leygardagur 31. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
11
10
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
SANGSKEIÐ
Orð: Steintór Rasmussen
Myndir: Álvur Haraldsen
Hon eitur Cathrina Sadolin. Hon
er ein litríkur lærumeistari við
einum einfaldum boðskapi. Hon
hevur skrivað fleiri bøkur,
undirvíst og fyri langari tíð
síðani takkað fyri seg sum
popstjørna. Í dag er nærum
ógjørligt at fáa ein sangtíma frá
henni. Og tað kravdi sína kvinna
at finna eitt hóskandi vikuskifti
til ferð hennara til Føroya.
Kortini hevur hon góða tíð til
hvønn skeiðnæming og í til-
trongdu kaffipausuni eisini eina
løtu at práta.
Myrkari røddir
– Eg havi møtt fleiri føroyingum
áður, sum hava fingið sangtímar
mær. Men hetta er fyrstu ferð at
eg undirvísi í Føroyum. Og tað
er nakað heilt serligt, smílist
Cathrina Sadolin, sum heldur at
tað er sera løgin uppliving at
vera í einum fremmandum landi,
har øll tosa hennara mál.
– Hugsa tær, um tú fórt til
Kina og kinverjar tosaðu før-
oyskt við teg. Tað er løgið at
undirvísa á donskum og síggja
fjøll uttanfyri. Tað er deiligt at
sleppa undan at tosa enskt. Eisini
kenni eg meg væl móttikna og
haldi at fólk her eru opin og løtt
at koma í samband við.
Cathrina sigur, at tað hevur
stóran týdning fyri sangundir-
vísing, at fólk er opin og mót-
takilig. Tey, sum hava luttikið á
skeiðnum, hava torað væl at
viðurkent og víst á sínar veik-
leikar og tað er ein styrki, heldur
hon. - Eg havi hoyrt nógvar
vakrar og góðar røddir, men eg
haldi at føroyingar hava eina
myrkari sangstemmu enn norð-
búgvar og eitt nú týskarar, sum
eru kendir fyri sín ljósa klang og
tær mongu tenorrøddirnar.
Øll kunnu syngja
Cathrina Sadolin verður roknað
millum tey fremstu í heiminum,
tá tað snýr seg um vitan og frá-
læru innan sang. Hon hevur í
sínum vaksna lívi skrivað fleiri
bøkur og hevur funnið fram til
sína egnu sangfrálæru, sum fleiri
sanglærarar í Norðurlondum
hava tikið til sín.
– Eg var sjálv ikki nakað
nátúrtalent hvat sangi viðvíkur.
Eg hevði enntá trupulleikar við
andadráttinum og eg byrjaði
sjálv at syngja tí eg á ungum
árum stríddist við asma. Á ein
ella annan hátt var eg noydd at
menna mína egnu teori, soleiðis
at eg fekk tey ymsu ljóðini fram.
Tað fyrsta stigið var at at skilja
anatomiina hjá røddini. Og tann
likamliga partin av at skula
syngja. Eg haldi at hetta gjørdi
meg í stand til at fata millum
veruleikar, mytir og mongu
teoriirnar hvussu ein eigur at
syngja, sigur Cathrina og leggur
afturat. – Mítt størsta talent var
ivaleyst áhugin fyri tónleiki,
trúgvin uppá at alt ber til og
viljin at stríddast fyri at gerast
betri. Tí kann eg av røttum siga,
at tá ið eg kundi læra at røkka
hæddirnar og fáa ljóð og sang úr
mínum munni, ja so kunnu øll
syngja!
Kemur aftur til Føroya
Tað var sanglærarin Petra
Iversen, sum eisini er kend fyri
at syngja sálmar og Kingo, sum
fekk Cathinu Sadolin hendan-
vegin.
– Eg havi í fleiri ár hoyrt fólk
tosað um Cathrinu Sadolin. Eg
havi skilt, at tað var nakað serligt
við henni og at hon er í sera
høgum metum millum sangarar
og flest øll, sum undirvísa ella
hava við raddarvenjing og
tónleik at gera. Harafturat er hon
ógvuliga fjølbroytt og umboðar
ymisk sløg av sangi og tónleiki.
Tað at Cathrinu ikki eftirapar
øðrum sangarum, heldur Petra er
ein ógvuliga avgerðandi styrki
hjá einum lærara. Hon dugir at
fáa tað besta fram í øllum, eisini
soleiðis at tann einstaki varð-
veitir sín persónliga sang. Og tað
er í sær sjálvum eitt vakurt mál.
