leygardagur 31. januar 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
7
6
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
Niclas Johannesen
Eitt bítandi kalt mikukvøld í
oktober seti eg kós móti Nørre-
bro í Keypmannahavn. Skal hitta
Lehnert, gamla guitar kamme-
ratin frá Chase døgunum síðst í
80’unum og fyrst í 90’unum.
Nógv vatn er runnið í ánni,
síðani vit skrivaðu autografar á
naknar kvinnubringur á Tvøroyri
og vóru ’hot’ eina løtu á
popparinnar svikaliga palli.
Tankarnir leita 15 ár aftur í
tíðina. Og so fram til dagin í
dag. Tað hongur onkursvegna
saman. At Lehnert nú hevur sína
egnu fyritøku, har hann sjálvur
mastrar fløgur fyri at kalla allar
teir fremstu artistarnar í Dan-
mark og Norðurlondum annars -
og rúgvu av føroyskum eisini.
Hann hevur í roynd og veru
altíð verið ein feinschmecker.
Tann, sum roknaði ljóð út í
millidropum og ósjónligum
kilohertzum. Lehnert var um
nakar maðurin, sum skrúvaði,
snerkti og skrúvaði, keypti
nýggjar grejir, sendi forstyrkjarar
av landinum at viðgerast í
Svøríki, inntil ikki meira kundi
vindast úr ljóðtvøvuni. Alt í
leitanini eftir tí góða ljóðinum.
Og soleiðis endaði tað við, at
hann ikki at spældi á fyrstu
Chase fløguni, tí hansara krøv til
egna ljóð vóru á heilt øðrum
støði enn tað, vit putlaðu okkum
fram til aftan á arbeiðstíð.
Lehnert var farin og bólkurin
fekk eina turbulenta innflúgving
niður aftur á jørðini. Men tað er
ein onnur søga.
Hóast nógv vatn er runnið í
ánni síðani, so merkir hetta ikki,
at Lehnert er vorðin linari í
kongunum, tá tað um ljóð ræður.
Plátu heldur enn fløgu
"Ongar hálvloysnir!" - "Líka-
mikið hvat!", sigur Lehnert, "tað
er mín tankagongd". Ja, treyta-
leysur í síni leitan eftir tí góða
ljóðinum er hann framvegis, vísir
tað seg, nú eg loksins eri komin
upp gjøgnum trappurnar til
íbúðina, har hann býr og arbeiðir
í hesum døgum.
Røtt man kósin vera, tí sein-
astu mongu árini hevur hann
livað av tí burturav.
Á borðinum í íbúðini á 6.
hædd á Nørrebro liggur seinasta
fløgan við Daniel Lanois,
"Shine". Lanois er produsari,
høgt í metum. Serliga kendur
sum meistarligur ljóðarkitektur
(U2, Bob Dylan, Peter Gabriel
etc). Men tað er ikki fløguna,
hann vil spæla fyri mær. Lehnert
hevur nevniliga eisini LP-plát-
una. Hetta gamla formatið, sum
at kalla hvarv við digitalu koll-
veltingini, eigur framvegis sínar
vinir. Lehnert er plátumaður um
ein háls.
"Plátan hevur eina nerv, sum
fløgan ikki hevur", sigur Lehnert
og filosoferar víðari: "Eg eri
samdur við teimum sum siga, at
best ljóðandi tónleikurin er
gjørdur seinnu helvt í fimti-
árunum og so fyrst í 60’unum."
Fyri at undirbyggja sín pástand
tekur Lehnert fram eina gamla,
LP plátu, ið kallast OFF BEAT.
Lehnert sigur, at plátan varð
funnin á loppumarknaðin fyri
100 krónur. Út rungar tónleik-
urin, og undirritaði má ásanna, at
sjálvt dagsins Lanois á LP hevur
hørð odds ímóti sær, nú live-
spældur bigband tónleikur frá
1962 - upptikin á tvey spor -
rungar út í rúmið.
"Ikki, sannheit? Tað ljóðar
fantastiskt!"
Og rætt er tað. Ljóðið er sera
gott. Kann tað veruliga vera satt?
Ljóðaði tað betur fyri 40 árum
og milliardum av ljóðtøkni
granskaðum krónum síðani? Tá
ommur vóru tannáringar og Elvis
framvegis hevði sína idealvekt?
