fríggjadagur 8. juli 2011síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
6
Valevni
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Hon hevur átt virkan leiklut í samfelags
kjakinum seinastu árini. Fyrst sum
blaðkvinna á Sosialinum, og seinasta
árið sum ummælari og kjakluttakari.
Nú ætlar Rigmor Dam sær sæti
í Løgtinginum. Hon stillar upp fyri
Javnaðarflokkin, sum støðugt missir
undirtøku millum veljararnar. Nú skal
skútan venda. Rigmor Dam ger púra
greitt, at hon ætlar sær at byggja land,
meðan onnur stríðast um loysing. Hon
sigur seg umboða tey veikastu í sam
felagnum, og sum útbúgvin lærari
heldur hon, at ein umfatandi pedagog
isk dagføring av tilboðunum til børn og
ung er alneyðug.
Tingfólk gingið í eingongu
Veljarakanningarnar seinastu
trý árini vísa, at Javnaðar
flokkurin missir undirtøku
millum veljararnar. Hvat
ger flokkurin galið?
– Orsøkirnar eru fleiri. Tað hevur skatt
trúvirði floksins óneyðuga nógv, at
tingfólk hava gingið í eingongu, eitt
nú í sonevndu etisku málunum, har
trongskygni og homofobi eru beinleiðis
í andsøgn við vinstravendu javnaðar
hugsjónina um frælsi og javnrættindi.
Harumframt hevur flokkurin ikki
verið nóg greiður ella avgjørdur um
sjálvt sosialdemokratiska projektið, so
teir borgarligu hava fingið alt ov nógv
rúm til lætt spæl. Eg eri tó vónrík, nú
flokkurin er farin undir eina spennandi
tilgongd við politikkmenning, sum skal
endurskapa sambandið við røturnar
og rørsluna. So í løtuni upplivi eg eina
hugaliga og savnandi optimismu, ella
endurveking, millum javnaðarfólk.
Títt slagorð er, at »ein
javnaðarkvinna fer til
verka«. Hvat vil tað siga?
– At eg ynski at verða eitt sjónligt og
virkið umboð fyri føroyska vinstra
vongin, bæði fyri kvinnur og menn.
Havi eisini slagorðini: »Reyð og grøn«,
»Útbúgving til øll’ og ‘Frælsi at eiga ella
leiga«.
Hvussu leggur tú
valstríðið til rættis?
– Ein persónlig lýsingarherferð er ikki
mín stílur - øsing og oysl, snøgt sagt.
Ætli mær heldur ikki at brúka pening úr
egnum lumma til valstríðið, tí hetta fær
flokkurin stuðul til. Tað má ikki vera
mappan ella skorturin, sum avgera
valið, men politiska visjónin og per
sónliga trúvirðið. Tað verður serliga á
heimasíðum og á Facebook, at eg fari
at gera vart við meg.
Hoyrir tú til sambandsvongin
ella sjálvstýrisvongin í
Javnaðarflokkinum?
– Eg eri heimastýrisfólk, og tað merkir,
at vit skulu yvirtaka málsøkini, so hvørt
vit kunnu rinda og umsita tey sjálvi.
Aðrir flokkar hava samband ella
loysing sum fremsta mál, og tí sigi eg:
Lat meg sleppa at byggja land, meðan
tit stríðast um loysingina!
Sum javnaðarfólk umboði eg tey
veikastu í samfelagnum. Fært tú ikki
gerandisdagin at hanga saman, til
dømis vegna arbeiðsloysi, bústaðarneyð
ella sjúku, hevur ríkisstøðan ongan
týdning. Vælferðin má koma fram um
formalitetirnar!
Eg eri tó altíð opin fyri einari fólka
atkvøðu um málið, tí í fólkaræðinum
má fólkið ráða!
Finst at stirvnu
skúlaskipanini
Tú hevur funnist hvassliga
at skúlaskipanini í fleiri
førum. Hvørjum vilt tú serliga
virka fyri á tí økinum?
– Vit sosialdemokratar hava ikki sum
mál at varðveita, men at menna sam
felag. Skulu framtíðar føroyingar eisini
gerast virknir limir í einum demokrat
iskum, sosialt rættvísum og fram
komnum vælferðarsamfelag, eru íløgur
í menniskjað vegurin fram. Tí liggur
skúlin mær hjartanum so nær.
Og jú, eg havi ofta funnist at stirvnu
skipanini – men ikki at lærarunum!
Tíðin er langt síðan farin frá flokk
um, klokkum og tímatalvum, sum
vóru framúr hóskandi í ídnaðarsam
felagnum. Fýrkantað sagt, leggur skúla
skipanin upp til, at øll eru miðalgóð og
skulu læra tað sama samstundis og á
sama støði. Hetta ger, at lærarar, sum
oftast til fánýtis, kýta seg at røkka øll
um næmingum, meðan dýrabart talent
fer til spillis.
Ein umfatandi pedagogisk dagfør
ing av tilboðunum til børn og ung er
alneyðug. Tað snýr seg ikki bert um
fleiri tímar, men bygnaðar- og hug
burðsbroytingar, sum taka støðið í
vitanarsamfelagnum. Eg ynski ein
fakliga sterkari skúla, har lærarar og
næmingar fáa umstøður at arbeiða við
verkætlanum; ein skúla, har felags
skapur og næmingalagað undirvísing
ikki bara eru føgur orð, og ein skúla,
har eftirmetingin er rættvísari og mið
vísari.
Tørvur er tí á fýra ítøkiligum polit
iskum tiltøkum: Førleikamenning av
lærarum, har lønarískoyti til serfrøð
ingar bæði skal virka viðurkennandi
Íløgur í
menniskjað er
vegurin fram
– Demografiski skeivleikin og fólkaminkingin er okkara størsta
avbjóðing. Vit verða ov fá, sum skulu rinda fyri tey mongu um fá
ár. Tí má tað gerast liviligari í Føroyum, so fólk tíma at búgva her,
sigur Rigmor Dam, sum bjóðar seg fram fyri Javnaðarflokkin
Nei, eg hevði ikki viljað verið hon, sum varð tikin
fram um eitt fólkavalt mannfólk! Hinvegin skulu
kvotur vera í almennum og privatum nevndum og ráðum