fríggjadagur 8. juli 2011síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
10
skemt
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tá vit komu inn í stóra sal í Norður
landahúsinum í gjár, funnu vit tveir
mans í undirbuksum – rættiliga ser
merktum undirbuksum, skal sigast.
Tað vísir seg, at teir eru í ferð við at
gera eina sketch um ... Pipar & Salt.
Og tað hevur sína frágreiðing:
Pipar & Salt plaga at grína at teimum,
sum eru frammi í samfelagnum – serliga
um fólk hava gjørt sær eitt sindur fyri
skommum, ella okkurt ikki er gingið
heilt eftir vild.
Men í 2009 komu teir báðir skemtar
arnir sjálvir í miðlamylluna, tá Spf. Pipar
& Salt – sum so mong onnur – misti
allar sínar ognir orsakað av kollaps
inum í Eik. »Pipar & Salt á heysin«
kunngjørdi forsíðan á Sosialinum við
stórum stavum.
Tí er ikki meira enn rímiligt, at Pipar
& Salt gera eina sketch um Pipar & Salt.
At teir eru í undirbuksum kemst lutvíst
av, at teir stóðu spillnaknir eftir, tá
ævintýrið við partabrøvunum endaði,
og lutvíst av, at teir fara at royna ein
annan vinnuveg eftir at spekulatiónin
førdi teir í óføri. Ein vinnuveg, sum
hevur fingið nógva umrøðu síðstu
tíðina: Strip Tease!
Spurdir um teir ikki eru dekan ov
gamlir og fánaðir til nú at fara undir
hetta slagið av vinnu, svara teir, at tað
mugu onnur døma um – men mann
má royna at fylgja við tíðini, sum teir
taka til.
Meira nakið
Burtursæð onkrari lítlari (men, tað skal
sigast, ógvuliga sermerktari!) kulissu, er
ikki nógv á pallinum.
– Vit gera tað eitt sindur øðrvísi
hesaferð. Vit hava einki orkestur, fáar
kulissur, og ikki so nógvar búnar. Hetta
verður eitt millumting millum eina
vanliga P&S framførslu og eina stand-
up framførslu.
Men nógvir av teimum kendu figur
unum hjá P&S verða kortini við.
Av nøkrum búnum sum liggja og
sløðast á pallinum kann skjótt stað
festast, hvør ið hvussu er verður við:
Tvær grovmæltar flakakvinnur úr
Suðri, Kalle og Børge, tveir danskir
turistar og onkur kendur gjeikari. Men
so eru eisini búnar, sum ikki áður hava
verið at sæð í Pipar & Salt høpi.
Spurdir, hvussu teir vænta, at tað
fer at rigga hesaferð, siga teir, at tað er
ógjørligt at meta um.
– Men vit hava havt eina royndar
sýning á Tvøroyri og eina í Vestmanna
við einum parti av tilfarinum, og tað
riggaði rímiliga væl.
Grovt
Er nakað gjøgnumgangandi
tema í framførsluni?
– Ja, altso tað, at vit nú vita, at Føroy
ar vóru bygdar longu í ár 300, fyllir
nokkso nógv. Tað er jú rættiliga av
gerandi, nýggj vitan, sum eisini reisir
nógvar spurningar. Teimum fara vit at
royna at svara.
Tá Sosialurin kom at sneyta, gingu
teir í undirbuksum og gjørdu eina strip-
tease sketch. Og kulissan hjá teimum
ber eisini brá av onkrum líknandi.
Eru P&S blivnir meira morð
reyðir á gamalsaldrinum?
– Tjae. Ja, kanska. Tað er ikki tilvitað,
men tá vit hyggja at skránni kunnu ikki
nokta fyri at ein partur av tilfarinum
hevur hug at fara eitt sindur tann vegin.
Tað mann nokk vera panikkaldurin,
sum ger tað. Biologiini kann eingin
renna undan, siga teir grínandi. - Nei
nei, hetta er nokk ikki øðrvísi enn tað
plagar, tá tað kemur til stykkis.
Arbeiða við eykasýningum
Grovir ella ei – eingin í Føroyum dregur
so nógvar áskoðarar, sum Pipar & Salt.
Eitt árið fór áskoðaratalið heilt uppum
10.000. Og í fjør kláraðu teir næstan at
fylla ítróttarhøllina á Hálsi trý kvøld
upp í slag – og tað vóru gerandiskvøld
mitt í viku.
Og hóast teir ikki hava ætlað at gjørt
so nógv burturúr hesaferð – t.d. er einki
orkestur við – so eru sýningarnar mána-
og týsdagin longu nærum útseldar.
– Tað er nógv á skránni í Norður
landahúsinum um summarið, men vit
kanna nú møguleikan fyri at fáa onkra
eykasýning. Eydnast tað, verður tað
lýst mánadagin. Og atgongumerkini
kunnu keypast í Norðurlandahúsinum
og á heimasíðuni www.nlh.fo.
Nú fara
Pipar & Salt
at strippa
Teir hava roynt seg saman og hvør sær. Eru vorðnir fólkaogn. Mánadagin
fara Pipar & Salt enn einferð á pallin í Norðurlandahúsinum við einum
spildurnýggjum showi, har teir millum annað gera gjøldur við sær sjálvum
Nr. 201 • Mikudagur • 21. oktober 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00
Russisk
sensa
sjón
Brandur
bakkar ikki
fyri Páll
Atlantic Supply Base:
Halda lív í
vónini um
oljuna Síða 10-11
Tingformaðurin:
Arbeiðir
við fleiri
valdømum
Síða 4
Ítr 20
PiPAR og
sAlt á
Heysin
Felagið handan Pipar & Salt, sum
Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe eiga,
stendur á so djúpum sjógvi fíggjar
liga, at tað ikki longur grynnur. Felag
ið var væl fyri í 2005, men eitt stórt
lán og eitt miseydnað ævintýr við
partabrøvum gera, at felagið helst fer
á húsagang nú
Síða 4
Bilaleiga
b i l a s ø l a
Verkstaður
D e k k s ø l a
449111
www.bbr.fo
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040
Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040
Teldupostur: rs@reyniservice.fo
Today
Tomorrow
Toyota
www.reyniservice.fo
Kom og royn tann
nýggja Avensis
Prísir úr 258.850,-
Sertilboð
AVMARKAÐ NØGD!
Tekna árshald av Sosialinum og fá Frændur
fløgu og konsert atgongumerkir ókeypis!
- Sí lýSing inni í blaðnum
Síða 2
Henda forsíðan á Sosialinum hevur ført
til eina sketch í nýggju framførsluni