leygardagur 31. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 21 - 31. januar 2004
Nr. 21 - 31. januar 2004
11
Í skrivandi stund er ikki komið heilt undir land við
breiðu samgonguni, men tað tykist ganga tann vegin.
Tosað hevur verið um eina breiða samgongu nú í seks
ár, men nústaðni tykist hon gerast veruleiki. Tað er
gott fyri Føroya land, at vit fáa eina breiða handli-
kraftiga samgongu, ið kann taka tær avgerðir, ið eru
neyðugar í hesum búskaparligt hættisligu tíðum.
Tað er av alstórum týdningi, at áralagið í einari slík-
ari samgongu er gott, og at Løgmaður hevur land-
stýrisfólk, ið tosa við hvørt annað og kunna hvørt
annað um politisk tiltøk, so samgongan kann standa
sum ein, tá mál fara niðan í Løgtingið. Undanfarna
samgongan tyktist viðhvørt verða eins og tvær sam-
gongur, har Fólkaflokkurin segði eitt og Tjóðveldis-
flokkurin segði eitt annað. Nú skal so sigast, at
Tjóðveldisflokkurin ikki bara var framúr heppin við
sínum vali av landsstýrisfólkum. Her hugsa vit ser-
liga um tveir mentamálaráðharrar, ið ikki sótu
leingi í sessinum, áðrenn rok varð. Vónandi sleppa
vit undan slíkum framyvir.
Eisini er at vóna , at proklamatiónspolitikkur, har
politikarar ikki kunnu ganga framvið einum trappu-
steini, uttan at fara uppá hann at proklamera okkurt,
verður søga nú, tá proklamatiónsflokkur nummar
eitt eftir øllum at døma fer í andstøðu.
Tað verður eitt frískt lot fyri Føroya fólk, um vit
kunnu fáa eitt stabilt landsstýri, uttan at stríð skal
vera gerandiskostur. Ein komandi løgmaður eigur at
gera sítt ítarsta fyri at tryggja stabilitet og semju og
ikki minst gott áralag. Tað at vit hava fingið eina
stýrisskipanarlóg, har einstøk landstýrisfólk hava
fulla ábyrgd av sínum øki, nýtist ikki at merkja, at
landstýrisfólk ikki kunna hvønn annan og semjast,
áðrenn tey fara í Tingið við einum uppskoti.
Ein breið samgonga við góðum áralagi er einki
minni enn ein neyðugheit, nú sannleikin um tann
sterka búskapin kemur fram. Samgongan, ið liggur í
kortunum, men sum ikki so mikið sum er skipað, er
longu vorðin ákærd av Tjóðveldisflokkinum fyri at
vilja knúsa búskapin. Hetta er ivaleyst bara ein for-
smakkur uppá, hvat ein komandi samgonga má
standa modell til av hondvaski. Vónandi megnar ein
komandi samgonga at skapa ein góðan dialog við
andstøðuna, men hvussu skal tað verða, tá formaður
Tjóðveldisfloksins ikki vil viðganga, at fíggjar-
lógaruppskotið hjá Karsten Hansen vísir hall í 2004,
og hevði gjørt tað, hóast keksavgjald o.s.fr. varð
samtykt, tí inntøkumetingarnar eru lækkaðar somik-
ið nógv? Hetta er ein óreingiligur veruleiki, ið sjálvt
Karsten Hansen viðgongur. Mytan um tann sterka
búskapin má eftir øllum at døma ikki punkterast,
hóast prógvini móti hesum liggja á borðinum. Eing-
in ynskir hall á einari fíggjarlóg, men um Karsten
Hansen hevði latið eitt betri uppskot frá sær, enn
hann gjørdi, so nýttust vit ikki at diskutera tað. Tað
gjørdi hann ikki, og tí verður tað einki stuttligt hjá
komandi samgongu at rudda upp, og fáa skil á eina
fíggjarlóg fyri 2004. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Gott áralag skal til
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ráðgeving og vegleiðing til sjúklingar
í Danmark
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Tormóður Stórá, formaður
Seinastu dagarnar hevur
verið nakað av skriving í
bløðunum um skipanina
við sjúklingavegleiðara á
Ríkissjúkrahúsinum
og
Hotel Tórshavn, sum verð-
ur niðurlagt sum sjálvstøð-
ugt starv. Okkurt av tí, sum
hevur verið ført fram,
kundi givið fólki fatan av,
at tað er tænastan, sum
Ráðgevingin fyri føroying-
ar í Danmark hevur til
sjúklingar, sum talan er um.
