Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

surr 2 Etika 2 ár Føroyska sushimatstovan, Etika, fylti tvey ár hósdagin. Tað hevur gingið sera væl at selja føroyingum sushi. Hóast nógvir føroyingar ikki høvdu roynt sushi, tá Etika lat upp, eru tey fleiri, sum eru blivnir fastir kundar. Etika í Keypmannahavn yvirlivdi ikki serliga leingi, men tað hevur ikki ávirkað føroysku matstovuna. – Vit hava nógv at gera og føroyingum dáma stak væl sushi, sigur Winnie Simonsen, sum er dagligur leiðari á Etika. Best løntu kvinnurnar Amerikanska blaðið Forbes ger hvørt ár ein lista yvir, hvørji fólk tjena mest í Hollywood, og blaðið hevur júst kunngjørt best løntu kvinnurnar í 2010. Tað eru tvær kvinnur, sum býta fyrstaplássið: Sarah Jessica Parker frá Sex and the City og Angelina Jolie. Tær fingu 156 milliónir krónur í part. Sarah Jessica Parker forvinnur framvegis eina rúgvu uppá Sex and the City, bæði filmin og endursendingarnar av røðini, og Angelina Jolie fylti sær pengapungin við filminum The Tourist, sum hon spældi saman við Johnny Depp. Filmurin var sera nógv sæddur um allan heim. Tarvarenning Hósmorgunin kl. 8 var áliga tarvarenningin skotin í gongd í Pamplona í Spania. Hetta hendir á árliga San Fermin Festivalinum. Túsundtals djørv og spent fólk bíðaðu eftir tarvunum í smølu gøtunum, tá tarvarnir vórðu sleptir leysir í morgun.Tarvarnir renna ígjøgnum býin til tarvafektingarstaðið, og fólk streyma til Pamplona fyri at renna saman við tarvunum. Longu undir fyrstu renningini komu fýra ungir mans til skaða. Festivalurin heldur á inntil komandi fríggjadag, við tarvarenning, konsertum og gøtuveitslum. Tarvarenningin í Pamplona hevur kravt 17 mannalív síðani 1911, og hópatals fólk eru komin meiri og minni álvarsamt til skaða. Summar redaktørur Eydna Skaale Tá eg var lítil, var eg ein dreingjagenta. Mær dámdi væl at spæla, kappast, og at tað hendi nakað. Fleiri vinkonur vóru júst sum eg. Vit klatraðu, súkklaðu og kappaðust. Fekk onkur eitt stuttligt hugskot, varð tað skjótt framt í verki. Men tað vísir seg, at tá gentur gerast konur, hvørva spælið og spontaniteturin. Vit mugu umhugsa alt. Planleggja alt. Svarið til øll spennandi hugskot er, at vit kunnu hoyrast aftur um tað. Og áðrenn vit vita av, er tíðin flogin, og vit hava einki gjørt. Tað eru sanniliga nógv tiltøk, sum kundu verið ordiliga festlig, bevares, men tað er bara tað, at vit skulu tíðliga upp í morgin. Ella kanska kunnu vit fara at fáa bløðrubruna. Og so noyðast vit líka at taka uppvaskið fyrst. Og so er spontaniteturin kvaldur. Konur eru ofta, stutt sagt, kav-rotnar! Menn duga hinvegin væl at dyrka spontanitetin. Teir eru handlandi – ofta kanska sera lítið hugs­ andi um avleiðingar- men teir GERA ting. Teir spæla innandura, skjóta harur, rógva kajakk ella spæla playstation. Teir fara upp á fjøll, skrúva uppá bilar og drekka øl í garaguni. Teir flenna, kappast og hava tað stuttligt. Ofta er tað púra spontant. Teir skulu næstan aldrin hoyrast aftur um nakað. Teir gera tað bara. Konur práta. Við fittum koppastellum av porceleni, blondudúki, køku, the og gularótastavum. Vit práta um børn, menn og klænkikurar. Vit nikka og skilja hvørja aðra. Og tað er eisini gott. Men tað er sjáldan, at vit GERA nakað. Ofta verða góðu hugskotini slept, longu tá dato skal setast á. Tí allar kunnu ongantíð í senn. Og um allar ikki kunnu, so dettur alt til jarðar. Føroyskar konur áttu at broytt hetta í summar. Vit áttu at verðið spontanar og aktivar. Gjørt og upplivað ting. Latið keðiligu tingini bíða, sovið minni viðhvørt og dyrka her-og-nú hugskotini. Ikki stúrt so nógv fyri avleiðingunum, at einki ber til. Og so mugu vit bara taka bløðrubetendilsið, tá tað kemur. Um tað kemur. Hvat siga tit? Skulu vit ikki hoyrast aftur um hetta góða hugskotið? eydna@sosialurin.fo Konur eru so kav-rotnar! Angelina Jolie og Sarah Jessica Parker hava báðar orsøk at smílast, tí tær forvunnu báðar 156 milliónir krónur í fjør, og eru harvið best løntu kvinnur í Hollywood.