Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Allir dystirnir í mans- deildini um vikuskift- ið eru av slagnum, har grannar á stiga- talvuni hittast, og í Havn er talan sam- stundis um bæði lokal- og toppupp- gerð HONDBÓLTUR Jákup Mørk Alt bendir á eitt framúr spennandi hondbóltsviku- skifti, nú upphitingin til steypafinalurnar skal standa sína roynd. Tríggir dystir eru sum vant á skránni, og skal takast eftir stigatalvuni, so er einki at ivast í, at talan verður um spennandi uppgerðir. Í øllum trimum førunum er tað nevnliga so, at liðini, ið hittast, liggja lið um lið á talvuni. Kunnu rykkja Í so máta er spenningurin helst størstur um dystin í Havn, har oddaliðini bæði hittast. At hesi so eisini eru grannarnir báðir, Kyndil og Neistin, ger ikki spenningin minni. Og oman á tað heila, so líkist hetta í løtuni einum dysti, sum veruliga kann siga øllum, at Kyndil nú aftur er til reiðar at taka føroysku hondbóltstrúnuna. Sum støðan er á talvuni í løtuni, so eru Kyndilsmenn trý stig undan Neistanum, og tí kann Kyndil við ein- um sigri her skap eitt hol, sum fer at verða næstan ógjørligt hjá mótstøðulið- unum at tippa aftur. Júst hetta seinasta munnu tey í Kyndli tó helst vera tey seinastu at staðfesta, tí tey munnu enn ikki hava gloymt várið í ’99, tá Kynd- il undan teimum trimum seinastu umførunum at kalla hevði vunnið meist- araheitið, fyri síðani at tapa tríggjar dystir á rað. Hjá Neistanum man ein av stóru spurningunum vera, hvussu væl liðið hev- ur megnað at fingið Heina Joensen spældan inn. Seinasta vikuskiftið sýndi hann, at hann væl kann gerast tann stóri fongurin, sum vónirnar vóru til, og í øllum førum gevur tað álopsspælinum hjá liðnum eina heilt nýggja dimen- sión. Hartil er spurningurin tó eisini, hvørt Áki Mørk nú er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í góðan mánað. Seinast var hann partur av dómaraseðl- inum, men kom tó ikki í dyst. Olsen-bandin á trappuni Á Skála skulu StÍF og VÍF triðju ferðina innan tíggju dagar takast, og tað er einki at ivast í, at vestmenningar nú meta seg eiga nakað av hevnd til góðar. Heldur ikki hesa ferð gekk tað hjá VÍF at basa strandingunum í steypakappingini, og hóast útlitini ikki eru so bjørt, sum tey onkra tið hava verið, so er landskappingin nú einasta vónin hjá VÍF. Her er fjarstøðan upp til oddin í løtuni fimm stig, og so má VÍF annars bara vóna, at Neistin tekur slagið í Havnini, og at teir sjálvir klára at toga seg upp, og er munurin so trý stig, so er tað kanska ikki heilt óhugsandi, at teir kunnu taka seinasta fetið upp, men tað krevur so annað spæl enn tað, sum VÍF fyri tað mesta hevur sýnt í ár! Og spurningurin er so, hvørjar leikarar VÍF fer at hava við sær hesaferð. Ingi Olsen er framvegis darvað- ur av skaða, men hann verður kanska pjøssaður saman í seinastu royndini at bjarga árinum. Og so er tað spurningurin, hvussu verð- ur við Áka Olsen. Enn hevur hann ikki verið á vøllinum í ár, men miku- kvøldið var hann millum menninar á beinkinum, og tó at hann neyvan enn er førur fyri at spæla 60 minuttir við fullari ferð, so man skotarmurin framvegis teljast millum teir harðastu í landinum. Hjá StÍF ræður sjálvandi eisini um at fáa neyðugu stigini til høldar. Á talvuni eru teir eitt stig betri enn VÍF, og tí kunnu teir – um væl vil til – koma at standa tvey stig undir oddinum eftir dystirnar sunnudagin. Tað gevur í øllum førum ein stóran møguleika at fara eftir greipuni, sum liðið enn ikki hevur vunnið, men størsti spurningurin er framvegis, hvørt liðið hevur neyðugu breiddina at standa seg, nú tveir týðandi leikarar