Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 21 - 31. januar 2004 Nr. 21 - 31. januar 2004 9 Sjúklingavegleiðingin bíðar Fundur varð miku- dagin millum sjúk- lingavegleiðingina á Riskissjúkrahúsinum og leiðsluna á Hotel Tórshavn. Avrátt varð at bíða við at taka nakra avgerð, til pol- itiska støðan í Føroy- um er komin í fasta legu SJÚKLINGAVEG- LEIÐING Edvard Joensen Sjúklingavegleiðingin á Ríkissjúkrahúsinum heldur fyribils fram óbroytt. Tað var úrslitið av fundi, sum hildin varð í Keypmanna- havn mikudagin. Uppskotið hjá leiðsluni á Hotel Tórshavn um at um- skipa sjúklingavegleiðing- ina á Ríkissjúkrahúsinum hevur møtt mótstøðu. Fleiri, teirra, sum á einhvønn hátt hava havt okkurt við vegleiðingina at gera, halda ikki, at tað er rætt, tá leiðslan á Hotel Tórshavn metir, at bert er brúk fyri vegleiðing seks tímar um vikuna. Tað er alt ov lágt sett, halda tey, og mæla hivegin til, at tíma- talið veður økt. So mikið av kjakið hevur staðist av hesum málinum, at avtalaður varð fundur millum leiðsluna á Hotel Tórshavn og vegleiðaran. Eleonora Olsen, sum er sjúklingavegleiðari, sigur við Sosialin, at hon á fund- inum mikudagin legði síni sjónarmið fram, eins og leiðslan hevði síni. Fundurin kom ikki til nakra niðurstøðu, sigur Eleonora Olsen, uttan ta, at hildið varð best at bíða við at taka nakra endaliga av- gerð, til nýtt landsstýri var skipað í Føroyum, og tað soleiðis fekst at vita frá nýggja landsstýrismannin- um, sum fer at varða av málinum, hvussu ynskiligt verður, at skipanin skal vera í framtíðini. Tískil heldur verandi skipan við sjúklingaveg- leiðing á Ríkissjúkrahúsin- um fram sum higartil. Í hvussu er til ein nýggjur landsstýrismaður vil nakað annað, sigur Eleonora Ol- sen. Tað eydnaðist ikki at hitta leiðaran á Hoel Tórs- havn áðrenn blaðið fór til prentingar. Ruskinnsavningin í Vágum verður um- løgd í samband við umleggingina av økj- unum hjá IRF. Inn- savnararanir vænta verri tænastu, men tað væntar leiðslan í IRF ikki RUSK Edvard Joensen Vágar: Tá ruskinnsavningin verður umløgd, soleiðis at Vágar verða lagdar saman við Norðureysturoy og Norður- streymoy, fer tænastan at lækka munandi, heldur ein teirra, sum hevur koyrt ruskbilin í Vágum seinnu tíðina. – Tað er ikki ætlanin, og tað meta vit heldur ikki fer at verða so, sigur stjórin hjá IRF. Í fyrsta umfari hevur broytingin av skipanini hjá IRF havt við sær, at annar teirra, sum hevur koyrt innsavningarbilin í Vágum, er sagdur úr starvi. Lagt verður um soleiðis, at bilur kemur um Sundið at savna rusk í Vágum tveir dagar um vikuna. Hinar dagarnar verður so farið í Norður- streymoy og Norðureyst- uroy. Bilurin veðru fluttur úr Vágum til at hava støð í Leirvík. Eyðun Ellingsgaard, ið er tann av innsavnarunum í Vágum, ið ikki er sagdur úr starvi, sigur, at hann metir ikki, at nýggja ætlanin hjá IRF fer at vera á sama tænastustøði, sum tann, ið farið verður frá. Eitt nú vísir hann á, at teir vanliga hava brúkt seks tímar til hvørja av bygdun- um Sørvág og Miðvág. Men eftir nýggju skipanini, skal Sørvágur saman við Gásadali, Bø, Vatnsoyrum og Miðvági klárast við 5,7 tímum. Sett er eisini upp í upp- skotinum, at takast skulu sjey tons av ruski á hesum túrinum. Men tað fer ikki at bera til, sigur Eyðun Ellings- gaard, tí