leygardagur 31. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Eg var ikki burtur. Eg fangaði
alt, var tað fyrsta, sum Anna
Petra Winther segði, tá hon
raknaði við aftur eftir at hava átt
ein son við keisaraskurði í
november 1989.
Hetta tók øll á bóli og sendi
síni ekkó gjøgnum føroyska
heilsuverksheimin. Anna Petra
kundi siga rætt frá øllum, sum
hevði gingið fyri seg inni á
skurðstovuni frá tí, at hon skuldi
eitast fyri at vera burturdoyvd, og
inntil tey doyvdu hana meira.
Anna Petra hevði ein øðrvísi
barnsburð við soninum, sum
eitur Pætur og er 14 ára gamal í
dag. Hann lá pinnastillur
gjøgnum allan burðin, og hon
merkti so at siga ongantíð lív í
búkinum. Hetta ørkymlaði hana
nógv, men barnsburðurin gekk tó
fínt.
Barnið í sitandi legu
Eina góða viku fyri at hon skuldi
eiga, fór hon til Havnar á hvíld-
arheimið fyri at hvíla í eina tíð.
Hon fekk verkir nakað, áðrenn
hon upprunaliga varð sett til,
men tað var eisini soleiðis við
hinum trimum børnunum, so tað
tók hon ikki so tungt. Hon legði
seg, tá verkirnir vóru byrjaðir
fyri at vera væl fyri, tá hon
skuldi eiga. Men hon sovnaði, og
tá hon vaknaði aftur, var long tíð
fráliðin, og alt var burtur. Hetta
var eitt stórt vónbrot fyri hana,
og hon skilti onki.
Anna Petra bleiv kannað, og
tað vísti seg, at Pætur hevði vent
sær og sat. Hóast fleiri royndir at
venda honum, so eydnaðist tað
ikki læknunum. Pætur gjørdist
stressaður av tí, og tí varð gjørt
av, at Anna Petra skuldi eiga
Pætur í sitandi legu. Hetta dámdi
henni onki, og tankin um at fáa
keisaraskurð var henni ógvuliga
tiltalandi.
Tvær royndir vóru gjørdar at
seta hana í gongd, men onki
hendi. Tá hon hevði ligið við
dropp í sjey tímar, hendi fram-
vegis onki. So varð gjørt av, at
hon skuldi eiga við keisara-
skurði.
Men onki kundi fyrireika hana
uppá tað, sum síðani fór at
henda.
Narkosan virkaði ikki
Anna Petra stúrdi, tí hon hevði
ikki roynt keisaraskurð áður.
Hon undrast á, at onki varð givið
henni fyri at taka tað róligt.
Eisini heldur hon tað vera ov
galið, at tað ikki verður greitt
nærri frá, hvat hendir við einum,
tá ein fer undir fulla narkosu.
– Hetta hevði eg helst ikki havt
hugsað um, um alt gekk sum tað
átti hjá mær, men tað gjørdi tað
ikki, og tí haldi eg, at tað er ov
galið, sigur Anna Petra sinnis-
rørd.
Meðan hon lá á skurðbriksini,
gingu øll rundan um hana og
gjørdu alt klárt. Síðani fekk hon
at vita, at nú fekk hon doyving.
Hon byrjaði at telja uppí tíggju
og sovnaði so.
Men hon vaknaði aftur eftir
einari lítlari løtu og var beinan-
vegin varðug við, at alt ikki
ruggaði rætt. Hon visti, at hon
hevði ikki átt, tí hon hevði ikki
verið burtur longi.
Hon vaknaði av, at onkur stóð
og trýsti eina slangu niður í háls-
in á henni. Nakað sum tyktist at
vera trupult hjá viðkomandi.
Klýggjukenslurnar hjá Onnu
Eg helt, eg var deyð
Tá Anna Petra Winther úr Skopun í 1989 gjørdist við barn fyri fjórðu
ferð, gleddi hon seg sum til hini trý. Men onki hevði kunnað fyrireikað
hana upp á barnsburðin og serstakliga føðingina, sum fór fram undir
narkosu, sum als ikki virkaði
Anna Petra Winther og sonurin Pætur, sum hon átti við keisaraskurði undir narkosu, sum ikki riggaði
Mynd: Jens K. Vang
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
5
Petru vóru har beinanvegin. Men
hon fekk ikki klýggjað, tí at allir
musklar hjá henni vóru deyðir.
– Eg kendi tað, sum at onkur
royndi at kvala meg, og eg var
ræðuliga bangin, sigur skopunar-
kvinnan, sum í dag býr í Havn.
Anna Petra hugsaði um rørsl-
urnar og kendi tað, sum at hon
vildi spýggja, men hon fekk onki
gjørt. Tað var bara í høvdinum á
henni.