"Ja," sigur Lehnert og byrjar
síðani at greiða undirritaða frá
um gomlu tøkniligu prinsippini
mótvegis dagsins. "Í dag snýr tað
seg ikki um at tað skal ljóða væl,
men hart. Tað snýr seg um, at
tónleikurin skal hoyrast aftur í
supermarknaðinum, bilinum,
útvarpinum. Tí størsti parturin av
keyparunum hava ikki stór HI-FI
anlegg standandi har heima. Tí
kunnu útgávur, sum ljóða sera
væl á MTV vera eitt stórt ljóðligt
vónbrot, tá tú lurtar í anlegginum
har heima", sigur Lehnert.
Alt broyttist miðskeiðis í
sekstiárunum, tá transistorar
komu ístaðin fyri rør. Lehnert fer
víðari, útbyggir sína frágreiðing.
Tygara útsendi lurtar, men kann
ikki fylgja við. Hetta er ov
tekniskt. Men eg eri longu
seldur. OFF BEAT undirbyggja
sjónarmiðini hjá Lehnert.
4 ára gamal ljóðmaður
Lehnert var bert 4 ára gamalur,
tá mamman, Connie, tók hann
við sær til musicals, har hon
spældi klaver, Í Svøríki. "So
plagdi eg at sita og ansa eftir
monitorljóðinum. Mær dámdi
væl at skrúva og royna at finna
út av júst nær alt riggaði",
minnist Lehnert."
Sum tannáringur flutti Lehnert
til Føroya við mammuni, sum
undirvísti í Musikkskúlanum.
Nær byrjaði tú so at hava
áhugað fyri mastering?
"Tað byrjaði við, at eg sum
tannáringur keypti eitt sovorðið
primitivt masteringtól frá TC
Electronic, ið kallaðist M5000.
Tá var tað sjálvsagt ein stór
kollvelting, men í dag kann tað
ikki av álvara brúkast til nakað.
Men eg uppdagaði, at um eg
spældi ymsan tónleik ígjøgnum
hetta tólið, skrúvaði eitt sindur,
ja so kundi eg við hepnaðari
hond fáa endaligar upptøkur at
ljóða upp aftur betur. Og hetta er
í veruleikanum tað, mastering
snýr seg um. At fínpussa liðugt
framleiddan og mixaðan tónleik.
Um okkurt manglar, bassur,
millumtóni, diskantur, ella
kanska fylla ella dýbd, ja so er
tað her, at ein góð mastering
kann gera allan munin."
Lehnert sigur, at hetta hevur
verið almenn vitan í hálva øld í
USA og Onglandi. Mastering er
seinasta liðið, áðrenn tónleikurin
endaliga kemur á fløgu. Satt er
tað eisini, at um tú hyggur eftir
gomglu altjóða útgávum, so
verður altíð sagt, hvør hevur
mastrað. Ofta ganga somu
nøvnini aftur.
Sjálvur hevur Lehnert ein
favoritt: "Doug Sax var tann
fyrsti sum byrjaði við mastering
í USA og hann telist framvegis
millum teir allar frægastu.
Sjálvur dámar mær eisini sera
væl Bernie Grundman. Hann
hevur mastrað ótal av útgávum,
og eg trúgvi upp á tey somu
prinsippini sum hann."
Sjúkur av ljóði
Farnir eru tveir tímar. Lehnert
blakar OFF BEAT aftur á plátu-
spælaran. Vit vilja opinberast
aftur og semjast samtundis um,
at hesi gomlu grenjini, sum
svørja til plátuspælaran og
gamlar LP plátur, kanska hava
fatur í tí langa endanum. Her
hava tey eina sak!
Men ljóð kann eisini bera
skaða við sær. Sjálvur mundi
Lehnert fingið varandi arbeiðs-
skaða í fjør, tá hann legðist
sjúkur og ikki visti rættiliga, hvat
var áfatt. Hann var óarbeiðsførur
í útivið eitt hálvt ár. "Hetta var
ein ræðulig tíð. Eg royndi at
mastra. Men mátti geva upp. Eg
bleiv beinleiðis ússaligur av
ljóði."
Hvat var tað, sum bilaði?
"Leitast skal heilt aftur til
gomlu hølini, sum eg arbeiddi í
og tey amboðini, sum vit ar-
beiddu við. Serliga hátalararnar.
