fríggjadagur 8. juli 2011síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
8
Samrøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann er útbúgvin cand.mag í tónleika
vísindi, ið er ein fimm ára útbúgving,
sum hann byrjaði í Ålborg og endaði
í Keypmannahavn. Og á nýggjárinum
flutti hann saman við konuni og børn
unum til Føroya, har tey settust niður
í Fuglafirði.
Hann undirvisir í tónleiki á skúlanum
í Kambsdali, har hann hevur vikarstarv
fram til november í fyrsta lagi.
Í sambandi við, at ólavsøkukantatan
og ólavsøkukórið í fjør fylti 80 ár, skriv
aði Leif Hansen eina heilsan til bæði.
Hann skrivaði:
»Waagstein skrivaði sína Ólav
søkukantatu í samband við 900 ára
haldið fyri deyða Ólav Heilaga í 1930.
Kantatan skuldi framførast undir ting
húsinum, tá skrúðgongan kom aftur
úr kirkjuni ólavsøkumorgun. Hetta er
fyrsta tónleikaverk, sum beinleiðis er
skrivað til tjóðarhátíðina. Kantatan gav
kórtónleikinum ein sentralan leiklut í
ólavsøkuhátíðini og harvið eisini í før
oyska tjóðarsamleikanum.
Tað er neyvan av tilvild, at tað
júst varð kórtónleikurin, sum fekk
tónleikaliga høvuðsleiklutin í há
tíðarhaldinum. Amerikanski tónleika
etnologurin Philip V. Bohlman sigur
í einum av sínum bókum, at einki
annað slag av tónleiki hevur sum kór
sangurin sett tjóðina á tónleikaliga
pallin: Kórsangurin er ein kropsliggerð
av tjóðini, eitt symbol uppá homogenu
tjóðina«.
Júst av tí at kórsangurin hevur so
stóran týdning og er vorðin so fast
grógvin traditión á ólavsøku, ivaðist
Leif Hansen ikki, tá Kórsamband
Føroya heitti á hann um at stjórna
ólavsøkukórinum í ár.
Kennir kórið
Sjálvur heldur Leif, at tað, at hann júst
er fluttur heim aftur kanska hevur havt
eina ávirkan á, at tað júst gjørdist hann,
ið varð biðin um at stjórna kórinum
í ár.
Tað hevur jú gingið upp á skift,
og nógvir ymiskir kórleiðarar hava
stjórnað ólavsøkukórinum. Og tað er
avgjørt ein heiður hjá einum kórleiðara
at sleppa at stjórna ólavsøkukórinum,
sigur Leif Hansen.
Men hóast hetta er fyrstu ferð, at
hann skal stjórna ólavsøkukórinum, er
kórið langt frá ókent fyri honum.
Eg havi sungið við í kórinum í mong
ár, so á tann hátt kenni eg konseptið hjá
ólavsøkukórinum, sigur Leif Hansen.
Og konseptið er at presentera bæði
nýtt og gamalt.
Tað hevur stóran týdning at hava
eina breiða sangskrá, og tað má plan
leggjast gjølla, tí konsertin varar bara
í 20 minuttir. Tað ræður um at hava so
stóran part av tónleikasøguni við sum
tilber, sigur Leif Hansen.
Hann heldur skemtandi, at tað eisini
hevur nakað við tað at gera, at ting
fólk neyvan hava bindindi at lurta eftir
einari konsert, sum er nógv longri enn
tað.
Tað er nú góður mánaði síðani, at
hann fekk í boði at stjórna ólavsøku
kórinum, og tí hevur hann havt nakað
av tíð at hugsa um, hvat skal verða á
skránni í ár.
Onkuntíð hevur tað verið ein
kantata, ið hevur tikið alt plássið, men
Prát
Fyri fyrstu ferð skal Leif Hansen stjórna ólavsøkukórinum. Hetta er ein
stórur heiður, sigur Leif, sum flutti aftur til Føroya á nýggjárinum
Leif skal
stjórna
ólavsøku
kórinum
mynd: jens kristian vang
Leif Hansen saman við
familjuni í Fuglafirði