Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 21 - 31. januar 2004 Nr. 21 - 31. januar 2004 5 Stór spurnarkapping fer av bakkastokki leygarkvøldið í Stóra Pakkhúsi í Vági. Mong tiltøk eru annars á skránni komandi mánðirnar, nú karmarnir eisini eru betri, t.d. hevur húsið nú hálvt skonkiloyvi. Húsið verður eisini opið ávís kvøld, har tiltøk til ung eru á skránni í rúsfríum umhvørvi MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Nógv virksemi hevur verið í Stóra Pakkhúsið í Vági, síðani tað varð gjørt í stand og lat upp fyri á leið tveimum árum síðini. Skráin fyri fyrstu mánað- irnar í 2004 er løgd og mangt forvitnisligt er á skránni. Lagt verður fyri leygar- kvøldið, í kvøld, har fyrsta umfar av umfatandi spurn- arkapping er á skránni. Aftan á er Syng Við kvøld. Lagt er soleiðis tilrættis: Spurnarkappingini verð- ur millum hesi granna- løg/býlingar, sum kunnu velja upp til 4 umboð at umboða seg í spurnarkapp- ingini: 1) Vestanfyri Gjógvará 2) Uttanfyri Gjógvará og vestanfyri brekkuna hjá Jørgen Olsen 3) Uttanifyri brekkuna hjá Jørgen Olsen til Skála 4) Frá Skála til Toftaá 5) Frá Toftaá til Tippisá 6) Frá Tippisá út á Markn- aðaroyri 7) Inni í Líðini, íroknað Yviri á Bakka og við Kráir 8) Neslíð og á Nesi Evnini í spurnar- kappingini eru hesi • Landalæra • Politikkur • Ítróttur • Søga & mentan • Myndir & Media Tilsamans verða 3 umfør, 2 innleiðandi og eitt finalu- umfar. Innleiðandi umfør- ini verða skipaði soleiðis, at 2 umfør verða hvørt kvøld, har 2 lið kappast móti hvørjum øðrum. Finalu-umfarið verður skipað við hálvfinalum og finalu. Kvøldini eru fastløgd soleiðis: 1. Umfar: Leygarkvøldið 31. Januar (kl. 20.00 - húsið letur upp kl. 19.30) 2. Umfar: Fríggjakvøldið 6. Februar (kl. 20.00 - húsið letur upp kl. 19.30) (fríggjakvøld, tí steypafinaluni hjá kvinnum er leygardagin 7. feb) Finalu Umfar: Leygarkvøldið 6. Mars (kl. 20.00 - húsið letur upp kl. 19.30) Óli Holm og Páll Au- gustinussen eru høvuðs- dómarar. Spurnarkappingin verður á stórskíggja, soleiðis at áhoyrarin/hyggjarin fær nakað burturúr. Lutakast hevur verið og"liðini" hittast soleiðis: 1. Umfar (31. jan.) Frá Skála til Toftaá - Uttanifyri brekkuna hjá Jørgen Olsen til Skála 2. Umfar (31. jan.) Utt- an fyri Gjógvará og vestan fyri brekkuna hjá Jørgen Olsen - Neslíð og á Nesi 3. Umfar (6. feb.) Frá Tippisá út á Marknaoyri - Vestanfyri Gjógvará 4. Umfar (6. feb.) Frá Toftaá til Tippisá - Inni í Líðini, íroknað Yviri á Bakka og við Kráir Í samband við hvørja spurnarkapping verður Syngið við kvøld í Stóra Pakkhúsi - eftir spurnar- kappingina verður sungið og harmonika / guitarur spælir undir. Ásett er 16 ára aldurs- mark. Upplatingartíðir í sam- band við spurnarkapping- ina í Stóra Pakkhúsi Leygarkvøldið 31. jan. er húsið opið frá 19.30 - 04. Fríggjakvøldið 6. feb. er húsið opið frá kl. 17.00 - 04. Leygarkvøldið 6. mars. er húsið opið frá 19.30 - 04. Stigtakararnir vænta nógv fólk til tiltakið, tí vanligt hevur fyrr verið við spurnarkappingum í Vági og vóru hesar vælumtóktar. Fingið loyvi Húsið er annars opið fastar tíðir; týsdag frá 19 til 23 er rúsfrítt kvøld, ætlað ung- um. Fríggjadag er opið frá 17 til 20 og leygardag frá 20 til 01. Annars er regluliga, fyri ikki at siga nærum dagliga, fótbóltur á stórskíggja og verður hetta lýst nærri við plakatum á vanligu støðun- um. Føstulávintsdansur verð- ur í Pakkhúsinum føstulá- vintsleygarkvøld, har Trio av Tvøroyri spæla til dans- in. Húsið hevur fingið so- nevnt hálvt skonkiloyvi og er hetta sera hent í samband við matkvøldini við gesta- kokkum, ið eru av og á. Hesi kvøld eru sera væl umtókt og ætlandi verður fyrsta matkvøld í ár í marsmánað. Spurnarkapping í Stóra Pakkhúsi Fleiri tiltøk eru á skránni í Stóra Pakkhúsi í Vági komandi mánaðirnar. Byrjað verður við spurnarkapping í kvøld savnsmynd – Tórshavnar Býráðið skal ikki sleppa snikkaleyst burturúr at fara soleiðis við starvsfólki sínum, sum tey hava gjørt, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnu m STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta skal Tórshavnar Býráð ikki sleppa snikka- leyst burturúr! Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafel- agnum, er rættiliga avgjør- dur, tá ið vit hittu hann í telefonini í gjáramorgunin. Hóskvøldið var hann vitni til eina viðgerð í bý- ráðnum í Havn, sum hann kallar heilt ófatiliga langt úti. Á býráðsfundinum hós- kvøldið samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð nýggjar reglar fyri starvsfólkini, sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðuni. Í stuttum ganga hesar reglarnar út uppá, at fara starvsfólk hjá býráðnum privat ørindi í arbeiðstíð- ini, skulu tey dragast í løn. Sum dømi um privat ørindi varð nevnt, at fara tey til lækna ella til tann- lækna í arbeiðstíðini, skulu tey dragast í løn. Og skulu tey at fylgja líki, verða tey eisini drigin í løn, uttan tá ið talan er um næstu skyldfólk. – Hvør skal avgera, hvør eru næstu skyldfólk, spyr Gunnleivur Dalsgarð. Tað eru so nógv, sum mugu sig- ast at vera næstu skyldfólk, uttan at hava pappír uppá tað, sigur hann. Hann sigur eisini, at tað er ein elligomul, føroysk siðvenja at fólk vísa teim- um sum fara virðing, uttan at verða drigin í løn fyri tað. Sleppa ikki snikkaleyst Starvsmannafelagið metir, at hesar reglarnar eru so stórar bróytingar í arbeiðs- viðurskiftunum, at talan er um sáttmálabrot. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur, at tað er eisini brot á gamla siðvenju, sum starvsfólkini hava rætt til, hóast tey ikki eru niðurfeld í sáttmála. – Talan er um gamlar sið- venjur, sum ætlanin er at broyta so at tað fer at fáa fíggjarliga avleiðingar fyri starvsfólkini. Hetta er tað mest álvarsliga í øllum málinum, tí gamlar siðvenj- ur kunnu ikki broytast ein- víst. Hann leggur eisini dent á, at Tórshavnar Býráð skal ikki sleppa snikkaleyst bur- turúr hesum her at broyta viðurskiftini hjá starvsfólk- unum, uttan at spyrja tey eftir. – Tað hava vit sagt fyrr og tað standa vit við, sigur formaðurin í Starvsmanna- felagnum. Men í løtuni vil hann ikki útgreina hetta meiri. Hann vísir kortini á, at Starvsmannafelagið er ikki einasta fakfelag, sum hevur fólk í starvi í býráðnum og hann leggur esini afturat, at tað verður arbeitt við mál- inum. Hesi feløgini fara nú at tosa saman fyri at vita, hvat gerast skal. – Samstundis sum starvs- fólkið í býráðnum verður skammróst, sleppa tey ikki at vera við til at leggja síni viðurskifti til rættis og tað fer at koma býráðnum aftur um brekkur, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Hann leggur afturat, at viðgerðin í býráðnum hós- kvøldið vísti týðiliga, at bý- ráðslimirnir í býráðnum eru viljaleys amboð í hondun- um á býráðsformanninum. –Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at seta umstríddar reglar í verk fyri starvsfólkið. Vit eru reyvrend, sigur Elin Lindenskov býráðslimur STARVSFÓLKA- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit eru reyvrend. Hesi orðini brúkti Elin Lindenskov, býráðslimur á býráðsfundi í Havn hós- kvøldið. Á fundinum hevði býráð- ið hart orðaskifti um nýggj- ar reglar, sum ætlanin er at seta í gildi fyri starvsfólkið. Hesar reglar bera í sær, at nú kunnu starvsfólk ikki longur fara til lækna ella tannlækna, ella gera onnur, privat ørindi, uttan at vera drigin í løn. Og tey sleppa bara at fylgja sínum allarnærm- astu, uttan at verða drigin í løn. Tað var herfyri, at tað kom upp, at býráðið