leygardagur 31. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
Tór Verland Johansen
Einki er so ringt, at tað ikki er
gott fyri okkurt.
Segði annars gomlu Norrønu
farvæl á jólum í fjør. Silgdi upp í
december 2002 og niður aftur til
Danmarkar januar 2003. Visti tá,
at eg ongantíð aftur skuldi sigla
við hesum skipi, sum síðan 1983
hevði lagt lunnarnar undir
nógvar góðar summar- og jóla-
feriur hjá mær.
Hóast eg, eins og nógv onnur,
var sera spentur at síggja og
royna ta nýggju Norrønu, kundi
tað tó ikki forða fyri kensluna av
sorgblídni, nú allar seinastu ferð
við góðu gomlu Norrønu var
komin at enda.
Nýggja Norrøna kom og tók
nærum allar føroyingar á bóli.
Men eftir at langt yvir 100.000
ferðandi høvdu upplivað ta
stásiligu Norrønu við øllum
hennara nýmótans hentleikum,
hendi tað sum ikki mátti henda.
Ella kanska rættari, tað hendi
tað, sum nógv høvdu sagt fór at
henda fyrr ella seinni orsakað tey
torføru atløguviðurskiftini í
Tórshavnar havn. Nýggja 36.000
bruttoregistartons stóra Norrøna
bleiv tikin av einum óvæntaðum
æli og fekk stóran skaða.
Brádliga sýntist alt so
vónleyst. Hvussu skuldi tað nú
mala runt? Var hetta byrjanin til
endan?
Ein skuldi trúð, at gamla
Norrøna bert lá og bíðaði eftir
møguleikanum. Sum lá
hon í Keypmannahavn
og smíltist, meðan
royndirnar at selja
hana ikki góvu úrslit.
Var tað tilvild ella
lagna? Ella kanska
bara eydnan? Í øllum
førum sýntist tað
sum at gamla
Norrøna, eins og ein
eldri fótbóltsleikari
á beinkinum,
eygleiðir tann
nýggja, unga og
skjóta framherjan,
lá og hugsaði "Bíði
tit bara, eg skal
nokk fáa kjansin".
Og kjansin fekk
hon at traðka til
og vísa sítt virði.
Eitt virði sum,
vegna óhappið,
kanska kann fara
at viga upp í
móti tí møguliga
tapi, ið Smyril-
Line hevur haft
av, at hon ikki
bleiv seld
beinanvegin.
Tað var tískil
nokkso
hugaligt at
fyristilla mær,
at eg, eftir eina
langa
jólaferiu,
skuldi sigla
niður til
Danmarkar við
henni einaferð afturat.
Sjálvandi var orsøkin
til tess syrgilig, men
mitt í øllum tí syrgi-
liga gleddi eg meg til
hesa nostalgisku og
óveruligu ferð. Eitt
deja vu lá fyri
framman.
Tá eg keypti ferða-
seðilin á middegi 22.
januar, fekk eg at vita,
at Norrøna fór ikki at
vera á Havnini sum
ætlað klokkan 20:30,
men fyrst kom klokkan
24:00. Eitt sindur løgið
tonkti eg, men sum ein av
kokkunum greiddi mær
frá dagin eftir, meðan
hann sat og slappaði av
við einum kaffimunni í
einum av reyðu rundu
stólunum í resturatiónini,
so høvdu teir tíggju
mánaðirnir við bryggjuna í
Keypmannahavn ikki verið
ein fyrimunur fyri botnin.
Hann var nevnliga grógvin
til av tara og igilskerum.
Mótstøðan móti sjógvinum
var sostatt nógvar ferðir
størri enn um botnurin hevði
verið slættur. Tískil kundi
hon ikki skjóta meir enn eini
16 til 17 knob.
Tað var tó ikki bert tarin og
annað livandi, ið hevði
skyldina fyri hesari hóvligu
ferð. Ein maskinmeistari, sum
segði seg ikki hava fingið
blund í 24 tímar, fortaldi, at full
orka ikki kundi koyrast á
maskinaríið, nú tað hevði ligið
stilt so leingi. Tað skuldi líkasum
koyrast til, tí tað var jú eisini
nakað slitið eftir 30 ára tænastu.
Hann helt annars, at um hugsað
varð um aldurin, so var skipið
sum heild í góðum standi og
hevði tað gott. Og onnur vóru
samd við honum.
Ein av kvinnunum, ið arbeiddi
í kafeteriuni og sum hevði arbeitt
umborð í nógv ár, helt fyri, at
hóast alt kanska ikki var eins
smart og nýmótans sum á tí
nýggju Norrønu, so fungeraði
tað heila sum tað skuldi. Hon
legði tó afturat, at gamla
Norrøna var heilt ótrúliga skitin,
nú tá tey komu umborð. Tískil
høvdu starvsfólkini arbeitt
nærum døgnið runt við at rudda,
vaska og gera klárt at taka skipið
í nýtslu aftur.