Annars roknar Petra við at hon
fer at síggja Cathrinu Sadolin
aftur í Føroyum. Men tað verður
ikki fyribils.
– Tað tók sína tíð at fáa hana
hendanvegin. Men nú fer tað
helst at ganga hálvtannað ár til
vit síggja hana aftur, sigur Petra
Iversen, sum letur væl at undir-
tøkuni og sum aftaná skeiðið
hevur fingið føgur orð frá fleiri
luttakarum og frá tí litríka
Cathrinu Sadolin.
Tóra við Keldu sangari og
mamma
– Eg haldi at hon var spennandi.
Hon sigur tingini øðrvísi og hon
kemur við nógvum nýggjum,
sum ein ikki hevur hoyrt áður.
Eisini gevur hon luttakunum
møguleika at velja millum
ymiskar sanghættir. Tað var
somuleiðis hugtakandi at uppliva
hvussu sannførd og vís hon var í
øllum tí sum hon førdi fram. Ikki
minst tí hon dugdi at grundgeva
fyri sínum hugsanum og vísa tær
í verki. At hon rættar uppá
sangaran og vegleiðir so neyvt,
Litríka Cathrina Sadolin:
Sangarin er lærumeistari
at viðkomandi ger týðulig
framstig, meti eg talar fyri seg.
Ólavur Højgaard, sangari
og talilærari
Eg eri positivt bilsin av skeið-
num. Hon er dugnalig og ikki
einans populer. Røddin var
allatíðina á einari rannskanar-
ferð. Hon undirvísti ábyrgdarfult
og fekk tað besta burturúr tí
einstaka. Eisini er tað nakað
serligt tá ið ein lærari kann
undirvísa við egnum tilfari,
royndum, úrslitum og sangi.
Ólavur Højgaard undirvísir
sjálvur í raddarvenjing. Til
hansara koma hásar og grov-
mæltar røddir. Eitt nú troyttir
prestar og lærarar.
– Hóast eg helst átti at havt
eina rímiliga vitan framman-
undan, so fekk eg nógv burturúr
bæði sum lærari og sum sangari.
Cathrina fekk fatur í einstakling-
inum og dugdi serstakliga væl at
fáa fólk at brúka stuðulin rætt, at
lata upp fyri røddini, uttan at
frátaka sanganum sítt persónliga
eyðkenni. Vit skulu minnast til,
at nógvur samleiki liggur í rødd-
ini. Hetta er eitt persónligt
instrument sum øll kunnu spæla
uppá. Og hetta haldi eg at
Cathrina Sadolina meira enn
nakar annan dugur at virðismeta
hetta og at veita dygga hjálp til
sjálvhjálp.
Lena Andersen, sangari og
algerðarkvinna
– Eg fekk nógv burturúr.
Cathrina er ein typa sum ein
tímur at lurta eftir. Eisini um tú
kennir hugtøkini og teoriirnar
frammanundan. Tað, sum helst
var eyðkennið við skeiðnum, var
at tað er onki úrslit ella svar
uppá hvussu ein skal ella eigur at
syngja. Onki er fullkomiliga
rætt. Mær dámdi tískil eisini
serstakliga væl, at hon tekur
støðið í tí einstaka og at hon
vísir sanganum atlit og virðing.
Lena Andersen sigur, at hóast
hon hevur sungið í nógv ár og
útgivið fløgur, so er hetta fyrsta
veruliga sangskeiði, sum hon
hevur tikið lut á.
– Tað sum hugtók meg, var at
hon kundi vísa á góð úrslit. Tey,
sum vóru virkin og sum sungu á
skeiðnum, gjørdu ítøkilig
framstig. So tað var ikki at fara
skeivur av. Harafturat haldi eg, at
Cathrina Sadolin fangaði fólk.
Vanliga er teori keðilig, men tað
var ikki tilfeldið á skeiðnum.
Tóra við Keldu
Íalt vóru 46 fólk á skeiði hjá Cathrinu Sadolin um vikuskiftið. Av hesum vóru 15 meiri virkin. Tey sungu og fingu persónliga vegleiðing, meðan øll hini lýddu á
Petra Iversen
Ólavur Højgaard
Lena Andersen
C
M
Y
K
31
30