leygardagur 31. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 31. januar 2004
19
18
Nr. 21 - 31. januar 2004
37 ára gamli super-
ligaveteranurin Heine
Fernandez kom fyrr í
vikuni til Føroya, har
hann hetta komandi
fótbóltsárið skal
venja meistaraliðið
HB. Sosialurin hitti
Heine í felagshølun-
um hjá Havnar Bólt-
felag mikukvøldið
FÓTBÓLTUR
orð: Terji Nielsen
myndir: Álvur Haraldsen
Hann er mest skorandi
leikarin í søguni hjá donsku
superligaini, og hann hevur
eisini vunnið tvey donsk
meistaraheitir við ávíkavist
Silkeborg í 1994 og FC
Keypmannahavn í 2001.
Navnið er Heine Fernan-
dez, og nú hann 37 ára
gamal hevur valt at steðga
við at spæla á toppinum í
Danmark, fer Heine at
royna seg sum leikandi
venjara hjá føroyameistar-
unum úr HB.
Hevði ætlað at sagt
fótbóltinum farvæl
Tá ið vit hittu Heine miku-
kvøldið í HB-húsinum,
vóru einir tíggju av leikar-
unum júst farnir undir lætta
venjing í høllini í felags-
hølinum. Venjingin byrjar
ikki av álvara fyrr enn í
komandi viku, so í løtuni er
tað mest sum bert fyri at
halda seg í gongd, at menn
venja.
Vit spurdu Heine, hvussu
tað bar til, at hann endaði
sum venjari í Føroyum hjá
HB:
– Eg hevði avgjørt at siga
fótbóltinum farvæl, nú sátt-
málin hjá mær við AB gekk
út á nýggjárinum, men so
fekk eg fyrispurningin frá
HB. Eg ivist rúma tíð, men
bæði konan hjá mær og
børnini hildu, at eg átti at
taka av og royna hetta, tí
annars fór eg óivað at angra
tað seinni í lívinum.
Men hvat visti Heine
Fernandez so um føroyskan
fótbólt og viðurskiftini her?
– Sjálvur kendi eg lítið
og einki til føroyskan fót-
bólt og viðurskiftini, men
tey kannaði eg so nærri. Eg
tosaði við onkrar danir, ið
hava verið venjarar her, og
somuleiðis tosaði eg leingi
við Nocko Jokovic, ið sum
teimum
flestu
kunnugt
leikti við HB fyri tveimum
árum síðani. Nocko hevði
bara alt gott at siga um fe-
lagið og fólkini í felagnum,
og tað gjørdi eisini mína
avgerð lættari. Sjálvur havi
eg spælt her uppi einaferð
við Silkeborg, men tað eru
rættuliga nógv ár síðani –
og so kenni eg Toda Jóns-
son.
Altíð droymt um at
gerast venjari
Heine Fernandez sigur, at
hann altíð hevur droymt um
at gerast venjari, men sum
áðurnevnt hevði hann tó
ætlað at sagt fótbóltinum
farvæl nú um ársskiftið.
Hann hevur onga venjara-
útbúgving, men sjálvar sær
hann ikki tað sum nakran
trupulleika:
– Tað er rætt, at eg ikki
havi
venjaraútbúgving,
men hinvegin havi eg
nærum 20 ára royndir frá
bestu donsku deildini, og
vónandi megni eg brúka
hesar royndir til nakað
positivt fyri HB. Haraftrat
havi eg havt ómetaliga
nógvar venjarar, sum allir
hava verið ymiskir hvør á
sín hátt, og tað lærir man
eisini nógv av. Eitt kvøldið
herfyri sat eg og taldi,
hvussu nógvar venjarar, ið
eg havi havt í superligaini,
og tað eru ikki færri enn
16! Nú ætli eg mær so at
taka tað besta frá hvørjum
einstøkum av teimum 16 og
blanda tað saman eftir mín-
um tykki.
Bólturin skal altíð
verða við í venjingini
Ein brennandi spurningur
hjá leikarunum, tá ið fót-
bóltsfeløgini fara undir
venjingina aftur, er um tað
verður byrjað við harðari
kropsligari
venjing
og
lítlum ella ongum bólt-
spæli, ella um tað verður
byrjað við bóltspæli. Hend-
an spurning settu vit Heine
Fernandez:
– Ja, hatta hugsa fótbólts-
spælarar nógv um. Tá eg
hugsi aftur í tíðina, so haldi
eg, at tað bert eru tveir av
teimum tilsamans sekstan
venjarunum, ið eg havi havt
í míni superligatíð, sum
hava brúkt fysiska venjing
burturav í uppstartinum, og
tað havi eg ikki góðar
royndir við. Mín filosofi er,
at tað loysir seg best at hava
bóltin við allatíðina, og
hetta er uttan iva eisini tað,
sum spælarunum dámar
best. Tað er eisini stórur
munur á superligaspælar-
um og so spælarunum her
uppi. Spælararnir í bestu
donsku deildini venja ofta
tvær ferðir um dagin og
havi einki arbeiði við
síðuna av, og tískil kann
man krevja meirikropsliga
venjing av teimum, enn
hvat krevjast kann her uppi.
