Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 21 - 31. januar 2004 Nr. 21 - 31. januar 2004 13 Føðingar Tann 18. oktober fekk Tróndur eina lítlasystir sum júst er doypt Lív. Foreldrini eru Elin Petursdóttir Andreasen og Jan Thorsø Andersen, Charlottenlund. 13. januar fingu Maj og Martin Sirkovsky, Tórs- havn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3500 gr. 17. januar fingu Elsebeth Syderbø og Hans Mikal á Fløtti, Klaksvík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4000 gr. 17. januar fingu Durith í Homrum, Kollafirði, og Halldórur Joensen, Hvalvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 2690 gr. 19. januar fingu Eyðgunn Danielsen, Válur, og Dávur Negru, Vestmanna, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3000 gr. 22. januar fingu Maibritt O. og Jónálvur Johannesen, Kollafirði, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr. 23. januar fingu Katrin og Jóhannis Lydersen, Frede- rikshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4190 gr. 23. januar fingu Tórunn Guttesen og Heini Thomsen, Hoyvík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4150 gr. 24. januar fingu Jacobina Heinesen og Finnbogi Olsen, Vági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4220 gr. 24. januar fingu Marjun Jørgensen, Miðvági, og Regin T. Midjord, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3350 gr. 24. januar fingu Gerda K. og Brian Vágslíð, Skála, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3100 gr. 26. januar fingu Mirjann Jensen, Hvalba, og Jarmund Kjærbo, Sandvík, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3090 gr. 27. januar fingu Hanna H. Joensen og Thordur Andreassen, Norðskála, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3300 gr. 27. januar fingu Miriam Fossdalsá og Kári Sørensen, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 2900 gr. 28. januar fingu Janni Johansen og Hans Hammer, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3900 gr. 28. januar fingu Bjørg Mikkelsen og Torleif Thorleifsson, Skála, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3950 gr. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tað vóru tung boð at fáa, staddur uppi í Barentshavinum, at kæri mammubeiggi mín, Petur, so brádliga var deyður. Petur var nakað serligt, elstur av seks systkjum dugdi hann væl at halda saman um familjuna. Har nakað var, har var hann. Eisini hevði hann eitt sera skemtingar- samt lyndi. Oman Viðarlund, har Maria og Petur búðu, var ein miðdepil, og har var altíð pláss fyri øllum. Um summarið tá eg sum smá- drongur spældi bólt í Gundadali, fór eg ofta niðan til Mariu og Petur. Maria var nógv heima, so har var altíð onkur inni, og eg fekk altíð okkurt gott at eta. Maria dugdi sera væl at gera mat. Petur hevði stóran áhuga fyri tí sum eg gjørdi, hjálpti mær nógv í lærutíð míni og var altíð góður í ráðum. Tað eru so nógv góð minnir, eg havi um tey bæði, saknurin er stórur. Góða Marita, Dania, Hans Pauli og Karolina! Saman við tykkum drýpa vit høvur í virðing fyri kæru foreldur tykkara og biðja Hann, sum øllum valdar troysta og styrkja tykkum og familjuna í hesi sváru sorg. Kristian Martin Skála Andlát 23. januar Jóannes Olsen, timburmeistari í Hvalvík, 92 ár. Petra Ingigarð Sørensen, fødd Petersen, Tórshavn, 76 ár. 24. januar Milja Joensen, Hattarvík, 77 ár. 25. januar Amalia Malena Christiansen, Klaksvík, 65 ár. 26. januar Elin Andersen, ættað av Argjum, 39 ár. Kjeld Thomsen, Tórshavn, 65 ár. 28. januar Elsa Maria Hellá, Sandavágur, 84 ár. Til minnis um Mariu og Petur Z. Hentze Maria og Petur Z. Hentze giftust í 1967. Maria var dóttir Karolinu og Hans Paula Johannesen í Havn og Petur var sonur Marsannu og Martin Hentze á Sandi. Maria varð fødd 7. august 1947 og andaðist 22. mai 1999, 51 ára gomul. Petur varð føddur 18. apríl 1943 og andaðist 24. november 2003, 60 ára gamal Prógv Maria í Króki av Strondum hevur tikið prógv sum pedagogur á Hjørring Seminarium. Dagurin 31. januar. Vigilius, deyður í ár 405. Kemur ungur til Trient, har hann í 385 gerst biskupur. Tá ið hann á eini trúboðaraferð kollveltir eina skurðgudamynd, verður hann steinaður til deyða. 