framvegis sita uttanfyri. Frøi á viðhalds- fólkunum Seinasti dysturin hetta umfarið er í Hoyvík, har tey bæði botnliðini, H71 og KÍF takast. Sum so kanska ikki ein dystur, sum fær blóðið í kók hjá so nógvum áskoðarum, um stigatalvan skal vera einasta barometr- ið, men hesa seinastu vik- una hava viðhaldsfólkini hjá báðum pørtum tó fingið nakað at frøast um. Einamest hoyvíkingar, sum nú fara at gera seg til fyrstu steypafinaluna hjá liðnum í seks ár, eftir at teir enn einaferð sýndu, at skal Kyndil takast, so eru teir væl næstir. Kollfirðingarnir sýndu tó við sigrinum á StÍF farna vikuskifti, at heldur ikki teir eru fyri nothing. Ikki minst telir tað rætta vegin, at Damir Oros nú aftur er tøkur eftir drúgvan skaða- steðg, men eisini í aðrar mátar er liðið nú fullmann- að, og tá kann tað væl vísa seg, at teir fara at gerast drúgvir hjá fleiri av mót- støðuliðunum. Nr. 21 • leygardagur • 31. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur Dagur Kl. Dystur Dómarar 01.02 14.30 Kyndil-Neistin Trygvi Mortensen & Kári Hansen 01.02 14.30 StÍF-VÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 01.02 15.00 Stjørnan-VB Kristian Johansen & Sámal Hansen 1. deild menn 01.02 16.00 Kyndil-VB Trygvi Mortensen & Kári Hansen 01.02 16.00 H71-KÍF Karsten Joensen & Kristian Joensen 01.02 16.00 StÍF-VÍF Hannis Wardum & Uni Wardum Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 31.01 14.00 Mjølnir-Dráttur Fleyr 31.01 15.00 TB-ÍF KÍF 01.02 14.00 Dráttur-TB KÍF Meistaradeild menn 31.01 16.00 Fram-Fleyr ÍF 31.01 16.00 Mjølnir-SÍ ÍF Grannarnir hittast Talan verður um tað heilt stóra brakið, tá grannarnir í høvuðsstaðnum hittast sunnudagin, og vil væl til hjá Kyndli, so kann eitt avgerandi fet móti FM-heitinum takast her 17 16 Nr. 21 - 31. januar 2004 Menningarstovan adopterar virksemið hjá niðurløgdu TK Stovuni og skal nú umframt export marknaðarførslu eisini leggja dent á tøknifrøði og leiðslu VINNUMENNING Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Á Menningarstovuni er aftur aktuelt við nýskipan, aftan á at TIC, tað danska vinnuframa netverkið undir Erhvervsministeriet sum eisini umfataði TK Stov- una, varð lagt niður um árskiftið. Menningarstovan og TK Stovan byrjaðu longu í heyst at saman- tvinna virksemið hjá báð- um stovunum innan upp- skotið til fíggjarlóg tá; í vón um grønt ljós á kom- andi fíggjarlóg hjá Løg- tinginum, eru trý av teim- um fýra fólkunum, ið ar- beiddu har sett í fyribils starv, teirra millum fyrrver- andi stjórin Jákup Mørkøre. Síðani árslok hevur kon- septið hjá TK Stovuni hingið í leysum lofti og okkurt bendir á at stórur saknur hevði verið í ráð- gevingini og hjálpini sum bæði startups og etabler- aðar fyritøkur hava notið gott av. TK Stovan, sum helvt um helvt varð fíggjað av Er- hvervsministeriet og tí før- oyska Vinnumálaráðnum, hevði alla tíðina eitt ávíst samstarv við Menningar- stovuna, sum eisini yvirtók Áka Johansen til at leiða ta nýggju Útflutningsdeildina fyri tveimum árum síðani. Áki Johansen var eisini við til at leggja lunnar undir TK Stovuna um millennii- skiftið. Ein yvirtøka av funktión- um hjá TK Stovuni skal sum skilst kortini ikki broyta fokus í útflutnings tænastuvirkseminum hjá Menningarstovuni, men skal hinvegin geva møgu- leika fyri at víðka um tæn- astuvirksemið til eisini at fevna um leiðslu og tøkni- frøði í víðari merking. ‘Sustainability’ Tað kann vera torført at ímynda sær at stjórin á Menningarstovuni, Kjartan Kristiansen, er fegin um at enn einaferð skula um- leggja stovnin; tónin er tó alt annað enn trútin tá vit tosa við hann. – Vit mugu