bilurin klárar bara at lasta hávtfjórða tons. So hann skal tømast minst einaferð á rutuni, og tað tekur út móti teimum tínum at fara úr Vágum til Leir- víkar og koma aftur at savna víðari. Heldur ikki heldur hann posatalið, IRF hevur sett upp, vera rætt. Og at hvør posin í meðal vigar 10 kg, sigur hann ver alt ov lágt sett. Stjórin á IRF viðgongur, at bilurin, sum savnar inn í Vágum bara lasta hálvt- fjórða tons, og at tað er ov lítið til ta nøgd, hann skal taka. Hetta kemst av, at bil- urin er gjørdur til at sleppa runt har, trongt og illa at- komiligt er. Hinvegin kann tann trup- ulleikin loysast við einum størri bili ella at seta ein aksil eyka undir bilin. Tað fer so hinvegin aftur at gera tað truplari at koma runt, væntar stjórin. Eyðun Ellingsgaard vísir á, at eftir nýggju skipanini fer ikki at bera til at taka rusk frá eitt nú virkjum og handlum, fyri ikki at tala um bingjuplássini. Poul Andrias Joensen, stjóriá IRF ásannar, at skipanin tykist øðrvísi enn tann, sum farið verður frá. Og tað er eisini ætlanin, sigur hann. Hvussu tíðarætlanin fer at halda, viðgongur hann, at hann ikki kann siga nakað um soleiðis beinanveg. Men innsavningin í síni heild verður umskipað so- leiðis, at tann bilurin, sum skal taka húsarhaldsruskið, skal ikki taka nakað annað. Tískil skuldið verðið væl rúmligari á tíðarætlanini hjá innsavningarbilinum. Eisini verður broyting gjørd soleiðis, at tað í framtíðini verða tríggir mans við bilinum móti tveimum í dag. Her verður skipanin í framtíðini tann, at vanligu innsavningarbilarnir skulu bara taka húsarhaldsrusk, og ikki sum fyrr rusk frá handlum og stovnum. Tað skulu aðrir bilar gera, sigur Poul Andrias Joensen. Skipanin verður tann, at størri bilar hjá IRF fara at koyra runt eftir handils- ruski og slíkum, sum latið verður á bingjuplássini. Hesir bilarnir fara eisini at koyra eftir fastlagdari rutu, sigur hann. Leiðslan á Hotel Tórshavn og sjúklingavegleiðingin á Ríkissjúkrahúsinum eru samdar um, at verandi vegleiðing fyribils heldur fram, til nýtt landsstýri er skipað og onnur boð koma haðani Bitland nevndin vald Tólv føroyskar fyritøkur og stovn- ar stovnaðu hós- dagin smáparta- felagið Bitland KUNNINGARTØKNI Smápartafelagið Bit- land varð stovnað hós- dagin, og menningar- stjórin á Føroya Tele varð valdur til nevndar- formann. Stjóri í Fel- agnum er Ólavur Greg- ersen. Talan er um feløg alt frá flogfeløgum til Ar- beiðsgevarafelagið, sum hava stovnað partafel- agið Bitland, ið hevur til endamáls at stimbra ný- skapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum. Nevndarformaður í Bit- land er Tróndur Djur- huus, menningarstjóri á Føroya Tele. Nevndar- limirnir eru Petur Zach- ariasen, formaður í Sparikassagrunninum, Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron, Wil- helm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum, Henrik Hansen, menn- ingarstjóri hjá Canon og Ólavur Ellefsen, stjóri í Semprentis. Ólavur gregersen, stjóri í Bitland, sigur í tíðindaskrivi, at nevnd og stjórn nú eru farin til verka at leggja nágreini- ligar ætlanir fyri virk- semi felagsins. ej Ruskinnsavningin verður broytt Ruskinnsavningin hjá IRF verður umløgd. Í Vágum merkir tað, at størri øki skulu avgreiðast upp á nógv styttri tíð. Men tá