Tað er tí umráðandi hjá
okkum at gera vart við, at
tað ikki er talan um hesa
ráðgevingina. Vit
hava
síðani 1. apríl 1995 arbeitt
ein dag um vikuna á Hotel
Tórshavn, har sjúklingar og
teirra
avvarðandi
hava
fingið ráð og vegleiðing í
sosialum, fíggjarligum og
persónligum viðurskiftum.
Hetta er partur av virk-
seminum hjá sjálvognar-
stovninum
Ráðgevingin
fyri føroyingar í Danmark.
Ráðgevingin hevur drúgvar
royndir síðandi 1984 við
ráðgeving av føroyskum
sjúklingum og teirra av-
varðandi. Okkara meting
er, at tørvur er á einum fø-
royskum sjúkrarøktarfrøð-
ingi, sum arbeiðir burturav
sum
sjúklingavegleiðari.
Tað hevur stóran týdning
fyri sjúklingarnir og tey av-
varðandi, at tey hava ein
persón at venda sær til, ein
at tosa við um trupulleik-
arnir, ein sum kann fara við
til læknasamrøður, ein sum
kann tosa við deildina um
trupulleikar stinga seg upp,
ein sum regluliga vitjar
innlagdar sjúklingar og ein
sum tryggjar kontinuitetin
í samstarvinum millum
tann einstaka og sjúkrahús-
verkið í Føroyum og Dan-
mark.
Arbeiðuppgávurnar hjá
sjúklingavegleiðaranum
liggja ofta nær ella í sam-
band við okkara virksemi
og sjúklingavegleiðarin er
tí ein týðandi samstarvsfel-
agi hjá Ráðgevingini. Ar-
beitt varð í fleiri ár fyri at
fáa sett ein sjúklingaveg-
leiðara og tað er okkara
sannføring at tørvurin er
stórur og undrar tað, tá tað
nú uttanumvegis frættist, at
hendan tænastan skal av-
takast sum sjálvstøðugt
starv, tí tørvurin ikki er har.
Um játtanin til sjúklinga-
vegleiðaran skal nýtast til
avloysarar og vegleiðar-
arbeiðið skal leggjast út til
8 ymiskar sjúkrarøktarfrøð-
ingar við skiftandi vaktum,
er ongin ivi um, at tænastu-
støðið lækkar. Hetta er sera
harmiligt, tá hugsað verður
um, at enn fleiri sjúklingar
fáa brúk fyri einum sjúk-
lingavegleiðara í framtíð-
ini, tí færri sjúklingar fáa
játtað fylgjara við sambært
nýggju kunngerðini.
Abraham Mikladal
Nú ætlaði eg ikki at læra
teg meir um fólkaræði í
Føroyum, men tá tú bendir
"støðuna hjá Kallsberg" til
at vera ein trupulleika í
stýrisskipanarlógini,
so
havi eg hug at royna eina-
ferð enn.
Óivað skulu stýrisskipan-
arlógin og vallógin broyt-
ast. Sjálvur eri eg t.d. fyri
einum valdømi í Føroyum.
Men lat okkum í fyrstu at-
løgu halda okkum til fakta.
Vit hava eitt fólkaræði, ið
byggir á tað tríbýtta valdið
(lóggevandi, útinnandi og
dømandi).
