini
ikki óroynd í politikki. Hon
var ein av kvinnunum, sum
vóru við at stovna sonevnda
kvinnulistan í Vestmanna
til kommunuvalið í 1988.
– Vit vildu hava øðrvísi
raðfestingar í Vestmanna.
Nógvar útbýggingar vóru,
men tær komu ikki barna-
familjunum og teimum
eldru til góðar. Vit vildu
raðfesta tey økini hægri, og
tí gjørdu vit ein kvinnulista,
greiðir hon frá.
Nýggi tinglimurin hjá
Tjóðveldisflokkinum gjør-
dist kortini ikki drúgv í
kommunupolitikki. Hon sat
bert ta eina skeiðið. Heidi
greiðir frá, at børnini vóru
smá og maðurin sigldi úti,
og tískil hevði hon ikki
stundir til politikk.
Fosturtøkumál
yvirtakast
Heidi Petersen sigur seg
altíð hava fylgt væl við í
føroyskum samfelagsviður-
skiftum. Áðrenn hon fór í
kommunupolitikk, vóru tað
serliga
tey
sonevndu
kvinnuøkini, sum høvdu
hennara stóra áhuga.
Undir valstríðnum í ár
varð fosturtøkumál nógv
umrøtt. Heidi Petersen hev-
ur eina greiða áskoðan,
hvussu
fosturtøkumálið
skal skipast, men hon
heldur, at málið fekk eina
óvirðiliga viðgerð undir
valstríðnum
– Eg haldi, tað er langt
úti at draga fosturtøkumál-
ið fram og niðurgera tær
kvinnur, sum hava fingið
fosturtøku ístaðin fyri at
rætta teimum hjálpandi
hond.
Hon er sannførd um, at
rættasta loysnin á fostur-
tøkumálinum er, at føroy-
ingar yvirtaka økið. Núver-
andi lóggáva er frá 1956 og
í Føroyum er eitt sindur
ógreitt, hvussu lógin skal
lesast.
Heidi
Petersen
heldur ikki, at danir fram-
haldandi skulu umsita økið
fyri føroyingar. Hon heldur,
at føroyingar skulu orða
eina lóggávu sum hóskar til
okkara fatan og tíð.
– Galdandi lóggáva er for
lunkað, og politikkararnir
lata bert læknunum ábyrgd-
ina. Vit eiga at gera púra
greiðar orðingar í Føroyum,
so at læknarnir vita, hvat
teir skulu fyrihalda seg til,
sigur hon at enda.
Heidi er klár at fara til verka
Navn:
Heidi Petersen
Fødd:
1959
Gift:
1979 við Tummas
Christophersen
Børn:
Barbara 23, Durita 18, Katrin
14, Hanus 8
Politisk søga:
Í Vestmanna Bygdarráð frá
1988-92,
formaður í Norðurstreymoyar
Tjóðveldisfelag 2002,
Aðalstjórnarformaður Tjóð-
veldisfloksins 2002 og
tingkvinna fyri Tjóðveldis-
flokkin 2004-
Bústaður:
Vestmanna
Borgarliga starv: Lærari
Fakta
C
M
Y
K
33
32