sleppa innsavnararnir, sum taka húsarhaldsrusk, undan at taka rusk frá handlum og stovnum, sigur stjórin á IRF Føroya Fiskasøla: Væntar príshækking á aldum laksi – Orsøkin til, at prís- irnir á feskum laksi hava verið so lágir, er í fyrsta lagi, at marknaðurin er sprongdur. Kreppa er í alivinnuni, bæði her heima og rundan um okkum, og tí er vænt- andi, at nógv minni fiskur verður á marknaðinum í hesm árinum. Tað merkir, at útlit eru til prís- hækkingar á aldum laksi, sigur Birgir Kass, sølumaður á Føroya Fiskasølu, sum kortini ikki torir at spáa, hvør prísleg- an væntandi verður PRÍSÚTLIT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Øll alivinnan liggur í anda- leypi. Smoltstøðir og ali- støðir eru farnar á húsa- gang ella hava lagt árarnar inn, tí virksemið ikki er lønandi. Fíggingartørvurin í alivinnuni er stórur, og tað er váðin við at læna pengar- nar eisini. Nógvir pengar eru mistir, og tað skal nógv til, um alivinnan aftur skal reisa seg og aftur fáa tann týdning, henda vinna hevur havt. Sjúka hevur gjørt feigdina um seg og hevur gjørt tað neyðugt at taka laksin fyri tíðina. Aftrat veldugu laksaframleiðsl- uni, hevur sjúkan verið við- virkandi til, at marknaðurin er sprongdur. Aliøkir eru løgd lamin, og neyðugt hevur verið at flyta virk- semið, ið eftir var, til onnur øki. Smoltalarar hava fáar ella ongar avtakarar, tí alifel- øgini vita ikki, um lánsveit- arar vilja veita fígging til útseting. Lánsveitarar hava "brent" seg og tora illa at váða meira pening, fyrr enn marknaðarútlitini eru betur, og í kjalavørrinum spøkir ILA-sjúkan alla tíðina. Betri prísútlit Føroya Fiskasøla er millum sølufeløgini, sum selir framleiðsluna av føroysk- um alifiski. Í fjør seldi fyri- tøkan eini 6.000 tons av feskum laksi og sílum. Aftrat hesum hevur Fiska- sølan eitt virki í Fuglafirði, har eini 80 fólk framleiða portiónir, sum verða seldar á útlendska marknaðin. Fel- agið eigur eisini í alifelagn- um, Eystlaksi í Norðoyggj- um og Faroe Fishfarming í Suðuroy. Sosialurin hevur vent sær til Birgir Kass, sum selir laks fyri Føroya Fiskasølu. Hann vísir á, at alivinnan sum heild er í kreppu, bæði í Noregi, Hetlandi, Skot- landi og í Norðurameriku. – Orsøkin er í fyrsta lagi, at framleiðslan hevur verið ov stór í mun til tað, sum marknaðurin tolir. Haraftrat eru alibrúk rakt av sjúkum, sum hevur ført til, at fiskur er tikin fyri tíðina. Hetta hevur eisini verið við til at lagt trýst á marknaðin. Birgir sigur, at nú fram- leiðslan av alifiski í Føroy- um og í londunum rundan um okkum er munandi minni, er væntandi, at prís- irnir fara at hækka. – Onkur væntar, at prísir- nir fara at hækka eftir pásk- ir, og onkur væntar, at teir fara at hækka eftir summar- frítíðina. Ilt er at siga, hvør príslegan verður, men við munandi minni fiski á marknaðinum, er lítil ivi um, at prísgongdin verður rætta vegin. Hann sigur, at norðmenn eru optimistiskir og vænta, at prísirnir sum frá líður fara uppá einar 30 krónur fyri kilo av feskum laksi. – Eg tori ikki at geva nakað boð uppá prísgongd- ina, men greitt er, at kemur prísurin á feskum laksi uppá 21 krónur í miðal fyri kilo, verður tað aftur áhugavert at ala laks í Før- oyum. Torført at spáa Birgir leggur dent á, at verður eingin øking í prís- inum, verður