ætlaði at seta slíkar reglar í gildi fyri starvsfólki. Men eftir at Dimmalætt- ing hevði borið tíðindini, kom røringur í og tað end- aði við, at minnilutin í bý- ráðnum kravdi at málið varð tikið til viðgerðar í býráðnum aftur. Og tað varð tað so hós- kvøldið. Og tá samtykti ein meir- luti í býráðnum so at stað- festa reglarnar. Tað vóru seks atkvøður fyri at staðfesta reglarnar. Tey, sum atkvøddu fyri vóru Jan Christiansen, Beata L. Samuelsen, Schu- mann Hjaltalin, Jàkup Sune Joensen, Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen. Ímóti atkvøddu Leivur Hansen, Jógvan Arge, Finn- ur Helmsdal og Elin Lin- denskov. Men tríggir limir í samgonguni í býráðnum at- kvøddi als ikki, teir vóru Torfinn Smith, Bjarti Mohr og Heðin Mortensen. Tað merkir, at høvdu teir tríggir í meirilutanum, sum ikki atkvøddu, atkvøtt ímóti í staðin, varð upp- skotið ikki samtykt. At málið hevur stóran áhuga sást av, at áhoyrara- plássini vóru á tremur við starvsfólki í býráðnum og eisini formaðurin í starvs- mannafelagnum hevði leitað sær í býráðið at lurta eftir, hvussu leikur fór. Reyvrend Men tað var ikki uttan svørðslag, at uppskotið varð samtykt. Tað er ein serstakur ráð- gevandi bólkur, ið hevur gjørt reglarnar. Í tí bólkinum sita Elin Lindenskov, Schuman Hjal- talin og Sjúrður Olsen. Men Elin Lindenskov segði, at meirilutin í bý- ráðnum hevði reyvrent ráð- gevandi bólkin, sum málbar seg. Hon segði, at bólkurin hevði fingið vissu fyri, at sjálvandi varð onki sett í gildi, fyrrenn teir ymsu starvsfólkaleiðararnir og álitisfólkini hjá starvsfólk- unum høvdu havt høvi til at siga sína hugsan. Og tá ið fíggjarnevndin so aftaná eisini samtykti reglarnar, hevði hon fingið at vita, at málið hevði verið hjá starvsfólkaleiðarunum og álitisfólkunum. Men síðani er tað komið fram, at tað hevur ongantíð verið lagt fyri starvsfólka- leiðararnar og álitisfólkini. Sostatt heldur minnilutin í býráðnum, at ráðgevandi bólkurin hevur arbeitt undir skeivum fortreytum og tað er eisini undir skeivum for- treytum, at fíggjarnevndin hevur samtykt málið. Umboðini fyri minnulut- an, sum eru Leivur Hansen, Elin Lindenskov, Jógvan Arge og Finnur Helmsdal hildu tí, at málið skuldi ganga umaftur, tí hendan framferðin kundi ikki góð- takast. Ongin hevði nakað ímóti, at greiðar reglar vóru, men reglarnar skuldu gerast í samstarvi við starvsfólkini, sum tað rakar. Jan Christiansen, borgar- stjóri viðgekk, at hetta kundi kanska verið gjørt meiri elegant, sum hann málbar seg. Men hann metti framveg- is, at talan var um ein leiðsluspurning og ikki ein fakfelagsspurning. Hann vísti eisini aftur, at talan var um at broyta starvsviðurskiftini, tí tað var tað als ikki talan um. Hann segði eisini, at Tórshavnar Býráð var eitt ógvuliga lagaligt arbeiðs- pláss, har tað bar til hjá starvsfólki at arbeiða skift- andi tíðir. – So fer onkur privat ørindi í arbeiðstíðini, bar altíð til at arbeiða tað inn- aftur, so at ongin lønar- missur var. Men tað ber ikki til, har starvsfólkið er tímalønt, legði hann afturat. Hann harmaðist annars um, at tíðindini vóru likin til Dimmuna, tá tað var ikki fyrrenn tá, at rumbul kom í og hann helt, at tað var ógvuliga óheppið, at tíðindi av ymsum slagi lóku úr býráðnum, áðrenn tey áttu at vera almannakunngjørd. Hann vildi tó hava býráð- ið at staðfesta reglarnar so at starvsfólk høvdu greiðar reglar at ganga eftir. Skal koma býráðnum í Havn aftur um brekku – Hetta er so ófatiliga langt úti, at tað fer at koma býráðnum í Havn aftur um brekku, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í starvsmannafelagnum Býráðslimir í Havn reyvrendir – Hetta kundi verið gjørt meiri elegant, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn C M Y K 5 4