Orsøkin til, at Anna Petra ikki
føldi sínar musklar er, at pílagift
verður sprænd inn í kroppin
saman við doyvingini, og hendan
lammar allar musklarnar.
So hoyrdi hon narkosusjúkra-
systrina siga, at hon ikki megn-
aði at fáa slanguna niður í hálsin
á henni. Læknin tók yvir, og lítla
løtu seinni var tað gjørt.
Eg doyggi
Tá slangan var komin upp á
pláss, byrjar Anna Petra at føla
tað, sum at hon andar út og fær
ikki andað innaftur. Slangan,
sum varð koyrd niður í hana, var
til respiratorin. Men Anna Petra
visti ikki av tí, og tískil helt hon,
at hon at hon nú fór at doyggja,
tí hon fekk ikki luft.
– Eg andaði bara út og fekk
ikki andað inn. Og eitt og hvørt
menniskja veit, at tá ein ikki
andar, so doyr man. So eg ivaðist
ikki í, at eg var deyð, tá eg hevði
ligið og barst við at anda í eina
góða løtu, og tað ikki eydnaðist,
greiðir hon frá, meðan hon hevur
hendurnar um hálsin sum um at
hon framvegis kennir slanguna í
hálsinum.
Panikkurin var øgiligur í
henni. Hon hoyrdi teg flyta seg
inni í skurðstovuni. Innan í rópti
og geylaði hon eg doyggi, eg
doyggi.
Tuflurnar, sum tey øll vóru í,
ljóðaðu sum um tey leikaðu í
inni har, og hon var fullkomuliga
frá sær sjálvari. Innaní, tí at
síggja til lá ein fullkomuliga
burturdoyvd Anna Petra á skurð-
songini koplað til respiratorin, og
øll gingu bara útfrá, at hon lá í
fasta svøvni. Hon stríddist við at
anda, men har hendi onki og so
við og við vandi hon seg við
tankan um, at hon var deyð, og
at soleiðis var tað, tá man var
deyður.
– Tað ringasta var tó, at eg
visti, at eg hevði ein blóðtrýst-
mátari á mær, og eg skilti ikki,
hví tey ikki løgdu til merkis, at
eg var við at doyggja ella longu
var deyð, tí tað mátti sæst aftur á
mátaranum, sigur hon.
Hon hevði hug at skríggja,
rópa og rykkja seg leysa, men
hon fekk onki gjørt.
Sker bara!
Brádliga tekur hendan kvinnan,
sum stendur aftan fyri hana og
hálar eygnalokið hjá Onnu Petru
upp. Hon sá beint í eyguni á
narkosusjúkrasystrini.
– Eg gloymi aldrin aftur eyg-
uni á henni, sigur Anna Petra
hart. Narkosusjúkrasysturin
segði bara, hon hevur tað fínt.
Sker bara!
Anna Petra var frá sær sjálvari.
Hon føldi væl, at teir skóru hana.
Hon samanber tað við tá, ein
hevur ein óhvassan knív og sker
eitt fransbreyð.
Pínan, sigur hon, var ikki so
øgilig, heldur alt hitt, sum gekk
fyri seg í høvdinum á henni.
Hon helt, at hon var deyð á
skurðborðinum, og nú skuldu
læknarnir bara hava barnið út, tí
hon kundi ikki fara til gravar við
barninum í sær.
– Um teir so skóru meg sundur
hendan dagin, so hevði tað ikki
verið øðrvísi. Hitt yvirdoyvdi alt,
sigur hon.
Alla hesa tíðina hevði hon ikki
hugsað einaferð um barnið, men
nú tá hon var skorin, royndi hon
at hugsa um hann.
Brádliga hoyrdi hon læknan
siga við jarðarmóðirna:
»Tak tú barnið!«
Aftur kemur tankin um, at hon
ikki hevur andað so longi.
– Tá eg hoyrdi, at barnið var
úti, tá var eg fullvís í, at eg var
deyð, tí tá hevði eg ikki andað so
longi, sigur Anna Petra rólig á
røddini.
Meðan hon hugsar soleiðis er
tað tíð at seyma hana aftur. Hon
hugsar um seymingina og heldur,
at nú er onki eftir. Hon hevur
gloymt alt sum barnið, og tað
einasta, sum melur í høvdinum á
henni er, at nú er hon deyð, og
alt er yvirstaðið.
Tá fær hon meira doyving og
so er hon vekk.
Eg fangaði alt
Anna Petra átti Pætur klokkan
16.54 tann 10. november í 1989.
Nakrar tímar aftaná vaknaði hon
aftur. Hon ýldi og græt púrasta
frá sær sjálvari. Hon visti bein-
anvegin, at hon ikki var deyð, og
tað gekk upp fyri henni, at hon
var enn í hesu verð.
