leygardagur 31. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nikon Coolpix 5700 myndatóli
og einum nostalgiskum skribenti,
parkeraðum á Hellunum. Og hon
er komin aftur mong tíggjutals
túsund ár undan hesum, stilli-
sliga, uttan hóvasták og skriving.
Hon fer at halda á fram at koma
aftur fram til tann eina dag, tá
stjørnurnar fara at detta niður av
himmalinum og alt upploysist í
eldi og roki og vilja tit vita meira
um hetta so kunnu tit fara í
Opinberingina og evangeliini, tað
er spennandi og øgisligur lesn-
aður til áminning, uppbygging
og forskrekkilsi.
Eg skal ikki plága tykkum
meira við fjallaskuggunum í
fjallinum í Oyndarfirði, tí um
nakrar fáar dagar er sólin komin
so høgt, at skuggin er burtur og
tá er ikki meira at skriva um
hetta evnið ikki fyrr enn aftur í
heyst um mánaðarskiftið
november/-desember, tá alt
endurtekur seg aftur, bara í
øvugtari rekkjufylgju.
Meðan sólin dvølist niðri í
heimbygdini, standi eg í
skugganum úti á Hellum, her er
myrkt sum í Depli á vetri, sera
ringur sólargangur og eg hugsi
hvussu nógv mín heimbygd er
broytt seinastu 150 árini, meðan
Hellurnar hava verið bygd í
Føroyum. Tá undamaður mín í
fyrstbygdu niðursetuhúsunum á
Hellunum, lambamaðurin Janus
Jensen settist niður her í 1849
var Tartur einasta hús í Oynd-
arfirði innanfyri Stórá. Hygg í
dag, nú er kapping um at leggja
bøin undir norsk og donsk typu-
hús og við hesi gongd , so er
bygt niðan til garðarnar um
stutta tíð. Vakri bøurin verður
eirindaleyst og uttan fyrilit tikin
til húsabygging. Og hetta
ættarliðið er ikki verri enn
undanfarin. Skrúvi bara tíðina
150 ár aftur, so fáa tit sjón fyri
søgn. Av húsum tá standa bara
Dungin og kirkjan eftir, alt hitt er
nýtt. Men um tað er gott ella
ringt ferð tíðina at døma um.
Oyndarfjørður hevur verið fyri
broytingum fyrr, hann hevur
fleiri ferðir, allur sum hann er,
verið undir ísi upp til
fjallatopparnar, á sama hátt sum
vit síggja í Grønlandi og á
Svalbard í dag. Sár frá gravkúm
og útlendsk sniðgivnum húsum
fer hann eisini at tola. Tað er
nokk bara evsti dagur, sum kann
hótta hesa fjálgu vøggu.
Epilogur, endatala
At leita eftir sól í Oyndarfirði
hesa árins tíðina er ikki bara sum
at siga tað, men meðan hendan
greinin bíðaði eftir at koma í
blaðið, komu vit fram til 21.
januar. Tá sá sólin í Oyndarfirði,
ein máni er liðin síðan
styttstadag og myndin sínir
hvussu sólin flytir seg á
himmalinum. Myndin er tikin á
middegi, tá sólin stendur í suðri
og er hægst á himmalinum. Nú
er ongin ivi, bygdin, tann gamla,
liggur baðað í sólarljósi, fjalla-
skuggin er næstan horvin, og lív
er aftur komið í sovandi kykt og
linan vøkstur. Og ein eygleiðing
kom av hesum trimum mynd-
unum. Tey innastu húsini í
bygdini, tey sum eru til vinstru í
myndini, tað eru tey sum eru
nærmast sólini, men tað eru tey
sum síggja hana seinast.
Nú kunnu tit kanska spyrja enn
einaferð, hví skrivi eg alt hetta
um sólina. Ella sum eg hoyrdu
nú ein dagin í Oyndarfirði, tá eg
prátaði við ein mann um hvussu
langt sólin var komin. Hann risti
við høvdinum, beit meg av stutt
og greitt og óimponeraður og
segði: Og hvat so, men nakað
heilt annað, hvat heldur tú um
valið?
Men gitni filmsleikstjórin
Steven Speelberg kemur kanska
nærri svarinum um hesa skriving
í filminum um báðar littu
systrarnar í suðurstatinum, har
niðarfyristandandi brotið er tikið
úr:
“I think it pisses God off, if
you're walking by the colour
purple in a field and you don't
notice it (From 'The Colour
Purple')”
“Eg haldi Gud gerst rættuliga
súrur og særdur, um gongur í
eini blómuskrýddari ong og ikki
varnast tað.” Leysliga týtt.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tíðin og maktirnar
Tríggjar vikur eru millum hesar
myndirnar. Onnur, tann við stóra
skuggunum á fjallinum, er tikin
styttsta dag av Hellunum og
heim til Oyndarfjarðar. Tað er
fjallið sum vísur okkum hvussu
sólin ferðast eftir himinum, so
næstan ótaldar nógvar kilometrar
burtur. Og aðrastaðni í landinum
eru tað onnur fjøll, sum siga
fólki frá hvussu nógv dagurin er
longdur, hvussu nógv ljósari tað
longu er blivið síðan styttsta dag
beint undar jólum.
Onnur er tikin styttsta dag og
hin er tikin 23 dagar seinni og
munurin er stórur. Styttsta dag
eru tað bara tvey hús í
Oyndarfirði, har sólin skínir
beinleiðis á. Tað er á Marknagili
og í Garðshorni, nú eru tað
longu fleiri, ja er klárt um hesa
tíðina, so fáa øll húsini í gomlu
bygdini at síggja Várharra’sa sól,
sum skínur yvir høgum og
lágum.
Sólin lumpar eitt sindur. Gam-
alt er í Oyndarfirði, at antin á
nýggjárinum ella á Trettandu
skal sólin aftur skína á
kirkjutornið. Tað hevur ikki heilt
við vissu eydnast at fingið hetta
staðfest eftir minninum hjá eldri
oyndfirðingum. Á nýggjárinum
og á Trettandu sást ikki
farvegurin av nakrari sól í
Oyndarfirði í ár. Tað var illveður
báðar dagarnar.
Oyndfirðingar eru eisini um-
skiltir um teir ikki heilt við vissu
duga at siga frá sólini ávísar
dagar, tí ofta er hon slett ikki at
síggja og annars í allari almindi-
ligheit hava teir annað at gera
enn at ganga og hyggja eftir sól-
ini.
Sólin lumpar eitt sindur, tí nú
tann 14. januar á middegi, tá hon
er hægst á himmalinum, so
skuldi hon lýst kirkjutornið í
Oyndarfirði og húsini har kring.
Í hvussu er, um tú stendur á
Hellunum og hyggur heim og har
sær tú alt. Tað ger hon ikki,
kirkjutornið er grønt, sum undan
penslinum, og har skyggir einki.
Og hyggur tú fram á Helvtina,
sum tú ikki sær úr Oyndarfirði
ella av Hellunum, men sum tú so
víst sum Amen í kirkjuni veit er
har, so fær tú forkláringina.
Tað hongur soleiðis saman, at
alt sólarljós, sum skal røkka
norður til Oyndarfjarðar hesa
tíðina av árinum má koma um
Helvtina á heilt jøvnum føti við
alla aðra ferðslu í landinum. Sól-
arljósið ferðast við rúkandi ferð
heim eftir Helvtini, ótarnað av
svarthálku, gleri og krapa. Alt
sólarljós til Oyndarfjarðar má
koma gjøgnum hesa smogu. Og
prógvið síggja vit uppi fjalli har
høgru megin stendur skuggin av
Jarðardalstindi meitlaður svartur
inn í gula og morreyða hagan.
Vinstru megin er tað Knúkur,
sum speglast aftur sum
fjallaskuggi uppi í fjalli.
Ókenniligur, men tað er hann,
tað vita vit staðkendu.
Sólin lumpar eitt sindur, tí
mær er fortalt, at tá hon er hægst
á himni á middegi, tá hon
stendur í suðri, so skal hon lýsa á
kirkjutornið og tað ger hon
barasta ikki í dag. Taka mínir
bygdafelagar feil. Minnast teir
skeivt, ella er tað bara møsn. Tað
er myrkt heimi í bygdini,
dagsljós, men einki eldhav í
glinsiniborgunum skyggir út til
mín á Hellunum.
So hendur undrið. Jørðin snar-
ar við alsamari ferð eitt sindur
meira eysturá um seg sjálvan,
sum hon plagar og sólin flytist
longur vestur á himinin og nú
henda broytingar upp í fjalli.
Fjallaskuggin lækkar, flatnar
næstan út og tann annars so
mektigi Jarðardalstindur er ikki
annað enn ein pirra í skuggalíki
omanfyri Miðhamar. Og sólin
fer at skína niðri í bygdini á
grøna tornið, har klokkan sunnu-
dagar og heilagt kallar sálir allar
heima til hallar. Og tornið lýsnar
og grøni liturin gerst heitur í hes-
um stutta fløva uttan úr al-
heiminum frá okkara lívgevandi
sól millum ævinleikan og
okkum. Og trúgva eldkúlan
minnir okkum støðugt á hvussu
lítil vit eru í Guds skapannar-
verki.
Oyndarfjørður hevur fingið
sólina aftur, hesuferð
dokumenterað við einum
Sólin fýra vikur hægri
Várharra er pírin við sólarljósið til oyndfirðingar styttsta dag undan jólum. Myndin er tikin tann 21
desember í fjør sum var ein tann styttsti dagurin í árinum.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
21. januar. Nú bakar sólin
klárar dagar so nógv niðri í
bygdini í Oyndarfirði, at
hitin rættuliga kennst av
henni.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
21 dagar eftir styttsta dag er skýggin lækkaður munandi upp í fjalli í Oyndarfirði, myrkrið er av á
hesum sinni.
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
3
2
Sosialurin Nr. 21 - 31. januar 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
C
M
Y
K
23
22