Tað lóggevandi valdið
kann bert samtykkja lógir,
og bert við einum meiri-
luta. So um nøkur av ting-
manningini eru kriminell,
so koma tey ikki einsamøll
at samtykkja nakra lóg,
tíanbetur. Somuleiðis kann
ein løgtingslimur einki seta
í verk ella útinna!
Hinvegin er tað óivað
rímuligt, at slík fólk finnast
á tingi, tí á tann hátt um-
boðar tingið fólkasaman-
setingina betur.
Tá tað kemur til tað úinn-
andi og dømandi valdið, er
støðan ein heilt onnur. Har
kann ein persónur útinna
gerðir, ið kunnu koma ein-
staklingum, bólkum ja,
øllum samfelagnum í óføri.
T.d. hevur løgmaður heim-
ild til at skriva út val, senda
landsstýrisfólk til hús o.s.fr.
Tí mugu vit ikki góðtaka, at
embætini verða misnýtt, og
at fólk, sum røkja embæt-
ini, siga ósatt.
Og tað hevur onki við
persónin Anfinn Kallsberg
at gera. Somu treytir galda
sjálvandi fyri ein og hvønn,
ið fær litið eitt embæti í út-
innandi ella dømandi vald-
inum upp í hendur.
Tað finnast nógvir rætt-
vorðnir borgarar, so tað er
púra óneyðugt at seta
kriminell og óálítandi fólk í
fremstu røð. Verður tað
gjørt, hóast alt, so er okkurt
spinnandi
galið
við
teimum, sum gera tað.
Jústinus, eg vóni at tú
skilur munin.
Jústinus og fólkaræði
Fyribyrgingarráðið:
Fullkomið bann er loysnin
Formaðurin í Fyri-
byrgingarráð Før-
oyar, Heðin Thomsen
heldur ikki, at upplýs-
ingararbeiðið munar
nóg væl, tá tað kemur
til royking. Hann er
ikki í iva um, at tað
einasta, sum veruliga
hevði munað, er eitt
fullkomið bann á all-
ari tubbaksfram-
leiðslu og sølu
ROYKING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Heðin Thomsen er ikki í iva
um, at tað einasta rætta
hevði verið at sett fullkom-
ið bann á alla framleiðslu
og sølu av tubbaki. Tað er
tað,sum hann heldur, hevði
gjørt munin í Føroyum.
– Sjálvandi hevði tað
óivað havt nakað av svørt-
um marknaði við sær í byrj-
anini, men tað ber ikki til at
halda slíkt loyniligt í langa
tíð í einum so lítlum landi
sum Føroyar, so tað er
avgjørt tað, sum hevði gjørt
munin herheima hjá okk-
um, staðfestir Heðin.
Hann ivast somuleiðis í,
um tann vanligi borgarin í
Føroyum,
sum
kanska
roykir einar 20 sigarettir
um dagin, hevði farið í holt
við at smugla sigarettir, um
tær vóru bannaðar.
Hann vísir á, at gongdin í
útlondunum er hendan at
seta fullkomið bann á sølu
og framleiðslu av tubbaki.
Samfelagið ábyrgdina
Heimskenda
læknatíðar-
ritið the Lancet hevur greitt
sagt seg ganga inn fyri full-
komnum banni av allari
tubbaksframleiðslu og sølu,
og formaðurin í Fyribyrg-
ingarráðnum heldur tað
bert vera ein spurning um
tíð, inntil tað verður gjørt
nakað við tað.
– Upplýsing er uppgivin.
Roykjarar eru so bundnir av
sigarettunum, at tað nyttar
onki at upplýsa meira um
vandan, nú mugu og skulu
tiltøk til, sigur Heðin
Thomsen. Hann greiðir frá,
at í the Lancet verða polit-
ikarar drignir til svars fyri
støðuni. Yvirskriftin í einari
grein ljóðar: Do you sleep
at night, mr Blair? Her
verður hugsað um, at polit-
ikarar, sum sita við vald-
inum,
høvuðsábyrgdini,
vitanini og møguleikanum
til at gera okkurt við støð-
una, ikki gera nakað, vísir
Heðin á.
