Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 21 - 31. januar 2004 Talvfelagið Føroyar stríðist fyrst og fremst fyri at halda sær uppi í donsku 1. deild. Heini Olsen er ikki tøkur í 5. umfari, so javnt ímóti Brønshøj hevði fløvað UPPTAKT Talvfelagið Føroyar Í fjórða umfari leiktu føroyingar ein góðan 4-4 javnleik ímóti K41, sum liggur á einum triðja plássi. Mótstøðumennirnir í 5. umfari eru úr Brønshøj. Sein- asta ár kláraði Brønshøj seg nógv betur enn væntað og fingu teir eina bronzumedalju burturúr. Í ár hevur Brønshøj ikki heilt klárað at liva upp til úrslitini frá seinasta ári, sjálvt um liðið er styrkismett sum nr. 3 í sterkastu deildini á flatlondum. Málið Føroyska liðið hyggur fyrst og fremst niðureftir á stiga- talvuni, og tað er at frøðast um, at munurin ímillum næst- niðasta liðið og triðniðasta lið gerst alt størri. Longu í fyrsta umfari av kappingini lá tað í luftini, at tað vórðu Århus og Nørresundby, sum helst fara ta tungu leið niður í 2. deild. 2-4 umfar hava einki broytt uppá hendan spádóm - heldur hinvegin. Gjógvin tykist stór ímillum Nørresundby og føroyska talvfelagið og hon tykist bara at veksa. Tó skulu føroyingarnir ansa sær við ikki at kenna seg alt ov tryggar. Haldast skal á við at stríðast fyri hvørjum einasta stigi. Um vit vinna á Brønshøj sunnudagin er eitt møguligt triðja pláss kanska ikki so øgiliga fjart. Tað er tó fyrst og fremst tankarnar um at sleppa undan niðurflyting vit hugsa um, tá vit sessast við talvborðini ímóti Brønshøj. Harafturat kunnu vit kanska vóna at kunna pynta eitt sindur meira uppá støðuna, soleiðis at kanska kunnu koma uppá eitt fimta pláss. Trý umfør eru eftir at leika. Støðan er hendan: 1. Helsinge 24,5 stig 2. Skolerne 20,0 3. K 41 19,0 4. Brønshøj 16,0 5. SK 1968 16,0 6. Føroyar 14,5 7. Nørresundby 9,5 8. Århus 8,5 Eitt sindur um Brønshøj Brønshøj hevur sum sagt eitt javnt sterkt lið. Úrslitini hava verið javnt góð. Vert er tó at leggja til merkis, at Brønshøj tapti 5-3 ímóti K41, sum føroyingar fingu javnt ímóti. Hinvegin tapti Brønshøj bert 3,5 - 4,5 ímóti donsku meistarunum frá Helsinge - Føroyar taptu 1-7 móti teimum. Samanumtikið er Brønshøj favorittar at vinna sunnu- dagin, um metast skal út frá styrkitølum og úrslitum higartil í 1.deild. Væntaða úrslitini undan dystinum gevur Brønshøj 4,81 og Føroyum 3,19 stig. Um vit fáa 4,0 stig til høldar má tað sigast at vera nøktandi. Ovaru borðini Stórmeistarin á føroyska liðnum, Einar Gausel, hevur enn ikki tapt nakað talv í kappingini. hesaferð fær hann aftur ein stórmeistara ímóti sær, svian Tiger Hillarp-Persson. Tiger, sum leikar við kollfirðingum í heimligu liðkapp- ingini, búði tveir vetrar í Kollafirði, har hann vandi teir ungu telvarnar í Kollfjarðar Talvfelag. Tigarin hevur verið eitt sindur tannleysur higartil - tapt tvey talv, eitt javn og bert vunnið eitt fyri Brønshøj. Ikki nakað sermerkt vána- ligt úrslit tá mótstøðan hevur verið hørð; tríggir út av fýra mótstøðumonnum hansara hava verið stórmeistarar. Olaf Berg vann á Tiger seinasta vikuskifti í føroysku liðkapp- ingini, so vónirnar um at Einar kann hála eitt heilt stig heim eru góðar. Á øðrum borði sleppur Nikolaj Borge á føroyska liðnum eisini at telva ímóti einum telvara, sum er sera væl kendur í føroyska talvheiminum. Kim Pilgaard hevur telvað í Føroyum seinastu tvey árini, hann vann m.a. 1st Klaksvík International í 2002. Eitt spennandi talv á øðrum borði, har Pilgaard við hvíta fólkinum kanska hevur favoritt- rolluna. John Arni Nilssen á triðja borði hittir stórmeistaran Carsten Høi. Teir báðir hava áður telvað fleiri ferðir ímóti hvørjum øðrum og John Arni hevur eisini vunnið fleiri ferðir á Carsteni. John Arni er væl sterkari, tá ið hann telvar