Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-06, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2011síða 72

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 4. juli 2011 40 vestanstevna Vilmund Jacobsen At róðrarfólk hava góðar umstøður og annars góðan stuðul í nevnd, familju og vinum hevur alstóran týdning. Tað er Miðvágs Róðrarfelag, sum er eitt rættiliga aktivt róðrarfelag, eitt talandi dømi um. – Í ár hava vit seks manningar á fýra bátum, og tað eru vit nøgd við. Í fjør høvdu vit átta manningar, tá barna­rógvarar vórðu taldir við. Soleiðis høvdu vit í fjør eini 70 aktiv róðrarfólk. Í ár hava vit so tvær manningar færri, men hetta kemst partvís av, at 14 ára aldursmarkið er broytt – frá 1. mai til 1. januar. Jógvan Hans Hansen vísir á, at henda broyting hevur hildið nøkrum ungum aftur í at rógva ímillum tey, sum eru tað eldri, tí tey meta seg ikki vera til reiðar at rógva í kapping við teir bátarnar. – Eg haldi, at henda broyting er skerpað meiri, enn gott er – og er tískil eitt sindur óheppin, sigur hann. Gongur væl Formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag vís­ir á, at 6-mannafarið Riddarin við monn­ um hevur hig­ar­til í ár verið suve­renur og Beinta, sum var FM-vinnari við gentum í fjør, hevur eisini róð væl í ár, bæði við gentum og kvinn­ um. – Miðvingur, sum er nýggja 8-manna­farið, er eisini væl við, eins og barna­rógvararnir á Frúnni (dreing­ir) endaðu á einum fjórða pláss. Dreing­irnir umborð á Frúnni hava ligið eitt sindur aftarlaga, men eg vænti, at teir fara at koma sær longur fram á seinnu stevnunum í summ­ar, sigur Jógvan Hans Hansen. Áhugin fyri kappróðri er stórur í Miðvági Fleiri byggi­øki mugu útvegast Jógvan Sjúrður Hansen, vara­ borgar­stjóri í Vága kommunu, sigur, at nøkur byggiøki eru eftir í Sanda­vági, men í Miðvági er farið at sansa at. Nøkur grundøki eru eftir í Sanda­vági, kanska eini 7 ella 8 í tali, meðan bert okkurt einstakt er eftir í Miðvági. – Vit hugsa alla tíðina um at hava byggiøkir tøk, men í løtuni er við at sansað at. Tí noyðist komm­ unan at arbeiða við ætlanum um útstykking eitt nú í Miðvági og í Vatnsoyrum – og helst eisini í Sandavági. Varaborgarstjórin í Vága komm­ unu, Jógvan Sjúrður Hansen, dugir tó ikki enn at siga, nær hesar ætl­ anir væntandi eru undir landi. – Nøkur sethús eru bygd í Sanda­vági og Miðvági seinnu árini, men beint í løtuni er ikki so nógv byggivirksemi, leggur vara­ borgarstjórin aftrat. Miðvágur nýggjan barna­ garð Í heyst letur nýggjur barnagarður upp í Miðvági, har pláss verður fyri 150 børnum. Í Sandavági eru vøggustova og barnagarður í hvør sínum hølum, men í Miðvági verður nú nýggjur barnagarður bygdur, sum eisini hevur vøggustovu. – Her verður pláss fyri 150 vøggustovu-og barnagarðsbørnum, og ætlandi letur stovnurin upp nakað eftir summarfrítíðina, sigur varaborgarstjórin í Vága komm­ unu. Jógvan Sjúrður Hansen veit at siga, at nú kommunurnar eru lagd­ar saman, og frítíðarskúli er í báðum bygdunum, er ætlanin at leggja skúlarnar saman í ein skúla, sum verður í Miðvági. – Hetta er eitt mál, sum vit nú arbeiða við at loysa í næstum, sigur varaborgarstjórin í Vága komm­unu. Miðvágs Róðrarfelag er eitt rættiliga aktivt felag, sum við sínum væl útgjørda róðrar­ neysti hevur bestu umstøður, ið hugsast kunnu. Formaður gjøgnum fleiri ár hevur verið Jógvan Hans Hansen. Í nøkur ár, meðan hann var aktivur í bygginevndini, sum stóð fyri byggingini at róðrarneystinum, var hann leysur úr formanssessinum, men síðan hevur hann tikið við aftur hesum álitisstarvi Tað var longu í 1982, at róðrarfólk í Miðvági fóru undir at fyrireika bygg­ing av róðrarneysti til bátar og venjingar, og í hesum sambandi varð eisini farið í holt við at savna inn pening til eina slíka verkætlan. Samstundis, sum hetta arbeiði hev­ur verið í gongd, hevur Miðvágs Róðrar­ felag eisini verið ført fyri at útvega sær nýggjar kappróðrarbátar, sum er ein treyt fyri tilgongd og trivnaði millum róðrarfólk. Í 2007 stóð róðrarneystið í Mið­ vági so liðugt. Eingin skuld Jógvan Hans Hansen, sum fyrstu ferð gjørdist formaður í róðrarfelagnum í 1986, sigur, at felagið hevur roynt at bygt sær neystið uttan lántøku. – Í dag eiga vit eitt gott og væl útgjørt róðrarneyst og skilda næstan ongan pening. Vit nógvum ymiskum innsavningartiltøkum og nógvum tímum í sjálvbodnari arbeiðsmegi eig­ur felagið í dag eitt virðir, sum helst liggja um einar 3 miljónir krón­ ur. Hann sigur, at felagið eitt nú hev­ur skipað fyri fløskuinnsavnan, køku­tombola, bingo, stuðulsbrøvum, sølustevnum, eins og felagið hevur fingið inntøkur frá kappróðri á vestan­stevnu – og stuðul frá komm­ ununi. – Róðrarneystið er bygt líka sum tvær lonir við tveimum høgum reisingum, har venjingarrúm eru øðru megin og fundarhølir og annað hinu­megin. Púra sjúkur Jógvan Hans Hansen sigur, at neystið við teimum venjingaramboðum, sum felagið hevur keypt sær umframt rógvimaskinur, sum felagið eigur, gevur róðrarfólki bestu umstøður, ið hugsast kunnu. – Eg eri púra sjúkur, tá kappróður er. At hyggja eftir kappróðri, er sum at rógva sjálvur, sigur formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag, sum eigur trý børn, eina gentu og tveir dreingir, sum øll hava róð. Eiga væl útgjørt róðrarneyst Eg haldi, at aldursbroytingin er skerpað meiri, enn gott er – og er tískil eitt sindur óheppin Í Miðvági ganga tey høgt upp í kappróður, og í fjør luttóku ikki færri enn 70 fólk við bátum, sum felagið eigur. Í ár eru tvær manningar færri, sum manna bátarnar hjá Miðvágs Róðrarfelag