– Størsti trupulleikin er,
at samfelagið gevur fría
atgongd til eina vøru, sum
drepur helvtina av teimum,
sum njóta hana, sigur for-
maðurin í Fyribyrgingar-
ráðnum.
Hann er ikki í iva um, at
fullkomið bann er tann
bíligasta loysnin og tann
mest effektiva.
Upplýsing munar ikki
– Átakið ímóti royking,
sum Klaksvíkar kommuna
skipaði fyri, er eitt gott til-
tak, og vit luttóku í tí, men
eg haldi, at tað er væl og
virðiliga staðfest, at upp-
lýsingartiltak ikki muna
nóg væl, tá tað kemur til
royking,
sigur
Heðin
Thomsen.
Hann sigur, at sjálvandi
skal upplýsing til, og hann
leggur dent á, at tað eru
nógvir ymiskir hættir at
upplýsa uppá, men sam-
stundis vísir hann á, at
gongdin aðrastaðni í heim-
inum er, at tiltøk heldur
verða sett í verk til tess at
minka um talið á roykj-
arum.
– Tað er ongin í dag, sum
ikki veit av, hvussu hættis-
ligt tað er at roykja, men
tað ger ikki tann stóra mun-
in – sjálvt við ræðukamp-
anjum, heldur formaðurin í
Fyribyrgingarráðnum.
Hann hevur eisini onnur
hugskot, um við hvørjum
tiltøkum talið á roykjarum
kann minkast.
– Við at hækka prísin á
sigarettum og aldursmarkið
fyri at keypa. Og so forboð
fyri at roykja á almennum
støðum. Tað ger eisini sín
mun, sigur Heðin Thom-
sen, formaður í Fyribyrg-
ingarráðnum, sum tó sær
eitt fullkomið bann, sum ta
bestu loysnina.
Ein kanning, sum Gallup
gjørdi fyri Fyribyrgingar-
ráðið í fjør vísir, at 36 % av
føroyingum roykja. Yvir 70
% av teimum spurdu, vilja
hava roykibann á almenn-
um støðum.
Heðin Thomsen, formaður í
Fyribyrgingarráðnum heldur
fullkomið bann av allari
tubbaksframleiðslu og sølu
vera tað bestu loysnina fyri
at fáa talið á roykjarum í
Føroyum niður
Savnsmynd
Byrjið ikki at roykja
Boðskapurin til næm-
ingarnar í fólkaskúl-
unum var týðuligur á
roykiátakinum, sum
Klaksvíkar kommuna
og skúlarnir skipaðu
fyri fríggjamorgunin.
Tit, ið ikki roykja,
byrjið ongantíð, og tit
ið roykja, leggið av
sum skjótast
ROYKING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Salurin í KFUM og K var
karmur um royki átakið,
sum kallast Royking stink-
ar. Salurin var stúgvandi
fullur av skúlanæmingum
úr 6. til og við 10. flokki.
Ragnhild Ellingsgaard var
frásøgufólk, og nógv spenn-
andi var á skránni. Fyrst
kom Tina Purkhús, sum er
limur í roykibólkinum í
fólkaskúlunum.
Síðani
skúlastjórin í skúlanum við
Ósánna,
Símun
Petur
Hjelm. Hann helt, at hetta
tiltakið var sera gott og
heitti á roykibólkin um at
halda fram við teirra arbeiði
framyvir.
– Stuðul fáa tit frá
leiðslunum á báðum skúl-
unum, segði skúlastjórin
millum annað.
Síðani kom formaðurin í
heilsunevnini hjá Klaksvík-
ar býráð, Rani Nolsøe.
