Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-08, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011 11 mynd: Jens Kristian Vang Hvør er ræðuligasta løtan á palli? Sjúrður: Einaferð, tá eg spældi, at eg var ein blomsturgenta. Hin »eg eri eitt epli« – gentan. Tað var til tiltakið Ársins Handil. Har vóru nógv hábærslig, álvarsom handilsfólk, og eg skuldi dansa millum borðini. Tey settu knyklar í brýr og hugdu niður. Sketchin tók 5 minuttir, og tað vóru 5 ræðuligir minuttir! Jákup: Hjá mær var tað, tá eg hevði eitt ting við Gjógv herfyri. Eg trúði, at eg var fyrireikaður, men tá eg stóð frammanfyri áskoðarunum, var eg opinbart ikki tað. Eg mátti siga: Eg má gevast! Tað var ræðuligt, altso! Men tað var eisini eitt upplivilsi fyri meg sjálvan. Hvussu er seinasti minutturin áðrenn framførslu? Sjúrður: Tá er høvdið skralltómt, og man minnist einki, ikki eingong hvussu man eitur. Jákup: Tað veldst um. Í Suðuroy fyri tveimum vikum síðani var tað fantastiskt. Tað var ræðuliga stuttligt. Sjúrður: Ja, ann uppá um tað er ein lítil framsýning ella ein stór. Er tað ein stór, skal man helst hava eitt sindur av nervum. Hvør er tann ringasti leikluturin? Sjúrður: Børge í »Kalle og Børge« er so identitetsleysur, at hann kann vera ringur at spæla. Jákup: Ja, eg hugsi tað sama. Guðrun hjá Esmar av somu grund. Hon er so einsíðug, og hon verður tíbetur ikki við nú. Hon er útslettað. Hvat krevst fyri at vera stuttligur? Sjúrður: (flennandi) Tað ber ikki til at siga. Viss man segði tað, so var tað kavrotið. Man kann sikkurt fáa onkran klókan at siga, júst hvat tað er, sum ger nakað stuttligt, men so er tað ikki stuttligt longur. So tað má vera ein hemmiligheit. Hvussu vita tit, at tað, sum tit gera, er gott? Jákup: Tað er eitt búkfornemmisli. Tað er heldur ikki so forferdiliga vigtikt at tað er stuttligt fyri onnur, bara tað er stuttligt fyri okkum. Sjúrður: Her vil eg siga, at Jákup rættar sína framførslu ímóti einum nokkso avmarkaðum publikum: bara sær sjálvum, men eg haldi, at man skal royna at sikta ímóti teimum sum hyggja eisini. Í øllum førum eitt lítið sindur. Hvør framførsla hevur riggað best? Sjúrður: Í 2005 í ítróttarhøllini í Klaksvík. Framførslan skuldi taka 1,5 tíma, men hon tók næstan 2 tímar, tí fólk flentu so nógv og stemningurin var so góður. Og vit funnu uppá skítfult av vittigheitum, meðan showið koyrdi. Tað var ræðuliga stuttligt! Tað var ræðuliga kaotiskt beint áðrenn, men tað bleiv simpulthen so yvirskeg. Jákup: Ein premiera, antin í 2003 ella í 97', hon var eisini ræðuliga skeg! Eru tit nakrantíð flóvir av at síggja nakað av tí gamla tilfarinum aftur? Jákup: Nú plagi eg ikki at hyggja at tí aftur. Men tað ivist eg onga løtu í. Men man skal ikki seta seg at hyggja at tí aftur. Sjúrður: Onkuntíð havi eg sæð okkurt aftur á video, og tá kann tað vera pínligt, at eg viðhvørt dragi scenurnar so langt út. Tit hava verið í gongd leingi og eru farnir á heysin. Hvat ger, at tit blíva við at tíma hetta? Jákup: Hvør er ikki farin á heysin? Hans Mortensen fór eisini á heysin, áðrenn hann gjørdi SMS! Sjúrður: Tað er ótrúliga stuttligt at upptraðka. Ein framførsla er ein ógvuliga livandi løta, tað er einki at snakka um tað. Er nakað, tit ikki vilja skemta um? Jákup: ja, tað er tað uttan iva. Tað eru heilt víst nøkur ting, sum vit ikki taka upp. Flenna tit nógv undir fyrireikingum og venjing? Sjúrður: Tað var nokk meiri fyrr enn nú, haldi eg. Nú veit man hvat skal gerast. Man er meiri sikkur. Royndirnar gera, at tingini ikki eru so nýggj. Tá man spælir kabarett sum 20 ára gamal, tá flennur man í kíki allatíðina, tí man hevur ikki roynt tað fyrr. Tað verður minni við árunum, og man flennir kanska meiri undir framførslunum enn undir venjingunum. 10 skjótir til Pipar & Salt Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale undirhildu á fleiri ólavsøkukabarettum áðrenn teir saman fóru undir Pipar & Salt. Men síðani Pipar & Salt byrjaði hava teir eisini undirhildið bæði einsamallir og saman við øðrum makkarum. Tað kendasta hjá Jákupi er stand-up showið Meðan vit liggja Kaj, men hann er eisini kendur frá øðrum framførslum, fríggjadagsprikinum í útvarpinum, eins og hann hevur undirhildið nógv á veitslum. Tað kendasta hjá Sjúrði er E Elski Førjar, sum bæði var sjónvarpsrøð og framførsla. Eisini Sjúrður hevur undirhildið nógv á veitslum. Jákup og Sjúrður hvør sær Hitt Hóast teir ikki eru ein tónleikabólkur, hava Pipar & Salt havt mong tónleika-hitt Teirra millum eru hesi: Eg havi tað strævið, Esmar Eysturoy Eg vil heldur spæla rock, Kári Cool Ketchup í eitt jørn, Pylsumaðurin Hvat er lívið ikki herligt, Melvis Stardust Nú er nýggjársaftan, Skótin í Bø Lívið er oyðilagt tá gentur fáa makt, Kári Cool Hømm Hømm, Melvis Stardust Danmark er et dejligt land, Bent & Henrik Útgávur Umframt sjónvarpssendingar og framførslur, hava Pipar & Salt eisini nakrar útgávur á baki: Pipar & Salt, fløga (fyri tað mesta sangir frá sjónvarpssendingum) Pipar & Salt, VHS-videoband (upptøka av live-showi) Pipar & Salt 2005, DVD (upptøka av live-showið og ein sjónvarpssending) Pipar & Salt Classic, DVD (Sjónvarpssendirøð í seks pørtum)