Hon fekk eina sproytu av
doyving frá sjúkrasystrunum,
sum vóru hjá henni, tí hon var so
uppøst.
Nógv er henni ógreitt, tí hon
var so doyvd, men eitt minnist
Anna Petra serliga væl til.
Meðan hon varð trillað eftir
gongini, raknaði hon við nakrar
ferðir, av at sjúkrasystrar vístu
henni, hvussu hon skuldi anda.
– Ja, soleiðis. Anda inn og
anda út, søgdu tær, meðan tær
trýstu á búkin hjá mær, greiðir
Anna Petra frá. Hon var so
ávirkað av tí, sum var hent, at
hon hevði gloymt, hvussu ein
andaði. Heilin hjá henni var jú
innstillaður uppá, at hon var
deyð.
Grátur og øði
Tá tey komu nakað longur eftir
gongini, kom Karlon, maður
Onnu Petru og segði, at tey
høvdu fingið ein fittan beiggja,
sum hevði tað gott og lá í
kuvøsu.
Anna Petra breyt fullkomuliga
saman og segði honum alt. Øði
kom í hann, og hann spurdi, hvat
hetta var fyri nakað.
Aftur fekk Anna Petra eina
sproytu. Og serliga hetta hevur
Anna Petra hug at fílast inná.
– Hvørja ferð eg breyt saman
og fór at gráta, fekk eg eina
doyvandi sproytu. Tað tyktiskt,
sum um tey ikki vildu, at eg
skuldi gráta, sigur hon.
Seinni um kvøldið savnaðust
øll, sum høvdu havt við skurð-
viðgerðina hjá Onnu Petru at
gera, inni á stovuni hjá henni.
Læknin spurdi hana, hvussu
nógv hon visti. Alt passaði, sum
hon segði.
Tá narkosusjúkrasysturin kom
inn, legði Anna Petra í sínari
villareiði og syndarligu støðu á
hana.
– Eg segði eitt ikki so pent orð
við hana og so, at hon hevði
sagt, at eg hevði tað fínt. Hon
vendi sær í hurðini og slapp sær
burtur, sigur Anna Petra, sum
seinni angraði, at hon hevði
verið so ill við hana.
Onga doyving
Anna Petra slapp ikki at hava
sonin inni á stovuni hjá sær um
náttina, tí hon fekk doyvandi, so
hon segði nei takk til doyvingina.
Hon vildi hava Pætur inni hjá
sær. Sambandið við hann var
vorðið tættari, tí føðingin var so
ræðulig.
Hon fekk sín vilja og slapp at
hava hann inni hjá sær. Mitt um
náttina vaknaði hon. Hon ristist
og skalv av abstinensum. Hon
fekk ikki tosað, og hon mátti
ringja eftir hjálp.
Tá fekk hon so aftur eina
tablett at sova av. Men tað var
eisini tann seinasta.
Svøvnleysar nætur
Sjey dagar eftir føðingina slapp
Anna Petra heimaftur. Trý spent
børn bíðaðu heima í Skopun eftir
henni og Pæturi. Tann fyrsta
tíðin var ræðulig. Anna Petra
svav ikki eina nátt. Hon hevði
marruna í langa tíð.
– Eg royndi sum frægast at
stríða meg ígjøgnum tíðina. Tað
var ikki lætt, sigur Anna Petra,
sum enn tann dag í dag hevur
stórar trupulleikar við at fara til
tannlækna.
Tað einasta hon hugsaði um
var, at hon ikki skuldi hava fleiri
børn. Men so bleiv hon aftur við
barn. Og tað vóru níggju harðir
mánaðir hjá henni at koma
ígjøgnum. Men alt gekk upp á
stás. Hon átti Tór eftir lítlari løtu
uttan nakrar trupulleikar. Og
Anna Petra ivast ikki í, at tað
bara er ein, sum vildi minna
hana á gleðina við at eiga eitt
barn aftur.
– Ein er, sum hevur hildið mær
uppi øll árini. Eg tori ikki at
hugsa tankan um, hvussu hevði
verið og hvar eg hevði verið, um
eg ikki átti Jesus í hjartanum.
Hóast alt, havi eg merkt hann hjá
mær, og hevði eg ikki klárað alt
uttan allar bønir, ið eru sendar
fyri mær. Bert tí havi eg klárað
alt stríðið, sigur Anna Petra
Winther.
Her er Pætur avmyndaður á Landssjúkrahúsinum tann dagin tey skuldu heim. Hini trý systkini Jacoba, Mary og Hávardur vóru sera spent. Tvey ár seinni
kom yngsti beiggin, Tór, til verðina
Privatmynd
C
M
Y
K
25
24