mikudagur 6. juli 2011síða 71
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 4. juli 2011
39
vestanstevna
Vestan
stevnuna
2011
7 síður um:
Vilmund Jacobsen
Vágoyggin er við síni vøkru og
óspiltu náttúru sera væl egnað
til gongutúrar. Her er møguleiki
fyri løttum túrum, eitt nú suður í
Oyrar, fram við størsta vatninum
í Føroyum, út á Bøsdalafoss og
Trælanípu. Norður á Fjallavatn, sum
er næst størsta vatn í Føroyum, har
sum Seyðamaðurin á Sondum stjól
stakkin frá huldukonuni í Húsagjógv,
er eisini ein lættur túrur.
– Vit kunnu eisini bjóða tyngri
gongutúrar, sum niðan í Gásadal,
norður á Víkar og upp á høgu fjøll
ini í oynni. Allar hesar túrar kanst
tú gera einsamallur, men um tú
veruliga vilt fáa nakað burtur úr, er
best við ferðaleiðara.
Vága Kunningarstova vísir á,
at hevur tú hug at koma runt úti
í náttúruni, men vilt sleppa undan
at ganga, er Davidsen’s hestar ein
góður møguleiki, tí eisini hestatúrar
er nakað, sum Vágoyggin er sera
væl egnað til.
– Ein serstøk uppliving, sum
tú bara fært í Vágum, er at sigla
eftir Vatninum við Lakeside. Hetta
er avgjørt ein uppliving fyri lívið,
og tað er eingin forðing, um tað
regnar.
Ein siglitúrur við M/S Brynhild út
í Tindhólm, til Mykinesar ella undir
Sørvágsbjørgini er avgjørt nakað,
sum er vert at uppliva.
– Tindhólmur við síni serstøku
náttúru og søgu er nakað sum ein
bara má uppliva. Hesir túrar verða
gjørdir við ferðaleiðara eftir avtalu,
men bert fyri bólkar, sum í minsta
lagi mugu telja 15 fólk.
Vága Kunningarstova vísir á, at
eitt annað, sum bara tey í Vágum
kunnu bjóða, er Krígssavnið.
– Vágoyggin var sera nógv merkt
av krígnum, og ber til at fáa innlit í
hesa tíð við at vitja á Krígssavninum
sum er opið allar gerandisdagar
frá klokkan 9-16 og leygardag
og sunnudag frá klokkan 14-17 í
summarhálvuni.
Lagt verður aftrat, at Vág
oyggin eisini er væl fyri við
gistingarmøguleikum. Í oynni er
bæði »guesthouse«, gistingarhús,
vallaraheim, summarhús og ból og
biti.
– Jú, Vágoyggin er nakað heilt
fyri seg, og vit kunnu fyriskipa alt,
hvat tað skal vera. Seti tykkum
í samband við okkum á vagar@
vagar.fo.
vilmund@sosialurin.fo
Vágoy nakað heilt fyri seg
– Vit hava nógv at bjóða fólki, sum vilja hyggja seg um í óspiltari náttúru, og
her eru góðir gistingarmøguleikar, sigur Vága Kunningarstova