við hvítum, so vónirnar eru góðar. John Arni hevur meira í rating enn stórmeistarin hinumegin borðið, men orsakað av lestri hevur talv verið eitt sindur í bakgrundini í seinastuni hjá skopuninginum. Ein javnleikur vildið verið nøktandi. Flóvin Tór Næs á fjórða borði fær góða vinmannin, Torbjørn Bromann, yvirav sær Teir hava kenst frá norðurlandakappingum síðan teir vóru heilt smáir, eins og teir gingu á Tjele Efterskole saman. Bromann hevur havt stóra framgongd í seinastuni og í november ognaði hann sær sín næsta IM-norm. Við hvítum má Bromann metast sum favorittur, men tó kann alt henda, eftirsum teir kenna snildirnar hjá hvørjum øðrum væl. Niðaru borðini Stórur saknur er í Heina Olsen, sum vegna eina kapping í Norra, ikki verður tøkur sunnudagin. Gleðiligt er kortini at síggja, at Heini telvar væl í løtuni, og hevur 2,5 stig av 3 í norsku IM-kappingini. Eyðun Nolsøe tekur sessin á fimta borði, og tað er ikki ein og hvør klaksvíkingurin møtir; 61 ára gamli IM Bjørn Brinck-Claussen hevur mangan umboðað Danmark á talvolympiadum, hevur vunnið DM nakrar ferðir og hevur í longri tíð ligið trygt millum 23-2400 í rating. Um Eyðun fær hálva stigið, verða vit vælnøgdir. Carl Eli N. Samuelsen fær svarta fólkið móti einum støðugum 2250+ telvara, og somuleiðis okkurt stigið til føroyska liðið á 6. borði, er kærkomið. Maðurin, ið saman við Flóvini, bjargaði føroyska liðnum javnleik móti K 41 í 4. umfari, Heini Danielsen, mannar hesaferð 7. borð. Við hvíta fólkinum kann Heini saktans vinna á einum 2200-telvara. Ikki verður tað lætt hjá Pól Martini Hansen sunnudagin á 8. borði. Yvir 400 ratingstig er á muni millum kollfirðingin og danan. Væntaðu liðuppstillingarnar: Væntað Føroyar Brønshøj scora 1 Einar Gausel 2525 Tiger Hillarp-Persson 2512 0,52 2 Nikolaj Borge 2408 Kim Pilgaard 2459 0,43 3 John Arni Nilssen 2426 Carsten Høi 2388 0,55 4 Flóvin Tór Næs 2337 Thorbjørn Bromann 2323 0,52 5 Eyðun Nolsøe 2227 Bjørn Brinck-Claussen2349 0,34 6 Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2194 Jacob Carstensen 2280 0,38 7 Heini Danielsen 2165 Nicolaj Lars Palm 2262 0,37 8 Poul Martin Hansen 1848 Morten Lund Ligaard 2253 0,08 samlað 3,19 Kvinnurnar hjá Drátti kunnu arga bæði TB og Mjølnir um vikuskiftið, og hjá monnunum skulu klaksvíkingar nú hita upp til gullbrakið, sum verður í Klaksvík um eina viku FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Spenningurin í manskapp- ingini í flogbólti hevur fyri tað nógva snúð seg um, hvørt tað verða klaksvík- ingar ella fuglfirðingar, sum verða teir stinnastu hetta kappingarárið. Ein partur av svarinum fæst kanska, nú klaksvík- ingar fara at hita upp til stórdystin, sum verður næsta vikuskiftið. Hesa ferð eru tað sør- vingar, sum koma á vitjan, og hóast teir ikki eru bein- leiðis partur av gulldystin- um, so eru teir liðið, sum kann skapa eitt sindur av ravasju í hesum, um teir brádliga fara at arga annað av oddaliðunum. Sum støðan er á talvuni í løtuni, so er tað ÍF, sum er á odda, men teir halda frí um vikuskiftið, og tí kann Mjølnir koma upp á javn- støðu við einum sigri. Hin dysturin hjá monn- unum verður hesa ferð millum Fram og Fleyr. Tað er ein dystur, sum valla fær nakran praktiskan týdning, annað enn tað, at týdning- urin jú er um grannaupp- gerð, men tað kann í nógv- um førum vera nóg mikið til at skapa kravda spenn- ingin. Dráttur kann arga Hjá kvinnunum vitjar Vág- oyggin eisini í Klaksvík, tá Dráttur fer norður. Her er einki at ivast í, at Mjølnir eru at rokna sum favorittar, men hartil er eisini neyð- ugt hjá heimaliðnum, at tær vinna dystin, uttan at sett verða latin. Í øllum førum um tær framvegis vilja hava møguleikan einsamallar at gera av, hvar gullið skal enda. TB hevur hesaferð tveir dystir á skránni. Leygar- dagin hava tær heiamvøll móti ÍF, og sunnudagin vitja tær so hjá Drátti, sum soleiðis eisini hevur tveir dystir hetta vikuskitið. Tveir dystir, sum avgjørt eru av truplara slagnum, men sum hinvegin við bara einum setti til vágakvinn- urnar kunnu vera við at skumpa eitt sindur undir javnvágina í gullstríðnum. Dráttur hevur lykilin Skert føroyskt lið í eldin sunnudagin Heini Olsen er ikki við á føroyska liðnum, sum um vikuskiftið skal dystast móti Brønshøj C M Y K 20 Nr. 21 • leygardagur • 31. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Eg helt, eg var deyð Samrøða við Onnu Petru Winther úr Skopun Lesið síðu 4-5 MAMMUBÓLKUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fyri 13 árum síðani komu sjey børní Klaksvík í verðina innan fyri tíggju dagar. Tær sjey mammurnar vóru koyrdar í ein mammubólk, sum hittist einaferð um mánaðin saman við heilsusjúkrasystrini. Har fingu tær høvi til at tosa um børnini og um alt, sum hevur við nýføðingar, barnsburð og føðing at gera. Hvat er tann rætti maturin, tann rætta blæan, rætta svøvnmynstri og alt, sum ein nýbakað mamma gongur og hugsar um. Summar høvdu fingið sítt fyrsta barn, meðan aðrar áttu onnur frammanundan. Men allar høvdu tær tilfelags, at tær áttu ein nýføðing. Hetta er vanligt í dag, at mammubólkar blíva til eftir barnsburðar. Men teir varða sum oftast bert tey fyrstu árini, og so detta teir burtur, tá børnini eru vorðin stór. Men ikki hesin mammubólkurin í Klaksvík, sum herfyri var saman í heiminum hjá Kamalu og Óla Langgaard. Har sita mammurnar ikki longur og práta um blæur og svøvn. Í dag tosa tær um, hvussu tað er at eiga tannáringar og hálvvaksin børn. Kamala drívkraftin Inni í stovuni hjá Kamalu Langgaard sita seks ung um 13 ára aldur og mammurnar hjá teimum. Tann sjeynda er ikki komin. Prátið gongur lívliga fyri seg, og tað letur til at vera rættuliga hugnaligt. Tey sita rundan um eitt borðið, og Kamela hevur júst borðreitt við breyði og páleggi, køkum og øðrum góðum. Hesi er savnað saman, tí at øll børnini vóru fødd innan fyri tíggju dagar í 1990, og mamm- urnar hava hitts javnan síðani. Tær siga, at tað er Kamala, sum er tann heilt stóra drív- kraftin aftan fyri, at mammu- bólkurin hevur verið til so longi. – Um tað ikki var fyri hana, so trúgvi eg neyvan, at vit høvdu verið saman so ofta, sigur Tina Purkhús, og hinar nikka sam- tykkjandi. Útferð Fyri nøkrum árum síðani vóru allar mammurnar við teirra børnum eina útferð í Hattarvík á Fugloynni. Ein dagur, sum var avbera væleydnaður. Børnini kennast rættuliga væl í dag, og nøkur av teimum ganga í sama flokki. Tey koma væl út av tí saman, og tað halda mammurnar vera deiligt. – Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at fáa tey við til ein mammubólk, siga tær seks. Tær hava ikki hitts so ofta seinnu árini, men hava tó hildið sambandið við líka. Um tær fara at halda áfram við at hittast, tað veldst um Kamalu, siga tær skemtandi. Tær høvdu kunnað hugsað sær at hildið fram, men siga tað vera torført at finna stundir til tað. Men siga tær, tað ræður bara um at finna sær tíðina til tað. So ber tað til. Tær tosa í øllum førum um, at næstu ferð fara tær til Gøtu, har ein teirra er búsitandi. Hálvvaksin mammubólkur Mammubólkar eru allastaðni kring landið. Nýbakaðar mammur njóta møguleikan til at fara út við teirra barni og bara tosa um børn, blæur og so framvegis. Men ein mammubólkur í Klaksvík hevur havt langa livitíð, børnini eru 13 ár í dag og enn hittast mammurnar og børnini av og á Hálvvaksni mammubólkurin frá vinstru: Ella og dótturin, Leila, Ansi og Malan, Tina og Elisabeth, Kamala og Marie, Amanda og Liljan, Marjun og Jónstein. Gudny og Ólavur vænta á myndini 21