fríggjadagur 8. juli 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
15
bókabrell
lagt til rættis: Rógvi Nybo
skal verða »Detroit City«, sum sang
urin upprunaliga eitur. Bobby fekk sín
vilja, og gerst hesin sangur ímyndin av
honum og heimlongsul, og man ikki
mangur føroyingur í egningarskúri
og á trolaradekki hava sungið henda
sangin, tá ið longsulin til tey kæru
heima hevur trokað seg á. Sangurin
kemur út á singleplátu summarið 1963,
og kemur hann inn á topp 10 listan á
country og klárar seg eisini væl á pop
listanum. Hann fær ein Grammy fyri
besti countrysangur í 1963.
Tónleikur og filmur
Hesa tíðina býr Bobby Bare í Hollywood,
og fer hann nú at royna nýggjar leiðir.
Hann spælir við í sjónvarpsrøðum, og
hann er við í einum filmi eisini.
Hann kemur nú í tvístøðu, hvørja
leið hann skal velja – filmsleiðina ella
tónleikaleiðina.
Endin verður, at hann velur tón
leikaleiðina. Hann giftist við sínari
unnustu Jeannie Sterling, tey rigga av
í Hollywood og flyta yvir til Nash
ville. Har er »Grand Ole Opry« fyri
tøkan beinavegin eftir honum, og so
var sloppið, hevur tú upptraðkað á
»Grand Ole Opry«, og tá serliga á
»Ryman«, tá slepst ikki longur, innan
Country tónleikaheimin. Vindur kemur
nú í seglini hjá Bobby Bare, og hann
gerst ein ógvuliga centralur persónur í
country umhvørvinum í Nashville tey
komandi árini.
Hansara triðja single pláta fyri RCA
verður »500 Miles Away From Home«,
sum kemur út í 1963. Sangurin er gjørdur
av Hedy West, og var upprunaligur ein
fólkasangur. Bobby fær snikkað hann
til, so hann fær countrydám, og henda
eyðkenda heimlongsulin inn í sangin.
Um hetta mundið er tað, at Chet
Atkins finnur uppá at senda sínar
stjørnur til Týsklands at undirhalda
teimum amerikonsku hermonnonun,
sum har vóru, við countrytónleiki.
Bobby Bare er við á fysta túrinum
saman við Jim Reeves, Skeeter Davis
og Anita Kerr Singers og fleiri. Tá ið
Chet fær at vita, at skandinavar høvdu
stóran áhuga í Country tónleiki, sendir
hann truppin upp til Skandinavia og er
tað serliga Noregi, sum fær eitt serligt
pláss í hjartanun hjá Bobby Bare. Hann
vitjar har enn í dag og undirheldur
við sínum tónleiki, og man hann gera
onkran fiskitúr eisini, Bobby Bare elsk
ar at liggja við báti á vøtnunum, har
hann býr, og hann slappar av við at
fiska og njóta náttúruna. Kanska onkur
bjóðar honum ein fiskitúr, nú hann
vitjar okkara oyggjar.
Fjóra singleplátan hjá Bobby verður
»Millers Cave«, sum er gjørdur av tí
legendariska Cowboy Jack Clement.
Hank Snow hevði roynt seg við hesum
sangi í 1960, men tað bleiv útgavan
hjá Bobby, sum vann frama. Kendi
countrysangarin Eddy Arnold segði
eina ferð um Bobby Bare: »Vit kenna
øll, at verða stødd í einum køldun stór
býi við ongum pengum. Vit eru nógv
ir sum hava sungið um hetta, men
tað er ongin, sum kann frammkalla
henda heimlongsulin betur enn Bobby
Bare«.
Bobby uppdagar
Waylon Jennings
Nú koma nógv góð og gevandi ár hjá
Bobby Bare. Hann kemur í eitt sang
skrivara umhvørvi, sum helt til á
»Tootsie's Orched Lounge« – í vanligari
talu »Tootsie's Barr«, sum liggur á gøt
uni Broadway 422 í Nashville, eisini
»Music Row«. Her samlast mest sum
allir teir ungu mennirnir, sum høvdu
leitað sær til Nashville, antin sum sang
ari ella sum sangskrivari. Umframt at
hava fasta basu í Nashville, ferðast
Bobby Bare runt og spælir.
Á einari tílikari ferð er hann staddur
í Phoenix í Arizona, har hann vitjar
»DJ« náttklubban. Á palli stendur ein
ungur maður og syngur, hetta er ongin
annar enn Waylon Jennings. Bobby
tekur upp samband við Waylon, fær
eitt demoband frá honum, har Waylon
syngur sangir, sum vóru innspældir í
Hollywood. Komin heim aftur til Nash
ville, leitar Bobby upp Chet Atkins og
brúkar sama máta, sum Harlan Howard
hevði nýtt fyri at fáa Bobby Bare fram
sum Country sangara.
Hann sigur við Chet, at her er eitt
demoband av einum countrysangara,
sum stórt potentiali er í, og at hann
skuldi skunda sær at fáa fatur í Waylon,
áðrenn eitt annað plátufelag fór av stað
við honum. Hetta ger Chet Atkins.