ásanna, at vinnan vísti stóran áhuga fyri tænastunum hjá TK Stovuni, segði Kjartan Kristiansen. – Samanlegging av stov- unum gevur møguleikar at víðka um og dagføra rað- festingina í virkseminum hjá Menningarstovuni, legði hann afturat. – Starvsfólkini á TK Stovuni vóru uppsøgd og vit hava sett trý teirra í starv her, fyribils til vit hava fíggjárlóg; tey eru Jákup Mørkøre, Steinbjørn í Dali og Aina Knudsen. Beint nú arbeiða vit so við at organisera okkum av nýggjum og tað liggur sjálvandi ein ávís avbjóðing í hesum. Tað snýr seg um at samantvinna tveir ymiskar kulturar og fáa nýggjar tænastur inn í okkara útboð. Meðan Menningarstovan traditionelt, og enn meira tey seinastu tvey árini, hev- ur gjørt nógv burtur úr at veita fyritøkum hjálp í sambandi við útflutning og í at styrkja kappingarføri gjøgnum marknaðarliga orientering, so legði TK Stovan meira dent á ráð- geving og tænastur til íbirt- arar umframt verandi fyri- tøkur á heima marknað- inum. – Vit hava tey seinastu tvey árini hugsað mest um útflutning og um at menna kappingarførið í hesum sambandi og hetta er eisini sera týdningarmikið, helt Kjartan Kristiansen fram. – Hin parturin er tó líka umráðandi: leiðsla og tøknilig menning innan fyritøkurnar; herundir tey alsamt vaksandi krøvini hvat umhvørvi viðvíkur, altso at vit fáa sjálvberandi fyritøkur… fíggjarligt, um- hvørvisligt og sosialt. Vit mugu hava vørur og tæn- astur sum umhvørvisliga eru burðardyggar, men fyritøkurnar mugu eisini vera búskaparliga og um- hvørvisliga lívførar. At menna hetta er eisini partur av tí orðaða vinnupolitikk- inum. Menningarstovan hevur annars í longri tíð arbeitt nógv við innaneftirliti og góðskustýring í samstarvi við millum annað Heilsu- frøðiligu Starvsstovuna. Kjartan Kristiansen fegnast um at arbeiðið sæst aftur. – Nú er so høvi til at arbeiða víðari við teimum krøvum sum verða sett før- oyskum fyritøkum í altjóða kapping, og ‘sustainability’ er eitt lyklaorð. Men tað er gleðiligt at nógvar fyritøkur tey seinnu árini hava fingið certifiering og eru farnar at taka dygdarkrøv og atlit til umhvørvi í størri álvara. Átta fólk Menningarstovan, sum í altjóða høpi kallar seg Faroe Islands Trade Coun- cil, er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum. Ráðið fyri Menningarstovuna er sett saman av sjey limum av hvørjum fimm umboða vinnuna, ein útbúgvingar- verkið og ein Vinnumála- ráðið. Ráðið fyri Menning- arstovuna verður valt av Landsstýrinum fyri fýra ár í senn og skal ráðgeva Landsstýrinum og Menn- ingarstovuni. Í lógini og reglugerðini fyri Menningarstovuna frá 2000, verður ásett at Menn- ingarstovan skal »menna ídnað, handverk og tæn- astuvirksemi og í sambandi við hetta veita ráðgeving og upplýsing innan tøkni, bú- skap, leiðslu og útflutn- ing.« Virksemið skal soleiðis byggja brýr millum tann politiska viljan og vinnuna um vinnumenning, og skal málrættast eftir at menna útflutningsførleikan hjá føroyskum fyritøkum, menna útvaldar og nýggjar vinnugreinar, seta fokus á útvald øki fyri menning og menna tann vinnuliga infrastrukturin. Stjórin á Menningarstov- uni, settur av Landsstýrin- um eftir tilmæli frá Ráðn- um, hevur ta dagligu leiðsl- una á Menningarstovuni um hendi og er samstundis fastur skrivari hjá Ráðnum. Á Menningarstovuni ar- beiða í løtuni átta fólk har- av trý fyribils frá niður- løgdu TK Stovuni og tvey fólk á Útflutningsdeildini sum varð skipað í fjør. Menningastovan hýsir eisini KT Klekingardeplin- um, Granskingarráðnum og NORA (Norrønt Atlants- samstarv). Menningarstovan yvirtekur TK-Stovuna og víðkar tænastuna C M Y K 16