1. februar. Brigida, deyð í 523. Henda franska halgi- kvinna stovnaði kleystur í Kildare, og er í Írlandi líka høgt í metum sum sjálvur Pátrikur, sum var ápostul Írlands. Sama navnið sum tey føroysku Birita og Brita. Upprunaliga keltiskt navn, hin høga ella ljómandi. 2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein mariu- messa og varð hildin til minnis um vitjan hennara í halgi- dóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til heiðurs vórðu kertur og kyndlar tendrað, og av tí kemur navnið missa candelarum. Latínska orðið candela merkir vaksljós. Á kindilsmessu skuldi dagurin verða longdur eina økt síðani stytsta dag, og gonguljóst var til kl. 6 á kvøldi. Mett var, at helvtin bæði av torvi og hoyggi var gingin á kindilsmessu. Victor Danielsen deyður hendan dagin í 1961. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 30. januar var móttøka hjá borgmeistaranum í Havn í sambandi við at Janus S. Søren- sen,vatnmeistari, nú fer frá vegna aldur. Hann er tann fimti í røðini av vatnmeist- arum í Havn síðan 1898 Janus er í dag 68 ára gamal, hann er ættaður úr Trongisvági, foreldrini vóru Sigrid, f. Lindberg, og Jens S. Sørensen. Hann kom til Havnar í 1950 og fór í læru sum rør- og blikksmiður hjá Rør & Sanitet, ein fyritøka hjá Børge Rubek Nielsen og Tórstein Poulsen. Tá hann varð útlærdur í 1954, fekk hann starv rør- og blikksmiður hjá P/F Mariu Poulsen. Meðan hann var í starvi har, bleiv hann ofta lántur út til ym- isk arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu. Í 1965 bleiv Janus settur í fast starv hjá Tórshavnar Kommunu á vatnverkinum úti í Havnardali, sum tá stóð í gerð. Í 1972 bleiv hann settur sum vatnmeist- ari, tá Johan Michelsen, vanliga nevndur Hanne- mann, fór frá vegna aldur. Janus er giftur við Michaelu, f. Davidsen, ættað av Sandi, tey eiga fýra børn: Jan sum býr í Hoyvík, Majken sum býr í Fraklandi, Leif sum býr í Havn og Anni sum býr í Hoyvík. Janus sigur, at nógv er broytt síðan tann fysti vatnbrunnurin varð gjørdur úti á Gráasteini í 1898. Í 1928 varð ein vatnbyrging gjørd úti í Marknagili, og í 1966 varð vatnverkið í Havnardali tikið í brúk. Vatnverkið í Villingadali bleiv tikið í brúk 1988. Fyrsti vatnmeistarin í Havn var Jákup Andreas Arge, vanliga nevndur Jampan, hann var frá 1898- 1919, eftir hann tók Christopher Nyholm Deb- es við, hann var frá 1919- 1942, síðan bleiv tað Mart- in S. Mortensen, vanliga nevndur Gass-Martin, tí hann seldi Kosangas, hann var frá 1942-1957, Johan Michelsen, vanliga nevnd- ur Hannemann, var frá 1957-1972, Janus Søren- sen var frá 1972-2004. Tróndur við Á í Havn hev- ur tikið við sum nýggjur vatnmeistari hjá Tórs- havnar Komunu. Janus S. Sørensen, vatnmeistari: Fimti vatnmeistarin í Havn farin frá Janus S. Sørensen gevst nú sum vatnmeistari í Havn. Her handar borgarstjórin, Jan Christiansen, honum eina gávu frá Tórshavnar Býráð Mynd: Jens Kristian Vang Janus fekk eisini ein málning frá starvsfeløgunum. Á myndini eru: f.v. Andrias Klein, Brynjálvur Ellingsgaard, Esmar Andreasen, Viggo Christiansen, Ronald Poulsen og Erling Jørgensen Mynd: Jens Kristian Vang Starvsfelagar takka Janusi fyri tíðina. Hann hevur arbeitt hjá Tórshavnar Býrað síðan 1965 Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12