Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78 22 Sosialurin Nú landsstýrið ætlar at leggja kommunurnar saman, er ætlanin samstundis at skipa fólka­skúlan í øki, sum skulu fylgja teimum nýggju kommunumørkunum. Men tað skal framvegis vera mentamálaráðið, sum skal umsita skúlan. Hesum heldur Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins, er púra skeivt. Hann kann góðtaka hetta um so er, at hetta verður prís­ urin fyri at finna semju um kommunusamanlegging. Men hann hevur sam­ stundis boðað frá, at hann fer at virka fyri, at ein skipan við skúlaøkjum verður avtikin aftur sum skjótast. – Ætlanin at leggja skúlan í øki, sum kortini skulu stjórn­ ast úr Menta­málaráðnum, tænir ongum endamálið uttan at fáa eitt alment um­ sit­ing­arlið afturat. – Avleiðingin verður, at vit fara at fáa sjey ella átta lokalar skúlafyrisitingar, um­ framt eina skúlafyrisiting í Mentamálaráðnum, sum skal hava eftirlit við teimum lokalu fyrisitingunum. Fult ræði Sjálvstýrisflokkurin vil heldur leggja allan fólka­ skúlan undir kommunurnar at umsita og tað merkir, at hvør einstøk kommuna skal fáa fult ræðið á fólka­skúla­ num, saman við skúla­leiðsl­ unum og skúla­stýr­un­um. Samstundis skal myndug­ leikin hjá Menta­málaráðnum avmarkast mest møguligt. Tað merkir, at komm­un­ an sjálv skipar síni skúla­ viðurskifti og verða skúlar lagdir saman, skal sparingin koma kommununi sjálvari til góðar. Sum støðan er nú, rindar landið læraralønina, men kommunan syrgir fyri skúla­hølum, útgerð og skúla­ barnaflutningi. – Vit eru í tí merkiligu støðu, at hóast semja er um, at tað kann tænas børnunum best, vilja kommunur ikki niðurleggja skúlar, bara tí at so fer tað at elva til størri rokning til kommununa til skúlabarnaflutningin. Men tað er altso landið, sum má rinda fyri læraran. - Tað merkir so aftur, at kommunurnar síggja ikki vinningin av lærara­løn­ini, sum verður spard, so at tær fáa høvi at brúka ta sparingina til tvílærara­skip­ anir, lærara­skeið, ella onnur tiltøk, sum menna skúlan. – Vit mugu fáa eina skip­ an, har allur kostnaður fyri skúlan, fara úr sama kassa og allar sparingar enda aftur í sama kassa. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen – Tá ið kommunurnar verða lagdar saman, skulu bygdir­ nar hava størri vald á egnum viðurskiftum. Tað staðfestir Kári á Rógvi, formaður floksins. Samstundis skal talið á kommunu­stýrislimir hækk­ ast munandi. Hetta verða tvey krøv, sum Sjálvstýrsflokkurin fer at seta sum treyt fyri at taka undir við ætlanini at leggja allar Før­oyar saman í sjey ella átta komm­unur um hálvtannað ár. Kári á Rógvi sigur, at Sjálv­ stýrisflokkurin hevur givið landsstýrinum tilsøgn um at taka undir við at komm­unur verða lagdar saman. Men tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið á ólavsøku og tær politisku tingingarnar verða um smálutirnar í sam­ an­­leggingini, fer Sjálv­stýris­ flokkurin at seta fram nøkur krøv fyri at taka undir við ætlanini. – Fyri okkum er kommunu­ samanlegging ikki bara ein spurningur um at at skilbøta raksturin. Tað er eisini ein spurningur um at tryggja fjølbroytni í landinum, leggur formaðurin dent á. Í hesum sambandi heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning, av hámarkið um, at tað í mesta lagi kunnu vera 17 limir í einum kommunustýri, verður avtikið. – Talið á kommunu­stýris­ limum skal verða so mikið stórt, at eisini tær smáu bygd­ irnar skulu hava ein veru­lig­ an møguleika at fáa ein lim í kommunustýrið, sigur hann. – Taka vit Suðuroy sum dømi, má tað bera til hjá ein­ um fámj­iningi ella einum hov­­bingi at verða vald í kommunu­stýrið. Tí skal talið á markið hækk­­ast upp á fleiri og tjúgu kommunu­stýrislimir, stað­ festir Kári á Rógvi. Sýtingarrættur til bygdirnar Samstundis heldur hann, at tað hevur alstóran týdning at tryggja, at tær smærru bygdirnar ikki vera við sviðusoð, tá ið kommunurnar verða lagdar saman. Tí vil Sjálvstýrisflokkurin eisini hava, at ein staðbundin nevnd nevnd verður vald í hvørjari bygd so at ikki allar avgerðir verða tiknar í teimum størru bygdunum. Men hesar staðbundnu nevndirnar skulu ikki ein­ans verða ráðgevandi. – Tær skulu hava veru­ ligan myndugleika á summ­ um viðurskiftum í teimum ávísu bygdunum bygdunum, staðfestir Kári á Rógvi. Í hesum sambandi sigur hann, at staðbundnu nevnd­­­­irnar eiga enntá at fáa sýtingar­rætt í ávísum viðurskiftum. Eitt, hann hugsar um í hes­ um føri, er, at stað­bundnu nevndirnar eiga at fáa sýt­ inga­r­­rætt í ávísum byggi­ málum. – Taka vit aftur Suðuroy sum dømi, má tað ikki henda, at eitt felags kommunustýri kann taka avgerð um at stykkja alla Fámjins bygd út til grund­stykki til sethús ella summarhús, uttan at fámjiningar sjálvir fáa eitt orð at siga og kunnu siga nei, vilja teir ikki tað. – Tað eru summi viður­ skifti, sum eru so staðbundin, at bygdarfólkið eigur at hava seinasta orðið. Stúra Hann er vísur í, at ein orsøk til, at fólk himprast við saman­legging, er, at bygdar­ fólk stúra fyri heilt at missa ræðið á sínum egnum viður­ skiftum. Tí vil Kári á Rógvi, at samskifti verður tikið upp við kommunufeløgini um, hvussu eitt økt, staðbundið fólka­ræði kann stuðla upp­ undir eina kommunala saman­­legging. Hann vil kortini ikki binda seg til eina ávísa loysn, men tað skal gerast í ein­um samskifti við kommunu­ feløgini fyri at vita, hvussu tað skal gerast. Samstundis heldur Kári á Rógvi, at tað er sjálvsagt, at tær ymsu staðbundnu nevndirnar fáa eina ávísa peningajáttan, sum verður markað til endamál í teirri ávísu bygdini, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Bygdirnar skulu hava størri ræði FÓLKARÆÐIÐ Tá ið kommunurnar verða lagdar saman, verður tað krav frá Sjálvstýrisflokkinum, at staðbundnar bygdarnevndir fáa stóra ávirkan og at talið á kommunustýrislimum verður munandi økt Streymoy Sandoy Suðuroy Sundalagið eySt Vágar Ská Fólkaskúlin til kommunurnar – Vit taka undir við, at kommunur verða lagdar saman, men vit krevja, at staðbundnar bygdarnevndir verða í hvørjari bygd og tær skulu hava sýtingarrætt í ávísum málum, sigur Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins Bygdarræði