leygardagur 31. januar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 21 - 31. januar 2004
Nr. 21 - 31. januar 2004
7
Tað verða sjey fólk í
nýggja landsstýrinum
og eftir øllum at
døma verður talan
um nógv nýggj andlit.
Mong eru boðini og
gitt verður dúgliga.
Nøkur av boðunum
eru Bárður Nielsen til
fíggjarmál, Jógvan á
Lakjuni til mentamál
og Andreas Petersen
ella Hans Pauli Strøm
til heilsu- og
almannamál
NÝTT LANDSSTÝRI
Jan Müller
Nógv virksemi hevur verið
á Gamla Apoteki síðani
samráðingar um nýtt lands-
stýri byrjaðu fyri umleið
eini viku síðani, og í enda-
spurtinum hósdagin og
fríggjanáttina slapp møgu-
liga komandi samgongan at
standa sína roynd. Hós-
dagin vildi Fólkaflokkurin
hava at vita frá Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum, hvønn hugburð
teir høvdu til at fáa Anfinn
Kallsberg út í Tinganes
aftur. Hetta var eftir øllum
at døma ein liður í tí takt-
iska spælinum, nú máls-
økini skuldu býtast millum
flokkarnar. Fólkaflokkurin
vildi við hesum stigi gera
greitt, at hann fór at seta
stór krøv, slapp Anfinnur
ikki aftur í landsstýrið.
Eisini metti hann tað vera
heilt rímuligt at krevja
tríggjar landsstýrissir, nú
Javnaðarflokkurin
fekk
løgmann og Sambands-
flokkurin fekk tingfor-
mannin.
Bæði Javnaðarflokkurin
og
Sambandsflokkurin
gjørdu greitt, at teir kundu
ikki góðtaka Anfinn Kalls-
berg í landsstýrinum og
eftir tað var hektiskt virk-
semi. Eina løtu ljóðaði, at
Tjóðveldisflokkurin møgu-
liga vildi góðtaka Anfinn
Kallsberg sum løgmann
kom gamla samgongan
afturíaftur. Hetta hevur tó
helst verið partur av tí
psykologiska krígnum, sum
valdaði í apoteksumhvørv-
inum hósdagin og hós-
kvøldið.
Talið á landsstýrisfólki
kom so niður á 7 eftir telv-
ingina hósdagin. Áðrenn
blaðið fór til prentingar
ljóðaði, at Javnaðarflokkur-
in umframt løgmann, sum
skal umsita málini hjá Løg-
málaráðnum, eisini fær
almanna- og heilsuøkið.
Hetta økið hevur verið
undir tveimum landsstýris-
monnum í undanfarnu
samgongu. Men tað hevur
eisini ljóðað, at Javnaðar-
flokkurin hevur verið úti
eftir
Innanríkisráðnum,
sum hann sjálvur er faddur
at. Tað ljóðar eisini, at
Sambandið vil hava hetta
málsøkið og uppaftur aðrar
gitingar vilja vera við, at
har verður einki Innanríkis-
ráð. Tað er tó ósannlíkt, tí
tað er sjeynda ráðið.
Sum skilst leggur Fólka-
flokkurin seg eftir at fáa
Vinnumál og Fiskivinnu-
mál men hevur eisini roynt
at fáa Fíggjarmálini. Okk-
urt tykist tó benda á, at
Sambandsflokkurin fer av-
stað við Fíggjarmálum, og
at tað kann henda, at Fólka-
flokkurin tá fær Menta- og
skúlamál. Hitt málsøkið hjá
Sambandsflokkurin verður
so helst Innlendismál.
Ringt er at seta persóns-
nøvn á men í tí politiska
umhvørvinum eru fleiri
boð og har verður gitt dúg-
liga. Sannlíkt er at Bjarni
Djurholm heldur fram við
vinnumálum, og Jákup
Vestergaard við fiskivinnu-
málum. Fær Fólkaflokkurin
Fíggjarmál, so flytur Bjarni
Djurholm út í Albert Hall.
Men fær Sambandið fíggj-
armálini, so kann nýggi
maðurin har koma at eita
Bárður Nielsen. Fær Fólka-
flokkurin mentan og út-
búgving er Jógvan á Lakj-
uni eitt gott boð. Um Javn-
aðarflokkurin
fær
Al-
manna- og heilsumál verð-
ur tosað um Andreas Peter-
sen, men gitt verður eisini,
at Hans Pauli Strøm stend-
ur klárur til henda so týð-
andi og stóra sessin.
Øll samráðingarfólkini
svóvu tá blaðið allan
fríggjamorgunin royndi at
fáa viðmerkingar til tey
ymsu málsøkini. Fundur
skuldi vera aftur á Gamla
Apoteki klokkan 14 í gjár.
Nógv nýggj andlit í Tinganes
Enn eru eingin nøvn sett á landsstýrissessirnar, bara ein er
vissur, og tað
er løgmanssessurin, sum eftir øllum at døma fer til formann
Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard
Fleiri boð eru uppá landsstýrisfólk. Bárður Nielsen er boð uppá fíggjarmálaráðharra, Jógvan á
Lakjuni uppá mentamálaráðharra og í Javnaðarumhvørvi verður tosað um Andreas Petersen ella
Hans Paula Strøm at taka sær av heilsu og almannaøkinum
Ein tann seinasti knúturin í
samgongusamráðingunum snýr
seg eftir øllum at døma um, hvør
skal hava fiskivinnumálini. Tað
ljóðar, at Sambandið og Fólka-
flokkurin togast um málsøkið.
Fær Sambandið tað, sum er
sannlíkt, so verður landsstýris-
maðurin helst Alfred Olsen. Tá
fær Fólkaflokkurin so Inn-
lendismálini og ráðharrin verður
Jákup Vestergaard.
Stríðast um fiskivinnumál
Sjey er gylta talið
Anfinn Kallsberg leggur
kongin
Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin eru
komnir ásamt um, at
aðalráðini skulu
verða sjey í tali. Løg-
málaráðið og Olju-
málaráðið fella burt-
ur og Almanna- og
Heilsumál verða løgd
saman aftur. Eitt nýtt
Innlendismálaráð
verður eisini sett á
stovn
AÐALRÁÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Á Gamla Apoteki hava
Javnaðarflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Fólka-
flokkurin dúgliga kjakast
um, hvussu nógv aðalráðini
skulu vera í tali. Eftir
drúgvar samráðingar, eru
flokkarnir komnir ásamt
um, at aðalráðini skulu
lækka úr níggju niður í sjey.
Sammett við almennu fyri-
sitingina í dag, detta tvey
aðalráð burtur. Almanna-
og Heilsumálaráðið skulu
eisini leggjast saman aftur,
meðan eitt spildur nýtt
Innlendismálaráð
verður
sett á stovn.
Talið av aðalráðum var
eitt av høvuðsevnunum
undir valstríðnum. Allir
flokkar á tingi søgdu seg
vilja hava færri aðalráð og
nú hava so Javnaðarflokk-
urin, Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin avgjørt
at fækka talið.
Semjan millum flokkar-
nar fevnir um: Løgmans-
skrivstovu. Fíggjarmálaráð,
Almanna-og heilsumála-
ráð, Fiskimálaráð, Vinnu-
málaráð, Mentamálaráð og
Innlendismálaráð.
Umskipanir
Í valstríðnum var Javnaðar-
flokkurin einasti flokkur,
sum meldaði greitt út, at al-
menna fyrisitingin skuldi
ikki fevna um fleiri enn
seks aðalráð. Javnaðar-
flokkurin hevur kortini
gingið við til sjey aðalráð.
– Tað hevur verið ein
langur og seigur dystur at
finna eina semju. Vit høvdu
lagt okkum eftir at fækka
talið til seks, men tað
gjørdist ein spurningur um
at viga teir ymisku postar-
nir og tí er endaliga talið
blivi sjey, greiðir samráð-
ingarleiðarin, Jóannes Eid-
esgaard frá.
Jóannes Eidesgaard sipar
til, at løgmansessurin og
starvið sum tingformaður
skuldi eisini takast við í
telvingina um býtið av
landsstýrissessum.
At fækka talið av aðal-
ráðum úr níggju niður í sjey
hevur fleiri umskipanir við
sær. Ætlanin er, at Inn-
lendismálaráðið skal taka
sær økinum sum bæði Løg-
málaráðið og Oljumála-
ráðið hava umsitið seinasta
samgonguskeið. Her verður
hugsað um lógarmál, olju-
mál, økismenning, komm-
unumál. Ætlanin er eisini,
at strandferðlan skal flytast
frá vinnumálum til innlend-
ismál.
Okkum hevur ikki eydn-
ast at fáa ítøkiligt at vita,
hvørji mál hini aðalráðini
fara at umsita, men sum
skilst, so verða ikki tær
stórvegis
broytingarnar
framdar.
Anfinn Kallsberg
ásannar, at hann skal
ikki rokna við einum
landsstýrissessi í eini
samgongu millum
Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og
Fólkaflokkin. Javnað-
arflokkurin og Sam-
bandsflokkurin hava
boðað løgmanni frá,
at teir hava ikki álit á
honum
SAMGONGUTELVING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Gamla Apotek 22.50:
Samgongusamráðingar-
nar millum Javnaðarflokk-
in, Sambandsflokkin og
Fólkaflokkin hava nú vart í
eina góða viku. Nógv er
fingið av skafti og útlitini
fyri eini ABC-samgongu
gerast
alsamt
bjartari.
Flokkarnir hava funnið
semju um øll málsøkini og
hóskvøldið skulu seinastu
leikirnir
í
samgongutalvinum gerast.
Undir
samráðingunum
seinastu vikuna hevur mál-
ið um Anfinn Kallsberg
ikki verið umrøtt. Hós-
kvøldið brast kortini fyri
nevið. Anfinn Kallsberg
verður hvørki løgmaður
ella landsstýrismaður í eini
samgongu millum Javnað-
arflokkin, Sambandsflokk-
in og Fólkaflokkin
Skuffaður
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin hava boðað
løgmanni frá, at flokkarnir
hava ikki álit á honum.
Hesa støðu, hevur Anfinn
Kallsberg tikið til eftir-
tektar og hann ásannar, at
hann verður ikki partur av
landsstýrismanningini
í
eini ABC-samgongu.
Løgmaður sigur seg ikki
vilja gerast ein forðing hjá
Fólkaflokkinum í sam-
gongusamráðingunum við
Javnaðarflokkin og Sam-
bandsflokkin og tí verður
hann noyddur at boyggja
seg.
– Hóast stórur partur av
føroya fólki vil hava meg
sum løgmann og eg júst
havi havt eitt rimmar val, so
má eg vera realistiskur. Eg
eri demokratiskt valdur,
men mann vil ikki virða at
fólki hevur talað. Eg eri
skuffaður av Javnaðar-
flokkinum og Sambands-
flokkinum at eg ikki kann
fara í landsstýrið, sigur An-
finn Kallsberg.
Jóannes Eidisgaard er á trappuni til gerast komandi løgmaður Føroya. Javnaðarflokkurin , Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava sett talið av aðalráðum til
at verða sjey. Nú restar bara býtið í av málsøkjum, áðrenn ABC-samgongan verður veruleiki.
Mynd: Jens Kristian Vang
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, verður hvørki løgmaður ella
landsstýrismaður í eini møguligari ABC-samgongu
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6