leygardagur 31. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 31. januar 2004
15
Hóskvøldið bjóðaði
felagið IRIS í Klaks-
vík til tíðindafund á
Hotel Føroyum í sam-
bandi við at kendi
læknin frá sjónvarps-
sendingini "Lægens
Bord", Peter Q. Geisl-
ing, var komin til
Føroya
LÆKNAVITJAN
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Læknin Peter Qvortrup
Geisling var júst komin til
Havnar, tá vit hittu hann á
tíðindafundinum á Hotel
Føroyum hóskvøldið.
Hetta er fyrstu ferð, hann
er í Føroyum, so hann er
spentur uppá at vitja tey
ymisku støðini og at upp-
liva føroysku náttúruna.
Peter sigur, at eitt av
endamálunum við ferðini
er at koma í samband við
føroyska fólkið, og at tey
sum koma at lurta eftir hon-
um á teimum ymisku støð-
unum skulu hava eitt gott
upplivilsi. Hann fer m.a. at
siga frá hvussu sjónvarps-
sendingarnar
"Lægens
bord" verða gjørdar og um
ymiskar stuttligar og meira
álvarsligar hendingar, hann
hevur verið úti fyri.
Hann vónar at fólk eru
opin og tora at seta honum
spurningar. Hann sigur, at
tað er ógvuliga ymiskt frá
einum staði til annað í Dan-
mark, hvussu frí og opin
fólk eru, summastaðni seta
tey nógvar spurningar tá
orðið er frítt, og aðrastaðni
koma tey aftaná og seta
honum spurningar.
Peter fylgir væl við
hvussu nógv fólk hyggja
eftir hansara sendingum.
Um hann til dømis gevur
"månedens buket" einar
tvær ferðir í einum øki, har
hyggjaratalið hevur verið
heldur lágt, vísir tað seg, at
hyggjaratalið veksur mun-
andi.
Børnini fylgja væl við
Hann fær nógvar teldu-
postar og brøv frá fólki, ið
hyggja eftir hansara send-
ingum, umleið 400 um
mánaðin. Tað er bæði "rís
og rós" hann fær. Hetta
heldur hann vera sera
positivt, at fólk geva seg til
kennar, eisini við kritikki, tí
tað er við til at menna send-
ingarnar og gera tær betri.
Hann sigur, at hann
einaferð fekk eitt bræv frá
eini konu sum saman við
lítla soni sínum var á eini
servicestøð, tá Peter keypti
bensin til sín gamla Mazda
MX-3 frá 1992, sum hann
keypti sum brúktan í 1997.
Sonurin sær, at Peter kemur
út við tveimum fronskum
hot-dogs í hondini og helt
fyri við mammu sína, at tá
sjónvarpslæknin kundi eta
so ósunnan mat, so kundi
hann tað eisini. Mamman
helt, at Peter í hesum føri
var eitt vánaligt fyridømi
fyri son hennara. Hetta
vísir bara, at hann heldur
ikki kann gera sum hann
vil, tá hann hevur frí.
Lægens Bord í
Føroyum
Peter kundi hugsað sær at
gjørt nakrar sjónvarpssend-
ingar úr Føroyum til "Læg-
ens Bord" við føroyskum
sjúklingum.
Har
kundi
hann m.a. greitt frá um
føroyska heilsuverkið, eis-
ini við søguligum atliti.
Peter Q.Geisling er út-
búgvin
journalistur
og
lækni. Hann brúkar báðar
hesar
útbúgvingarnar
í
arbeiði sínum.
Hann skal vitja á Lands-
sjúkrahúsinum, á Klaks-
víkar Sjúkrahúsi og skúla-
næmingar í Klaksvík. Um-
framt tað verða tveir al-
mennir fyrilestrar. Í Norð-
urlandahúsinum
leygar-
dagin kl. 15.00 og á Hotel
Norð sunnudagin kl. 19.00.
Fleiri eru í uppskoti til at
fáa "månedens buket". Ein
verður latin í Norðurlanda-
húsinum leygardagin og ein
á Hotel Norð sunnudagin.
Tað eru Niclas Heri
Jákupsson og Jógvan Elia-
sen frá felagnum IRIS í
Klaksvík, sum skipa fyri
ferðini í Føroyum.