Tað verður eisini ein spurn-
ingur, ið eg skal finna út av
– hvussu nógv kann eg
krevja av spælarunum her?
Bo Johansson er
fyrimyndin
Teir føroyingar, ið fylgja
væl við í donskum fótbólti,
vita kanska eisini, at Heine
Fernandez var kendur sum
ein spælari, ið altíð segði
sína meining. Hetta hevur
givið honum nakrar saman-
brestir við onkrar venjarar í
yrkistíð hansara, men sjálv-
ur leggur Heine ikki so
nógv í tað:
– Eg haldi, at tað er sunt
at fáa sagt tingini akkurát
sum tey eru, ístaðin fyri at
liggja inni við onkrum, ið
ein er ónøgdur við, so
eingin av spælarunum skal
verða bangin fyri at koma
til mín og siga sína mein-
ing.
Men hevur Heine Fer-
nandez nakra venjarafyri-
mynd?
– Eg haldi, at sviin Bo
Johansson, ið var venjari
hjá mær í Silkeborg (seinni
danskur landsliðsvenjari
blðm.), er tann, ið eg havi
lært mest av. Hóast hann
kanska ikki var nakar úr-
mælingur til at fyriskipa
venjingar, so dugdi hann
ómetaliga væl at fara um
spælararnar og hópin. Tað
gav
ein
sovorðnan
positivan anda í felagnum.
Í hesum sambandi kann
nevnast, at áðrenn Bo
høvdu vit Viggo Jensen, ið
er kendur sum ein harður
hálsur, sum venjara, og vit
vóru um at flyta úr bestu
deilduni í 1993. Síðani
kom Bo til, og hóast
hópurin var so at siga tann
sami sum árið fyri, gjørdust
vit meistarar í 1994!
Mær dámar best 4-4-2
spælskipanina
Nú ein gamal áleypari skal
venja HB, vænta tey flestu
óivað, at hildið verður fram
við 4-3-3 spælskipanini, ið
liðið eisini nýtti meginpart-
in av seinasta kappingarári,
men hvat sigur Heine Fer-
nandez til tað?
– Um eg skal verða heilt
erligur, so noyðist eg at
viðganga, at mær dámar
best 4-4-2 skipanina, sum
eisini er tann spælskipanin,
ið eg eri mest vanur við. Tá
ið eg havi spælt við 4-3-3,
hevur tað verið í smærri
feløgum við ógvuliga mis-
jøvnum úrslitum. Eg haldi,
at hendan skipanin krevur,
at liðið hevur bóltin nógv
og ikki er undir stórum
trýsti.
Hinvegin
hevur
hjálparvenjarin hjá mær
Oddbjørn Joensen greitt
mær frá, at hópurin hjá HB
í ár riggar best til 4-3-3
skipanina, og tað noyðist
eg sjálvsagt at lurta eftir, tí
Oddbjørn kemur avgjørt at
hava nógv at siga.
Heine Fernandez leggur
afturat, at enn dugir hann
ikki at meta um hópin, tí
hann hevur bert havt tí einu
venjingina við okkurt um
tíggju monnum, og hon var
innandura. Ikki fyrr enn
venjingin er byrjað úti á
vøllinum við øllum hópin-
um, ið telur tjúgu mans, vil
Heine úttala seg um støðið
á føroysku spælarunum. Tá
vit at enda spyrja Heine,
hvat málið fyri kapping-
arárið 2004 hjá HB er,
sigur hann, at tað dugir
hann illa at meta um,
áðrenn hann hevur sæð
meiri til leikararnar, men
hann sigur seg skilja á lag-
num, at í HB er tað einans
gullið, ið telur, so tað
noyðast vit at fara eftir!
Hóast tað enn eru
níggju dystir eftir at
spæla, so kann
Stjørnan sunnudagin
beina at kalla allan
iva um FM-heitið til
viks, um tær vinna
heimadystin móti VB
sunnudagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Síðani Stjørnan eftir bert
trimum dystum í heyst
gjørdi av at skifta venjaran
út, hevur tað bert gingið ein
veg hjá hondbóltinum í
Klaksvík, og tað er fram-
eftir. Ein sera týðandi dyst-
ur móti VB varð tá vunnin
alt fyri eitt, og síðani er tað
ikki eitt tað einasta av
mótstøðuliðunum,
sum
hevur staðið teimum kurl,
og á stigatalvuni hevur
hetta fyribils givið úrslit í
einum hampuliga tryggum
oddasessi.
Somikið tryggur er odda-
sessurin vorðin, at fær
Stjørnan tvey stig burtur
dystinum, nú VB aftur
kemur á vitjan, so er at
kalla allur spenningur í
gullstríðnum farin burtur.