Eg kundi bert staðfesta at
stríðið hevði givið úrslit. Gamla
Norrøna hevði fingið ein ordans
umgang og var rein og noslig
allastaðni. Eisini var alt sum tað
plagdi at vera í "gomlum
døgum". Ella næstan alt. Har,
sum kvinnur og menn plagdu at
keypa tollfrítt luktilsi og annað
gott, var heilt tómt. Ja, sokallaði
‘Parfumehandilin’ líktist nærm-
ast einum spegilssali. Heldur ikki
var ein einasta blinkandi og
bibbandi spæliautomat umborð.
Tað var tískil kvirt sum í grøvini,
bert merkini sóust á bláa
teppinum. Heldur ikki bankin
við síðunar av informatiónini var
Nostalgi
Sokallaði ‘Parfumehandilin’ líktist nærmast einum spegilssali
- Maskinaríðið er eitt sindur slitið, men gamla Norrøna
hevur tað annars gott, sigur Sámal Hansen, 3. maskin-
meistari
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
9
opin á ferðini, hóast skeltið við
orðinum "Bank" enn hekk uppi
yvir lítlu glaslúkuni.
Í mun til nýggju Norrønu við
sínum kanska túsund sjónvørp-
um, so borðreiddi gamla
Norrøna bert við tveimum
flimrikassum í kaffeteriini. Og
tað var - eins og vanligt - bert
nakað at síggja, tá skipið var nóg
nær landi. Hetlendskt, svenskt og
norskt í brotum. Møguliga var
tað hesum fyri at takka, at tey 60
ferðafólkini sóust nógv meira
enn kanska 600 koyggjuhyggj-
andi ferðandi høvdu gjørt tað,
um tað var tann nýggja Norrøna.
Eisini vóru aðrir munir. Eitt nú
livdi spæliplássið á gomlu
Norrønu rættuliga upp til sítt
navn: Spælipláss. Við øllum teim
gulu, reyðu og bláu plastik-
kúlunum sum hoyra til. Hóast
gamla Norrøna er tríggjar ferðir
minni enn tann nýggja, so er tað
kanska einki yvirdrívilsi at siga,
at spælaplássið hjá børnum er
tríggjar ferðir størri enn lítla
frímerkið á tí nýggju Norrønu.
Men tað eru kanska prioritering-
arnar, sum eru orsøkin til tess. Í
øllum førum hevur gamla
Norrøna als ikki sama pláss á
sínum 21 metra breiða bildekki
sum tann nýggja við sínum 30
metrum. Og tað sást eisini. Hóast
kreppu í alivinnuni og annað
tílíkt, so var bildekkið á hesari
ferð til Danmarkar proppandi
fult av trailarum og bilum.
Eisini koyggjukamarið var sum
tað plagdi. Gamaní, eingin
modernað blá flip-over sofa sum
á tí nýggju Norrønu, men á
toilettinum við flisagólvinum var
heitt vatn í brúsuni og lítla lux-
hondsápan lá við vaskið. Og við
einari góðari bók gingu tímarnir
sína stillu gongd.
Eitt sindur áðrenn klokkan 17
leygarkvøldið sóust ljósini í
Hanstholm fyri framman. Fólk
og viðføri byrjaði at fylkjast
uttan fyri informatiónina. Enn
einaferð hevði eg silgt fyri
seinastu ferð við góðu gomlu
Norrønu. Og enn einaferð var
tað við eitt sindur av sorgblídni
at vita sær, at hetta var allar
seinastu ferð við hesum skipi.
Ein sera hugnalig og nostalgisk
ferð.
Tá Norrøna legði at í Hanst-
holm var myrkt og kalt. Heilt
ólukksáliga kalt. Til alla lukku
hevði eg fingið eitt lift við einum
suðuroyingi, sum skuldi niður
aftur til Billund at smíða hús.
Hansara Chevrolet við teim
breiðu dekkunum lá væl á
glerstoytta vegnum, og í tí djúpa
og breiða setrinum sat eg og
legði oyra til amerikanskan
rokktónleik frá 80’inum, sum
hartspælandi surround anleggið
dunkaði út. Og tá var tað, at eg
kom at hugsað um tað, sum
miðaldrandi kvinnan í tollfría
handlinum við einum brosi
svaraði mær, tá eg spurdi, hvussu
tað føldist aftur at arbeiða
umborð á gomlu Norrønu:
- Tað er næstan sum at vera
ung aftur.
Ongar spæliautomatir eru longur umborð á gomlu Norrønu, men merkini eftir teim síggjast tó enn
Eftir tógvi vaskistríð var 30 ára gamla kafeterian klár at taka móti fólki
Hóast alt kanska ikki er eins smart og nýmótans sum á tí nýggju Norrønu, so fungeraði tað heila sum tað skuldi
C
M
Y
K
29
28