Tá eg byrjaði at arbeiða hjá
Dandisc (seinni SDC), minnist
eg, hvussu troyttur eg altíð var, tá
eg kom heim frá arbeiði. Eg var
sperdur. Men eg hugsaði ikki um
tað. Fólk eru jú ofta troytt aftan á
langan arbeiðsdag. Ein dagin
hava vit so fingið nýggjar
hoytalarar at royndarlurta á. Vit
seta teir nýggju hoytalararnar í
eina síðu og teir gomlu í hina
fyri at meta um munin. Fyrst lura
vit eftir teimum nýggju. Tað
ljóðar væl, halda vit. Síðani
skifta vit yvir í hina síðuna til
teir gomlu. Nú hendir okkurt
løgið: Eg og samstarvsfelagin
hyggja hvør upp á annan. Eg fái
rætt og slætt hjartabankan av
ljóðinum frá teimum gomlu
hoytalarunum. Vit kanna nærri,
og tað vísir seg, at hjá báðum
okkara fer pulsurin upp. Vit hava
í áravís arbeitt við amboðum,
sum stressa okkara kropp."
Lehnert gjørdist so ússaligur,
at hann seinasta summar fór til
læknan. Hann fekk ikki longur
arbeitt og læknin sendi hann nú
til nærri kanningar. Tað vísti seg,
at Lehnert hevði fingið eina
virus á balansu-nervina, og hevði
hann ikki fingið hjálp til tíðina,
so kundi hann havt fingið
varandi hoyriskaða. "Men av tí,
at eg arbeiði við ljóði dagliga, so
slapst undan hesum, virusin bleiv
uppdagað áðrenn allur skaðin var
hendir."
Hóast ábøtur vóru gjørdar so
er tað ikki fyrr enn seinasta árið,
at Lehnert av álvara er nøgdur.
"Nú byggir alt mítt set-up á
gomlu prinsippini frá 50’unum.
Eg havi hoytalarar, sum ikki
lúgva. Teir siga allan sannleikan,
og eg stórtrívist við at sita og
mastra. Eg troyttist ikki á sama
hátt longur," sigur Lehnert, sum
heldur ikki dylir fyri, at sjálvt
tann minsti smáluturin kann gera
allan munin.
"Ein leidningur á 20 senti-
metrar kann oyðileggja alt, um
ketan ikki er rætt sett saman."
Lehnert er onki hugaður at
prátað um, hvussu stórar íløgur
hann ger fyri at hava eitt
mastering studio, sum lýkur øll
góðskukrøv - ikki minst hansara
egnu. Bara ein leidningur av
rætta slagnum kann fara upp á
trýsiffraðar upphæddir.
Rock is power!
Hóast tað nú eru sjey ár síðani
Lehnert flutti til Danmarkar, so
saknar hann framvegis Føroyar.
"Eg eri náttúrumenniskjað
burturav. Eg elski náttúruna, og
so ta frísku føroysku luftina,"
Hann er eisini er sera positivur
um føroyska tónleikalívið, sum
hann upplivir tað úr fjarstøðu.
"Nýggja rákið á altjóða
marknaðinum gevur góðar
møguleikar fyri uppruna tónleiki.
Eisini tí føroyska, ið hevur sín
egna dám og ikki líkist so nógv
øllum øðrum."
Sjálvur var Lehnert tiðliga í
90’unum millum stigtakararnar í
Tórshavn, har ið roynt var at fáa
betri venjingarumstøður til
tónleikarar, spælistað - ja rætt og
slætt betri sømdir. Í dag frøðir
tað meg almikið, at fleiri føroysk
nøvn vinna fram - eisini uttan
fyri Føroyar. Eg minnist, hvussu
táverandi stjórin í Norðurlanda-
húsinum Peter Turtschaninoff,
sáli, sló nevan í borðið og rópti
út í rúmið: Rock is Power! Haldi,
tað sum hendir í Føroyum júst nú
er ótrúliga spennandi. Eg gleði
meg altíð at fáa tilfar sendandi úr
Føroyum."
Farið er um miðnátt. Men
áðrenn náttarkuldin sleppur at
seta seg í oyruni, skulu vit líka
hava eitt sindur av balsam.
Plátuspælarin melur. Leidning-
arnir liggja sum teir skula, og
OFF BEAT rungar út í rúmið.