Hann heitti á næmingarnar
at lurta væl eftir, njóta und-
irhaldið, men ikki gloyma
álvarin í tiltakinum.
Somuleiðis
fegnaðist
hann um, alt arbeiðið, sum
roykibólkurin hevur gjørt,
og
at
skúlaleiðslurnar
ynskja, at arbeiðið heldur
fram.
Undirhald
Tá røðurnar vóru lidnar,
kom tann meiri undirhald-
andi parturin av átakinum.
Fyrst komu tveir heldur
skemtiligir
persónar
at
leggja nøkur fakta fram um
royking.
Síðani
sang
Brandur Enni lagið Heimið
saman við Rana Nolsøe,
sum spældi undir.
Tá Brandur var liðugur at
syngja, komu fimm fyri-
myndir upp á pallin, sum
hvør høvdu ein boðskap um
allar vansarnar við at
roykja. Una Olsen, hond-
bóltsleikari, Rani Tómas-
son, telvari, Jákup Mikkel-
sen,
landsliðsmálverji,
Marjun Kalsø, flogbólts-
leikari og Brandur Enni,
tónleikari.
Síðani varð ein nýggjur
filmur frá Kræftens Be-
kæmpelse vístur. Og aftaná
hevði danski sjónvarps-
læknin, Peter Qvortrup
Geisling eitt innlegg. Hann
vildi ikki koma við nøkrum
hóttanum
um,
hvussu
vandamikið
tað
er
at
roykja. Tað helt hann, at øll
mundu vita í dag. Hinvegin
heitti hann á ikkiroykjarar
um at standa saman og
royna at gera teirra ávirkan
til, at fólk ikki byrja.
– Trupulleikin við royk-
ingini er, at tað er so langt
frá sjálvari njótingini til
rokningin fyri hana kemur,
segði sjónvarpslæknin mill-
um annað.
Royfríir flokkar
Ein kanning varð gjørd fyri
tveimum árum síðani av
roykimynstrinum í fólka-
skúlunum í Klaksvík. Og til
hetta átakið var so aftur ein
kanning gjørd. Úrsltitið
varð kunngjørt undir tiltak-
inum.
Tað vísti seg, at munandi
færri næmingar roykja dag-
liga í dag í mun til fyri
tveimum árum síðani í
báðum skúlunum. Yvir 50
% av teimum spurdu, hava
ongantíð roykt, og kynsbýt-
ið millum roykjararnar vísti,
at tað var javnt inntil níggj-
una flokk. Tá byrja gentur-
nar at fara fram um dreing-
irnar, og í tíggjunda flokki
er tað nógv fleiri gentur, ið
roykja enn dreingir.
Kanningin vísti somu-
leiðis týðuliga, at flestu
næmingarnir
byrja
at
roykja í sætta flokki. Ongin
byrjar í tíggjunda. So Olga
Biskopstø, sum legði kann-
ingina fram, segði, at har
má arbeiðast miðvíst við at
forða næmingunum í yvir-
høvur at byrja at roykja.
Eitt annað, sum kanning-
in vísti var, at tað í dag eru
seks roykfríir flokkar frá 6.
til 10. flokk í fólkaskúlun-
um í Klaksvík. Hesir flokk-
ar fingu allir hvør sítt
skreytblað frá Klaksvíkar
kommunu, sum tey kunnu
heingja upp í flokshølinum.
Flokkarnir vóru: 6. a, 6. b,
7. a, 8 b og 8. c í skúlanum
á Ziskatrøð. Og 6. b í
skúlanum við Ósánna.
Alt bendir á, at eitt
líknandi tiltak verður skjótt
fyriskipað aftur í Klaksvík.
Ynski vóru í øllum førum
frammi um, at tað longu
verður aftur komandi ár.
Salurin í KFUM og K var
stúgvandi fullur av
næmingum úr 6. til og 10.
flokk til roykiátakið hjá
Klaksvíkar kommunu:
Royking stinkar
C
M
Y
K
11
10