fríggjadagur 8. juli 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 8. juli 2011 · Nr. 78
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Skulu vit styrkja Føroyar,
verður tað neyðugt at leggja
kommunurnar saman.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn, tekur fult undir
við, at Føroyar nú verða
lagdar saman í einar sjey
ella átta kommunur eftir
ætlanini, sum landsstýrið
kunngjørdi mánadagin.
Hann leggur tó dent á, at
hetta er hansara egna hugs
an, tí málið er ikki viðgjørt í
býráðnum.
Men hann veit, at fleiri
býráðslimir eisini taka undir
við tí og vilja hava kommunu
málið avgreitt.
Hann sigur, at tað er neyð
ugt at styrkja økini, ikki
bara fyri at spjaða valdið.
Hann heldur, at tað er eisini
neyðugt fyri at styrkja Før
oyar í kappingini við útlond
um útbúgvið fólk og tilboð
av ymsum slagi.
– Skulu Føroyar bjóða
seg fram uttanlands, er tað
neyðugt at skipa landið í
nøkur fá, men sterk, øki.
Ongin trupulleiki
Landsstýrið
hevur
sent
ætlanina til hoyringar og
svarini skulu vera innkomin
aftur longu um 10 dagar, ella
í seinasta lagi 18. juli
Borgarstjórin
í
Havn
ásannar, at hetta er sera stutt
freist.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at kommunumálið er
tugt og tanlað í fleiri ár, so
øll kenna tað út í æsir.
Tí verður tað ongin trupul
leiki at svara landsstýrinum
aftur.
– Og viðhvørt er tað neyð
ugt at bera skjótt at í poli
tikki, leggur hann afturat.
Tað er ætlanin at avgreiða
kommunumálið nú so at
samanleggingin kann verða
framd 1. januar í 2013, tá ið
nýtt valskeið hjá kommunu
stýrunum byrjar.
– Verður onki gjørt nú,
skulu vit bíða í fýra ár aftur
at, heilt til 2016, áðrenn nakað
hendir og tá er enntá vandi
fyri, at alt dettur niður fyri,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at øll hava
bíðað eftir eini endaligari
avgerð um kommunumálið
og tí fegnast hann um, at ein
avgerð verður tikin nú.
Hann hevur heldur onki
ímóti, at kommurnar fáa tann
bygnað, sum ætlanin er.
Hann leggur kortini dent
á, at tað verður neyðugt at
rokna væl út, hvussu fíggjar
liga ábyrgdin verðu býtt ímill
um landið og kommunurnar,
og, hvussu afturberingin fer
at virka.
– Havnin fer at missa
einar tríggjar milliónir, sum
nú er, men koma Vestmanna
og Kvívík eisini upp í, er væl
trúligt, at myndin broytist,
sigur borgarstjórin.
– Men tað fara vit eisini at
klára, leggur hann afturat.
Ongin fólkaatkvøða
Heðin
Mortensen
hevur
fleiri ferðir sagt, at verða
fleiri bygdir lagdar afturat
Tórshavnar Kommunu, skal
fólkaatkvøða vera í Havn,
so at havnarborgarar verða
eftirspurdir um teir vilja
hava eina størri kommunu.
– Men verða kommunur
nar lagdar saman við lóg,
er tað ikki longur í okkara
hondum og so er onki at
halda fólkaatkvøðu um, sigur
borgarstjórin í Havn.
aki@sosialurin.fo
Gott at kommunurnar
verða lagdar saman nú
Áki Bertholdsen
– Tað er óneyðugt at hava
fleiri býráðslimir. Og eg taki
slett ikki undir við, at vit
skipa staðbundnar nevndir,
sum skulu hava myndug
leika til at avgerða ávís
viðurskifti.
Tað sigur Heðin Morten
sen, borgarstjóri í Havn.
Hann er als ikki samdur
við formannin í Sjálvstýris
flokkinum, sum í aðrari grein
her á síðunum, krevur, at
samstundis, sum kommunur
verða lagdar saman, skal
talið á kommunustýrislimum
hækkast fyri at tryggja, at
umboðanin í stýrinum er
so fjølbroytt, sum gjørligt.
Hann vil eisini hava, at
staðbundnar
nevndir
verða
skipaðar,
sum
skulu fáa myndugleika -
og enntá sýtingarrætt- í
ávísum
staðbundnum
viðurskiftum.
– Eg skilji ikki slíkan hugs
unnarhátt, staðfestir borgar
stjórin í Havn.
– Eg haldi tvørtur ímóti,
at vit skulu hava kommunu
stýrislimir, sum arbeiða fyri
alt øki í kommununi.
Arbeiða fyri øll
Hann heldur, at tá ið komm
unur verða lagdar saman,
er tað fyri at vera saman í
einari kommunu og tí skulu
tey, sum borgararnir velja
í kommunustýrið, arbeiða
fyri øll áhugamál í allari
kommununi.
– Vit mugu ikki koma
hartil, at vit avgjørt skulu
hava umboð úr øllum plássum
í kommunustýrinum.
Av tí sama heldur hann eis
ini, at tíðin er farin frá teimum
staðbundnu nevndunum.
– Bæði í Kollafirði, á
Argjum og aðrastaðni eru stað
bundnar nevndir avtiknar.
– Tey hava ásannað, at
hon tænir ongum endamáli.
Tvørtur
ímóti
elva
tær
mangan til, at mál verða
seinkað.
Hinvegin heldur hann, at
kommunustýrið eigur av og
á at vitja tey ymsu plássini
at tosa við tey um ávís viður
skifti.
– Í Tórshavnar Kommunu
hava vit borgarafundir í
teimum ymsu økjunum, har
vit hoyra, hvat tey hava upp
á hjarta og har vit greiða
teimum frá teimum ætlanum,
vit hava og soleiðis kann
fólkaræðið fáast at virka,
eisini í eini stórari kommunu,
sigur Heðin Mortensen.
aki@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Havn
sigur nei til broytingar
SAMANLEGGING Borgarstjórin í Havn tekur undir við, at kommunurnar nú
verða lagdar saman og hann fegnast um, at málið fær eina endaliga avgerð
y
norðoyggjar
tur
álafjørðurin
– Tað er gott, at ein avgerð nú verður tikin, so at vit fáa lagt kommunumálið
aftur um okkum, heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Kortið vísur,
hvussu landsstýrið ætlar, at nýggja kommunala Føroyakortið skal síggja út.
Einasta ivamál er, um Fuglafjørður og Eysturkommuna verða eina kommuna
ella um tær báar kommunurnar skulu upp í eina stórkommunu í Eysturoy
Gott
Skulu Føroyar
bjóða seg fram
uttanlands, er tað
neyðugt at skipa
landið í nøkur fá,
men sterk, øki