Jú, tað er balsam fyri sálina, tá
ið góður tónleikur eisini ljóðar
væl. Tað hevði eg forsvorðið,
trúði at tað vóru bara vín,
whisky og træljóðføri, ið
gjørdust betri við árunum. Men
nú hevur tann pípan eisini fingið
aðrar tónar.
Og soleiðis hevur tað ljóðað
leingi í oyrunum hjá master-
manninum Lehnert, sum nú
hevur sína egnu fyritøku og
skjótt flytir í nýggj hølir mitt í
Keypmannahavn...
Lehnert gevur ljóðinum sjálvsálit
Síðani miðskeiðis í 90’unum hevur Lehnert Kjeldsen livað av at
mastrað tónleikaútgávur í Danmark . Lehnert livdi
tannáringaárini í Føroyum, og var virkin innan føroyska tónleikin.
Les samrøðuna við áhugaverda mannin, sum heldur enn fegin
keypir káplar úr silvuri í strembanini eftir tí rætta ljóðinum
Hvat er at mastra?
Mastering er eitt gamalt fak, ein týðandi liður í tónleikaframleiðsluni, sum vanligi
tónleikalurtarin helst ikki man gevasær stórvegis far um. Millum produsarar,
ljóðfólk og tónleikarar verður mastering ofta mett sum tað, ið kann lyfta eina góða
produktión upp í hægru luftløgini. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tá allur
tónleikurin er framleiddur og ljóðblandaður niður á tvey spor, so verður hann
koyrdur ígjøgnum eina seinastu gjøgnum tól - compressarar har ymiskar dimensjónir
við tónleikinum kunnu fáa eitt síðstu hjálpandi hond á leiðini. Lehnert mastrar eisini
øll tónleikasløg - ikki bara popp og rock, men eisini klassiskan tónleik, jazz,
heimstónleik osv.
"Av tí, at talan er um seinasta liðin í eini framleiðslu, so er samstundis hetta eitt
sera krevjandi og ábyrgdartungt arbeiðið. Tí gongur tað galið, ja so kanst tú vera
vísur í, at tað hoyrist aftur á endaligu útgávuni. Tískil krevst, at tú er púra skarpur
hvønn einasta dag. Tú mást duga at seta teg inn í allar sjangrir - ikki bara
ljóðtekniskt, men eisini tónlistarliga." Við mastering kunnu veikar upptøkur gerast
meira kraftfullar. Flatar, eilla kanska linligar, produktiónir kunnu brádliga fáa eina
dýbd, sum ikki var har frammanundan. Veik mix kunnu løtu seinni ljóðað feitari.
Um rætt verður mastrað, væl at merkja. "Mastering er ikki bara ein spurningur um
"bass og diskant". Við teimum tólunum, sum eg havi - sum eitt s.k
compressorar/limitarar v.m) kan eg eisini ávirka tann rytmisku kensluna (tíð),
uppfatan av nærleika (rúm) og so framvegis."
Lehnert viðgongur, at summar masteringar bera meiri brá av bjargingararbeiði enn
aðrar. Lehnert nevnir, at eitt nýggja pro-tools tøknin hevur havt við sær nýggjar
ljóðligar avbjóðingar har gamlar dygdir ikki telja á sama hátt, og hesum má eisini
takast hædd fyri, tá tú mastrar.
"Tað snýr seg um performance og ljóð. Hetta eru tveir tættir, sum tíverri ikki
verður ansað nógv væl eftir í ’fastood’ popp ídnaðinum í dag. Sjálvur sóknast
Lehnert serliga eftir tónleiki við meiri sál og innihaldi enn tað, sum serliga stóru
plátufeløgini geva út og hann heldur, at stóra kreppan í plátuídnaðinum onkursvegna
kann venda rákinum til tað betra.
" Í mínum arbeiði royni eg so vítt gjørligt, at undirbyggja tónleikin soleiðis, at
tann sálin, sum liggur í tónleikinum kann upplivast so sterkt sum gjørligt. Tú kanst
eisini siga, at eg altíð royni at gera tað soleiðis, at tónleikurin røkkur inn til lurtaran
- nakað, sum eg haldi er tað mest svikaliga við nógva av tónleikinum, sum verður
givin út nú á døgum."
C
M
Y
K
27
26