ógvuliga torført hjá alivinnuni at fóta sær aftur í bræði. Hann sigur, at føroyskir alarar tóku eini 50.000 tons av laksi og sílum í fjør, ið partvís vórðu útflutt sum fekst og partvís sum porti- ónir. Av hesum var nøgdin av laksi eini 43.000 tons. – Vit seldu eini 6.000 tons av feskum laksi og síl- um í fjør, og tað er greitt, at talið verður munandi minni í ár. Spurdur, um talið vænt- andi verður helvtina minni, sigur hann, at tað er ikki óhugsandi, at nøgdin verð- ur uppaftur minni. – Alivinnan er í stórari kreppu, og tí er ógjørligt longu nú at siga, hvussu hetta árið fer at roynast, sigur Birgir Kass at enda. Eitt, sum eisini kann væntast at fáa týdning og verða til bata fyri føroysku alivinnuna í framtíðini, er koppseting móti ILA, sum tó enn ikki er loyvd. Birgir Kass, sølumaður hjá Føroya Fiskasølu, sigur, at norðmenn eru optimistiskir og vænta, at prísurin á feskum laksi sum frá líður fer uppá einar 30 krónur fyri kilo. Sjálvur torir hann ikki at geva nakað boð uppá prísgongdina, men vísir á, at kemur prísurin uppá einar 21 krónur fyri kilo, verður tað aftur áhugavert at ala laks í Føroyum Hósdagin og fríggja- dagin vóru fiski- vinnusamráðingar í Oslo millum føroy- ingar um norðmenn um sínámillum fiski- veiðirættindi hjá hvørjum øðrum. Ætlandi skuldu hesar samráðingar vera fyri nýggjár, men vórðu útsettar eftir norsk- um ynski SAMRÁÐINGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskimálaráðið sigur, at Føroyar hava fullnýtt sína botnfiskakvotu í Barents- havinum í 2003, og møgu- leikarnir at fiska makrel í norskum sjógvi vórðu eis- ini nýttir til fulnar. Før- oysku kvoturnar av ídnað- arfiski og upsa í Norðsjón- um vórðu ikki uppfiskaðar, tá ið árið var úti. Norðmenn hava hinvegin fullnýtt allar sínar kvotur í føroyskum sjógvi. Hesar snúgva seg serliga um línu- veiði eftir blálongu og brosmu og svartkjaftakvot- una, sum norðmenn hava í føroyskum sjógvi. – Sambært teirri øking, sum Russland og Noregi eru komin ásamt um, verð- ur heildarveiðan av toski og hýsu í Barentshavinum hækkað við 20%. Vit meta, at hetta gevur grundarlag fyri hækking av føroysku botnfiskakvotuni í norskum sjógvi - við somu øking. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at bann er sett fyri lodnuveiði í norskum sjógvi, og tí verður eingin lodnukvota við í avtaluni fyri 2004. Fyribilsavtala – Hóast samráðingarnar millum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiskap í 2004 ikki eru fyrr enn nú, hava føroysk skip kunnað hildið fram at fiska í norsk- um sjógvi, eins og norsk skip hava kunnað fiskað í føroyskum sjógvi. Hetta tryggjar ein fyribils avtala millum londini fyri 2004, sum varð gjørd í samband við, at samráðingarnar vórðu útsettar, sigur Fiski- málaráðið. Føroyskur samráðingar- leiðari í Noregi er Kaj P. Mortensen, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. Í føroysku samráðingar- nevndini eru eisini umboð fyri Fiskiveiðieftirlitið, Fiskirannsóknarstovuna, Reiðarafelagið og danska uttanríkismálaráðið. Áðrenn evsta mark hjá Sosialinum í gjár, var ikki greitt, hvussu samráðingar- nar millum partarnar hava gingið. Fiskiveiðisamráðingar í norska høvuðsstaðnum Í gjár og fyrradagin vóru fiskiveiðisamráðingarnar í Oslo millum føroyingar og norðmenn C M Y K 9 8