Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011 9 soleiðis verður ikki í ár. Tað verður meira blandað, sigur Leif Hansen, ið hevur eina skrá í huganum. Vil hava ung við Tað hevur verið soleiðis tey nógvu seinastu árini, at tað fyri ein stóran part eru tey somu, ið syngja við ólav­søku­ kórinum, og á tann hátt er tað eis­ini tryggjandi, tí hann hevur ein royndan grundvøll at byggja á. Og tað skal eingin loyna vera, at eg fegin síggi tey góðu, kendu andlitini aftur í ár, men kortini fari eg at heita á yngru sangararnar um at møta upp til venjingarnar, tí tað er altíð gott við nýggjum blóði, sigur Leif Hansen. Sum ólavsøkan er ein traditión hjá øllum føroyingum, er ólavsøkukórið ein traditión hjá einari rúgvu av sang­ arunum. Og tað er fyri flestu teirra óhugsandi við einari ólavsøku uttan eisini at syngja við ólavsøkukórinum. Leif Hansen skrivaði í grein síni í Ólavsøkusosialinum í fjør: »Longu undir fronsku kollveltingini hevði kórsangur ein samlandi – og, ikki minst, ein samleikaskapandi leik­lut. Tónleikurin varð fluttur úr konsert­ høllini út á torg og parkir. Alt fólkið skuldi luttaka í framførslunum. Eftir kollveltingina kunna mong politisk og tjóðskaparlig drøg knýtast at teimum mongu kórunum, sum blómaðu upp í flestu evropeisku stórbýum. Í Eysturríki varð eitt skifti bann sett móti mannskórum, tí at hesi vóru hildin at verða ov tjóðskaparlig og tí ein hóttan móti einaveldinum. Sjálvt um nógvur kórtónleikur varð skrivaður um hetta mundið, so livdi hann eina marginaliseraða tón­leika­ søguliga tilveru. Kórtónleikurin kundi tó sum einki annað tónleikaslag knýta tónleikin saman við tjóðskaparkenslu. Tóna­smiðinir leitaðu sær, í rætta romant­iska andanum, íblástur í nationala fólkatónleikinum og hesin kom at fylla nógv í sangskránni hjá kórum kring Evropa. Hinvegin fekk kórtónleikurin ein sosialsøguligan týdning. Vanligir borgarar fingu eitt nú innlit í upp­ byggj­andi mentanarliga umhvørvið, sum tann borgaliga tónleikamentanin eis­ini bygdi á«. Drúgvar royndir Men hóast hetta er fyrstu ferð, at Leif Hansen stjórnar ólavsøkukórinum, so er hann kortini ikki nakar ársungi inn­ an kórleiðslu. – Eg byrjaði so smátt at stjórna sang­kórinum í heimbygdini Nólsoy, og tá eg flutti til Ålborg, fór eg at stjórna Álakórinum, sum er eitt føroyskt kór í »Smilets by«. Eisini stjórnaði eg sam­stundis einum íslendskum kóri í Ålborg, sigur Leif Hansen. Eftir at hann flutti lesnaðin til Keyp­ mannahavnar, var tað Húsakórið, sum hann stjórnaði. Eftir at verða fluttur heim til Før­ oyar, er hann farin at syngja við í kór­inum í Fuglafirði, og frá komandi heysti skal hann stjórna Eystanljóði, ið er fyrrverandi kórið í Gøtu-Leirvík. – Tað kom eitt sindur knappliga á. Tey ringdu frá kórinum at vita, um eg hevði áhuga í at stjórna Eystanljóði, tá tey tóku venjingina upp aftur til heystar, og eg lovaði at hugsa um tað. Dagin eftir fór eg til konsert hjá kór­ inum, og gjørdist eitt sindur bilsin, tá eg bleiv presenteraður sum nýggi kór­leið­arin. So tað var einki annað at gera, enn at taka av, sigur Leif Hansen smíl­andi. Hann er eisini fastur organistur í Vesturkirkjuni og spælir annanhvønn sunnudag fast, umframt til brúdleyp, jarðarferðir og onnur kirkjulig tiltøk. Eisini hevur hann útsett eina rúgvu av løgum til kór, eins og hann hevur kom­ ponerað fleiri nýggj løg. – Men tað var mest áðrenn eg fór niður at lesa; síðani havi eg ikki gjørt so ógvuliga nógv við tað, sigur Leif Hansen. Ólavsøkukórið fer undir venj­ing­ar­ nar nú, og vanliga verður vant í lærara­ skúlahøllini. Talan er vanliga um einar tríggjar venjingar, so tað fer ikki við allari frí­ tíðini hjá fólki. Hinvegin krevur tað, tá tað eru so fáar venjingar, at fólk eru rímiliga roynd innan kórsang, sigur Leif Hansen. Lýst verður, nær venjingarnar eru, men eisini ber til at seta seg í samband við Leif Hansen ella Kórsamband Føroya. Leif Hansen skal stjórnað ólavsøkukórinum 2011 mynd: jens kristian vang