fríggjadagur 8. juli 2011síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
7
og motiverandi, størri skúlaeindir og
sterkari pedagogiskar leiðslur.
Eftirspurningurin eftir ólærdari ar
beiðsmegi er støðugt minkandi, meðan
tørvurin á heitum hondum at røkja
vælferðartænasturnar verður alsamt
vaksandi um fá ár. Tí skulu øll, eisini
vaksin við lítlari ella ongari útbúgving,
hava reellan møguleika at nema sær
útbúgving og eftirútbúgving. Hetta
loysir seg í longdini, tí rættir førleikar
geva fleiri frísk ár á arbeiðsmarknað
inum.
Sperdir fjølmiðlar
Tú hevur starvast sum
blaðkvinna á Sosialinum.
Hvørji skoðsmál gevur tú
føroyskum miðlum, og hví?
– Miðlanir eru fíggjarliga so illa sperdir,
at eitt skoðsmál hevði verið órættvíst.
Har eru dugnalig starvsfólk á øll
um miðlum, sum bæði vilja og duga
at framleiða dygdargóðan, óheftan
journalistikk. Umvegis skattin skuldi
Kringvarpið fingið umstøður at fram
leitt føroysk upprunatilfar burturav.
Hinvegin skuldu privatu miðlanir átt
lýsingamarknaðin, eins og í øðrum
upplýstum, demokratiskum londum,
har opinleiki og ein virkin almenningur
eru høgt í metum.
Hvat heldur tú um at seta
kynskvotu á tingumboðanina?
– Nei, eg hevði ikki viljað verið hon,
sum varð tikin fram um eitt fólkavalt
mannfólk! Hinvegin skulu kvotur vera
í almennum og privatum nevndum
og ráðum. Ræðandi ójavnstøðan, til
dømis í bankaleiðslunum, ger, at eg nú
taki fult undir við kvotum í privatum
nevndum eisini.
Hvat heldur tú um verkætlanina
Salt? Hvønn útjaðarapolitikk
skal løgtingið føra?
– Salt ger tað vónandi hugaligari at liva í
Suðuroynni. Men nógv meiri skal til fyri
at venda gongdini. Her má bæði hugsast
stórt og eitt sindur ørt. Ein Suðuroyar
grunnur við granskingarstuðli úr ES og
aðrastaðni frá kundi verið karmur um
eina granskingar- og royndarstøð, har
endamálið var vinnulig nýhugsan innan
t.d. burðardygga orku, taraframleiðslu,
aling á sjógvi og landi og annað. Hetta
hevði skapað arbeiðspláss og lokalan
vøkstur, og kundi í longdini gagnað
restini av landinum.
Skal verða liviligari í Føroyum
Hvussu fær føroyska samfelagið
lærdu útisetarnar heimaftur?
– Demografiski skeivleikin og fólka
minkingin er okkara størsta avbjóðing.
Vit verða ov fá, sum skulu rinda fyri
tey mongu um fá ár. Tí má tað gerast
liviligari í Føroyum, so fólk tíma at
búgva her. Tá vit standa á lívsins
vegamóti og skulu velja familjuni eitt
heimland, eru bústaðarviðurskiftini
og barnaskúlin avgerandi. Her hugsi
eg um frælsi at kunna leiga ella eiga,
og ein skúla, sum stendur mát við
grannalondini. Avbjóðingin er eisini
at fáa methøga føroyska prísstøðið
niður og vanliga livistøðið upp. Hetta
krevur eitt nú lagaligari bústaðarlán,
gjarna úr einum almennum lánigrunni,
eina rættvísari skattaskipan, har øll
eru við til at rinda, ein burðardyggan
fiskuvinnureform, so teir fáu ikki
skúma róman og menning av grønari
og bíligari orku. Eisini mugu vit vísa í
verki, at vit vilja vera eitt vælútbúgvið,
modernað og upplýst norðurlendskt
vælferðarsamfelag við einum livandi
og frælsum mentanarlívi.
Hvør er tín politiska
fyrimynd, og hví?
– Skal eg bara velja ein persón, so velji
eg abban, Petur Mohr Dam, sum var
millum stovnarar Javnaðarfloksins, for
maður floksins í hálva øld og løgmaður
landsins. Tað sigst, at longu sum átta
ára gamal lovaði hann mammu síni,
Sáru Mariu av Heygum úr Vestmanna,
sum dóttir okkara er uppkallað eftir,
at hann fór at stríðast fyri, at ongin
einkja skuldi sita í somu trongstøðu
sum hon. Pápin, Óla Christian Dam
úr Kollafirði, fórst á sjónum í 1907, og
neyðin man hava kenst nívandi í barn
dómsheiminum í Skopun, har mamman
sat eftir við fimm smáum børnum. Eg
haldi, at vit kunnu siga, at hann helt
sítt lyfti!
– Demografiski skeivleikin og fólkaminkingin er okkara størsta avbjóðing. Vit verða ov fá, sum skulu rinda fyri tey mongu um
fá ár. Tí má tað gerast liviligari í Føroyum, so fólk tíma at búgva her, sigur Rigmor Dam, valevni fyri Javnaðarflokkin
Stríðið um valdið...
Politisku flokkarnir brynja seg til stríðið at fáa
tín kross á løgtingsvalinum. Tað verður ikki uttan
svørslag. Floksformenninir hava lagt ætlanina, og
allar snildir verða brúktar fyri at sannføra teg um,
at tín atkvøða er neyðug fyri at menna fólkaræðið.
Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin og
varpa ljós á valstríðið. Vit práta við valevni, sum
ætla sær á ting á fyrsta sinni, umframt at seta
serfrøðingum stevnu um politikk og valstríð.
Fakta
Navn: Rigmor Dam
Aldur: 39 ár
Flokkur: Javnaðarflokkurin
Bústaður: Tórshavn
Yrki: Kunningarráðgevi hjá
Starvsmannafelagnum
Fyrrverandi yrki: Í fiski, við kassan,
á posthúsi, á dagstovni, lærarinna
og journalistur
Útbúgving: Lærarinna
Aðrir flokkar hava samband ella loysing sum
fremsta mál, og tí sigi eg: Lat meg sleppa at
byggja land, meðan tit stríðast um loysingina!
mynd: tjóðveldi
David Isfeld,
Tjóðveldi
Næstu
ferð: