Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 70

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 38 Hús & heim Vikutema Tíðindi Myndir: Jens Kristian Vang – Tað er ikki altíð bara at siga tað, tá vit skulu til tey ovastu húsini eftir eini brekku sum er glerstoytt, øll sum hon er. - Og tá mást tú minnast til, at vit hóast alt koyra við einum tangabili sum vigar síni 24 tons, tá hann er fullur av olju, vísir Grækaris á. Hetta arbeiðið sum tangaførari hevur hann røkt seinastu fýra árini. Tá hann byrjaði, visti hann ikki nógv um avbjóðingarnar í einum slíkum arbeiði. Men tá talan hinvegin var um tað at koyra størri bilar, hevði hann longu royndir í tí. Frammanundan hesum var hann nevniliga í starvi sum arbeiðsmaður hjá Føroya Tele. Men tað meiri at kalla av tilvild, at hann síðani kom í arbeiði hjá EFFO. – Ein dagin spurdi eg meg fyri, mest­sum í skemti, um teir mundu hava nakað arbeiði til mín. Eg hevði tá arbeitt hjá Føroya Tele í 10 ár, og kanska var tíðin komin at finna sær okkurt annað. – So sigur hann við meg: »Forrestin, tað var løgið at tú spyrt beint nú. Vit koma faktiskt at mangla ein tangaførara um einar tvær vikur. Hvat sigur tú til tað?« Eg hugsaði um tað í eina viku, og tók so av, greiðir Grækaris frá. – Og her havi eg nú verið í fýra ár, og trívist væl. Olju um náttina Útkoyringin hjá EFFO er skipað so­ leiðis, at ein føst koyriætlan verður løgd fyri hvønn tangaførara sær. So­ leiðis veit hesin hvussu koyrast skal ta næstu vikuna. Í høvuðsstaðnum eru teir tveir fastir tanga­førarar sum røkja allan býin og Kald­bak, men tríggjar dagar um vikuna fáa teir hjálp frá einum triðja manni. – Eg plagi at fylla oljutangan kvøldið fyri, og møti so til arbeiðis klokkan 8 og koyri til klokkan 5. – Tað er tað fasta, men so eru sjálv­ andi eisini dagar, tá eitt skip brádliga biður um olju, og tað mugu vit so avgreiða beinanvegin. Tey fáa oljuna, um tað so er mitt um náttina, sigur Grækaris. Hvussu nógv hús ið hann røkkur eftir einum degi, veldst um, hvussu nógva olju tey skulu hava og ikki minst hvar hús­ini eru. Tað er jú so, at olju­tang­ arnar eru ymiskt staðsettir, og tí má slangan altíð dragast ein styttri ella longri tein frá tangabili til oljurør. Ruta hansara verður tó løgd soleiðis til rættis, at hann í mest møguligan mun tekur eitt øki ella ein býling ísenn. – Eg havi onkran dag koyrt olju til 50 hús, men eg trúgvi at í miðal liggur talið um 25. snorri@sosialurin.fo Krevur sín mann at koyra olju Royndin telur Tað er sjálvandi munur á at koyra lastbil hjá eini telefyritøku og hjá einum oljufelagi. Ein avgerðandi munur er spurningurin um trygd­ ina. Hjá EFFO sleppur eingin at koyra ein tangabil, uttan at teir hava royndir at koyra, og síðani hava fingið eina gjølliga innføring í arbeiðið: Teir byrja at koyra saman við einum royndum tangaførara; síðani verða teir sendir á eitt hálkuskeið og ikki minst á eitt brandskeið, umframt tað at teir læra at hava umsorgan fyri sær sjálvum í hesum arbeiðinum, soleiðis at sleppast kann undan likamligum skaðum. – Annars er tað dagliga arbeiðið at duga at festa oljuslanguna rætt í, lurta eftir ljóðinum sum sigur nær tangin er fullur, – og so annars at vera blíðir við kundarnar, sigur Grækaris brosandi. Í Skradd­ ara­gøtu Ein vanligur arbeiðsdagur hjá einum tangaførara byrjar klokkan 8 um morgunin og varir til klokkan 5. Tað vísir seg tó sum oftast, at oljutangin er við at vera tómur út ímóti middegi, og tí fara teir aftur á miðstøðina at fylla í aftur, til teir kundarnar sum skulu hava olju seinnapartin. Tá vit prátaðu við Grækaris mikudagin í farnu viku – hetta var um hálvgumtólv-tíðina, var hann eins og vanligt farin til arbeiðis klokkan 8, og var úti av húsinum klokkan 8:10. Hansara fyrsta uppgáva henda dagin var koyra diesel út til EFFO- støðirnar í Havn, eins og gjørt verð­ur hvønn mánadag, mikudag og fríggjadag. – Eftir tað koyrdi eg niðan á Hvítanes, har eini hús skuldu hava olju. Og nú eri eg so við hesi húsini í Skraddaragøtu, sum eisini skulu hava olju. -– Tá eg eri liðugur við tey, skal eg líka ein túr oman í Stu­denta­ skúlan í Hoydølum, áðrenn leiðin gongur aftur til kontórið, og síðani om igen seinnapartin, greiðir hann íðin frá. tíðindi Ójavnt er, hvar oljutangarnir hjá fólki eru plaseraðir. Onkutíð er tangaførarin so heppin, at hann kann fara ígjøgnum eina minni viðarlund, fyri at koma til húsini. - Hetta er eitt fínt arbeiði, sigur Grækaris Gregoriussen Tað dagliga arbeiðið at duga at festa oljuslanguna rætt í, lurta eftir ljóðinum sum sigur nær tangin er fullur, - og so annars at vera blíðir við kundarnar – Ein slíkan dag sum í dag, er tað sera stuttligt at koyra tangabil. Men tað eru sanniliga teir dagar, tá tað als ikki er eins hugaligt og henda góðveðursdagin, sigur Grækaris Gregoriussen úr Havn, sum er ein av tangaførarunum hjá EFFO í Havn.