Peter Qvortrup Geisling:
Møguliga »Lægens Bord« í Føroyum
Journalisturin og læknin, Peter Qvortrup Geisling, frá sjónvarpssendingini "Lægens Bord" er fyri fyrstu ferð komin til Føroyar. Hann kundi hugsað sær at gjørt
nakrar sendingar úr Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
Jógvan Eliasen frá felagnum IRIS í Klaksvík og Peter Qvortrup Geisling frá væl umtóktu sjónvarpssendingini "Lægens Bord"
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 21 - 31. januar 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi
og abbi okkara
Sofus M. Jakobsen
so brádliga fór heim til Harran.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur til trúboðarar
og fyri allar troystarríkar heilsanir og umsorgan.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum og hjálptu til
í sambandi við jarðarferðina.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Harrin signi tykkum øll.
Agnas, Árni, Bjarni, Finn og Elin
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá pápi, abbi
og langabbi okkara
Jens Erik Arge
Argir
doyði og fór til gravar.
Tøkk til Bergur D. Joensen, prest og sangarar
og tykkum, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til leiðslu og starvsfólk á Lágargarði
fyri ta tíð hann var har.
Børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu tá okkara kæri pápi, verpápi, abbi og
langabbi
Andreas Olsen
vanliga nevndur Líðar
Tvøroyri
doyði og varð jarðaður.
Okkara serligu tøkk til starvsfólki á Suðuroyar Ellis-
og Røktarheimi, sum vóru so góð við hann.
Takk fyri peningagávur til Ellisheimið.
Takk fyri blómur og kransar – ein serstøk tøkk til
Jónsvein Bech prest, fyri troystarrík orð.
Tøkk til organist og sangarar og tykkum,
sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Børnini
Leygardagin 21.
februar verður
veitsla fyri støk í
aldrinum frá umleið
40-60 ár í húsunum
hjá Starvs-
mannafelagnum í
J.H. Schrøtersgøtu 9 í
Havn
Tað eru tey bæði Dagbjørt
Hjaltalin og Ólavur Groth,
sum skipa fyri tiltakinum.
Tey siga, at her verður
serliga hugsað um tey
støku í aldrinum frá 40-60
ár ella har á leið, men
onnur
eru
eisini
vælkomin. Bæði mannfólk
og
kónufólk
eru
vælkomin.
Har verður møguleiki at
eta, dansa, práta og hugna
sær saman.
Á skránni verður kalt
borð og tað sum har til
hoyrir. Drykkivørur kunnu
eisini keypast á staðnum.
Aftaná verður dansur og
endað verður kl. 02.00 við
súpan.
Dagbjørg og Ólavur
siga, at tey eru støk, og tey
vita, at tað eru nógv onnur,
sum eru í somu støðu sum
tey. Tí eru tey sannførd um
at tørvur er á eini slíkari
veitslu, har tey kunna
hugna sær saman. Í øðrum
londum verður javnan
skipað
fyri
slíkum
tiltøkum fyri støk og fólk
eru glað fyri tað, siga tey.
Veitslan byrjar leygar-
kvøldið kl. 20.00 og hildið
verður á til kl. 02.00 um
náttina. Dansað verður
eisini til 60-ara musikk.
Áhugað kunnu tekna seg
við at flyta peningin á
konto í 407.410.7 í Suður-
oyar Sparikassa. Á flyting-
ini skal standa navn, bú-
staður og evt. telefon-
nummar.
Veitslan
kostar
250
krónur og kvittanin verð-
ur nýtt sum atgongu-
merki.
Seinasta freist at gjalda
er hósdagin 12. februar.
Luttakaratalið er sett til
max 100 fólk, so best er at
tekna seg sum skjótast,
verður sagt.
Áhugað eru vælkomin
at ringja til Dagbjørg ella
Ólavur um okkurt er at
spyrja um.
Dagbjørg tlf. 258833 og
Ólavur tlf 220589.
Tey hittast best millum
kl. 16 og 22.
Sí annars lýsing í Lýs-
ingartorginum undir teig-
inum "dansur".
Veitsla
fyri
støk
Ólavur Groth og Dagbjørg
Hjaltalin skipa fyri veitsluni
fyri støk í húsunum hjá
Starvsmannafelagnum
leygarkvøldið 21. februar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14