Stjørnan hevur tá fimm stig
fleiri enn næsta liðið á
stigatalvuni, og tó at møgu-
leikin ongan tíð skal úti-
hýsast, so tykjast tað bert
vera dystirnir í Vági og í
Vestmanna, har Stjørnan
veruliga hevur orsøk at
óttast nakran stigamiss. Í
øllum førum um liðið fram
til kappingarlok sleppur
undan nøkrum stórvegis
skaðum.
Tí er einki at ivast í, at
VB vil geva heilt nógv, til
tess at tryggja sær sigurin
sunnudagin. Eitt meistara-
heitið verður ongan tíð latið
við góðum vilja, og í Vági
man vónin í øllum førum
vera, at steðgurin hjá steyp-
inum har suðuri skal vera
drúgvari enn tað eina árið.
Og so skal heldur ikki
síggjast burtur frá, at dyst-
urin samstundis er ein
upphiting til steypafinaluna
um eina viku. Har eru tað
jú eisini VB og Stjørnan,
sum hava vunnið seg fram
til seinasta slagið.
Neistin og VÍF taka
stig
Tveir aðrir dystir verða so
eisini leiktir um vikuskif-
tið, og her er so eingin ivi
um, hvør eigur favoritt-
leiklutin.
Á Hálsi skal Neistin helst
enn einaferð prógva, at
hóast tær kanska ikki long-
ur hava besta liðið í landin-
um, so eru tær í øllum før-
um tær sterkastu í høvuðs-
staðnum, og í Vestmanna
kann StÍF væl gerast offur
fyri, at VÍF nú skal rista
vónbrotið í taptu hálvfinal-
unum av sær.
Fáa Neistin og VÍF ætl-
aðu stigini í hesum dystun-
um, samstundis sum VB
fær fult í Klaksvik, so
stendur alt aftur opið í FM-
dystinum hjá kvinnum.
Men hinvegin, so kann
støðan eisini gerast hon, at
Stjørnan kann seta sjálv-
stýraran á gullkós, meðan
hini trý so mugu berjast um
sekunderu heiðursmerkini.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1
Stjørnan 3
3 - 0 - 0
390
300
90
17
2
VB
3
3 - 0 - 0
399
303
96
14
3
VÍF
3
1 - 0 - 2
378
324
54
11
4
Neistin
2
1 - 0 - 1
367
323
44
10
5
StÍF
1
0 - 0 - 1
296
343
-47
5
6
Søljan
2
0 - 0 - 2
262
347
-85
2
7
Kyndil
2
0 - 0 - 2
226
378
-152
1
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur
stig
1
Kyndil
1
1 - 0 - 0
330
293
37
11
2
Neistin
1
1 - 0 - 0
311
287
24
8
3
StÍF
1
0 - 0 - 1
269
258
11
7
4
VÍF
1
0 - 0 - 1
289
274
15
6
5
KÍF
1
1 - 0 - 0
270
315
-45
5
6
H71
1
0 - 0 - 1
261
303
-42
2
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett sett
sett
stig
1
TB
12
10 - 2
33
9
24
12
2
Mjølnir
12
9 - 3
30
12
18
10
3
Dráttur
12
6 - 6
24
23
1
8
4
ÍF
12
5 - 7
18
22
-4
6
5
KÍF
12
5 - 7
17
28
-11
5
6
Fleyr
12
1 -11
7
35
-28
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett sett
sett
stig
1
ÍF
10
9 - 1
27
6
21
11
2
Mjølnir
9
8 - 1
24
4
20
9
3
SÍ
10
5 - 5
18
17
1
6
4
Fram
10
2 - 8
8
25
-17
2
5
Fleyr
9
0 - 9
2
27
-25
0
Gullhýrur í Klaksvík
Stjørnan hevur síðani
einaferð í oktober mánaði
havt beina kós upp á
tindarnar. Verður talan aftur
um sigur hesaferð, bendir alt
á, at gullið mest sum er
tryggjað. Eisini hóast tað
eftir hetta enn standa átta
dystir og ein steypafinala á
skránni
– Eg havi altíð droymt um at gerast venjari
Navn: Heine Fernandez
Føðingardagur: 14/7-1966
Fyrrv. feløg: Borup, Silkeborg IF, Viborg FF,
FC Keypmannahavn, AB
Yndislið: Manchester United
Venjarafyrimynd: Bo Johansson
Fakta
Sum danskur toppspælari í drúgt áramál, kennir Heine Fernandez til trýstið, sum eisini er partur av spælinum. Og skuldi hann
gloymt tað, so man væl fylta steypaskápið í HB-húsinum vera ein støðug áminning
– Tað er rætt, at eg ikki havi venjaraútbúgving, men hinvegin
havi eg nærum 20 ára royndir frá bestu donsku deildini, og
vónandi megni eg brúka hesar royndir til nakað positivt fyri
HB, sigur Heine, sum í vikuni fór undir fyrstu venjingarnar
við HB-hópinum
C
M
Y
K
18