Hesaferð var ikki so ringt at finna
mannin, tí Waylon upptraðkar fast á
»DJ« náttklubbanun. Chet tekur flúgv
ara yvir til Phoenix og fær ein plátu
sáttmála við Waylon Jennings og kemur
hann til Nashville á vári 1965. So sigast
má, at hevði Bobby Bare ikki verið úti
um seg og verið millummaður, so er
ivasamt, um vit høvdu kent Waylon
Jennings, og country tónleikaheimurin
hevði verið nógv fátækari.
Eitt annað, sum Bobby Bare finnur
uppá í Nashville, er at fáa sær skriv
stovuhølir, har ungir menn kundu sita
og yrkja. Hesir sangir blivu so lagdir
fyri Bobby Bare, hann rættar okkurt,
og verður nevndur sum »samskrivari«.
Ein av hesum ungu monnun, sum
Bobby hjálpir á veg, er Billy Joe Shaver
úr Texas, sum í dag er ein country
legenda.
Bobby sigur eina staðni: »Tá ið
Waylon Jennings kom til Nashville,
var tað líka sum nýggir vindar blástu
ígjøgnum Nshville«. Hann kom við
nøkrum nýggjum innan country, men
teir fingu ikki hetta út, tí tað vóru eldri
menn, sum Chet Atkins, sum var upp
vaksin í einari heilt aðrari tíð, sum sótu
á teimun stóru pladufeløgunum, og av
gjørdu, hvat skuldi útgevast. Sangarin
sjálvur hevið lítla ella onga ávirkan á
sangin ella hvørjir tónleikarar spældu
undir hjá honum.
Bobby Bare er hjá RCA fyritøkuni
frá 1962 til 1970 undir leislu av Chet
Atkins, sum nú var blivin nakað eldri
og hevði ikki somu uppfatan av hvønn
veg countrytónleikurin skuldi fara, sum
teir ungu.
Hetta førir við sær, at Bobby í 1970
ikki vil endurnýggja sáttmálan við
RCA, men hann fær eina slóðbrótandi
avtalu við RCA, at hann kann nýta
teirra upptøkuhølir. Hetta var ein funn
in fressur og ger Waylon Jennings tað
sama seinri, tá ið hansara sáttmáli
gongur út við RCA. Tá komu broytingar
í countrytónleikin, sum kom frá Nash
ville.
Fyrst fer Bobby Bare til plátufelagið
Mercury undir leiðslu av Jerry Kennedy
og er har frá 1970 til 1972.
Starv: Lesur bókmentafrøði við universitetið í
Keypmannahavn
Yndisbók: Vónleyst at velja eina úr rúgvuni, men
ein avgjørdur favorittur er Madame Bovary eftir
Gustave Flaubert. Henni arbeiddu vit nógv við
fyrsta semestrið, og eg haldi, eg kann siga, at hon
hevur latið míni eygu upp fyri bókmentafrøði. Og
so dámar mær bara væl søguna.
Vánaligasta bók: Her eri eg púra blonk. Havi ikki
nakran antifavoritt, hóast onkrar lesiupplivingar
eru meir skuffandi enn aðrar. Til dømis las eg Eitt
jólaævintýr eftir Charles Dickens næstseinastu
jól. Eg fekk hana gjøgnum barnabókaklubban sum
smágenta, og helt at hon hóskaði væl til høgtíðina,
og at eg samstundis kundi hyggja eitt sindur uppá
stílin hjá Dickens. Men umframt skuffilsi av, at
hon bert var eitt brot úr skaldsøguni, var hon eisini
sera illa týdd og harvið keðilig at lesa.
Hvat er ein góð bók: Ein góð bók er ein, sum eg
treyðugt leggi frá mær, og sum eg gleði meg til
at sleppa aftur til. Sjangran er undirorðnað, bara
bókin setur nøkur ting í gongd á ovastu hædd, so
skuldi succes’in verið tryggjað.
Nær og hvar dámar tær best at lesa: Lesing er
fyri meg ein fastur partur av kvøldritualinum. Tó
hevur tað verið ein fastur partur av skúlatingunum
og mínum gerandisdegi at lesa langar løtur hvønn
dag hesi bæði seinastu árini.
Eilen
Anthoniussen
Kære Estrid – Jørgen-Frantz, du kære
Høvundur: Jørgen-Frantz Jacobsen, Estrid Bannister Good; Else Lidegaard (red.)
Forlag: Gyldendal - Ár: 2011
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Bókin er eitt savn av brævaskiftinum
millum Jørgen-Frantz Jacobsen og Estrid Bannister Good í árunum 1930-37. Tey
hittust sum heilt ung, tá hon fyri fyrstu ferð vitjaði Føroyar. Tey gjørdust væl,
tey arbeiddu saman í Keypmannahavn við at týða tekstir og samskiftu nógv um
skaldskap, journalistikk og lívið annars, sum í stóran mun var merkt av sjúku.
Eitt tíðarskeið vóru tey eisini elskandi, men fyri tað mesta mátti hann elska hana frá eini fjarstøðu.
Hví skal hendan bókin lesast? Bókin skal lesast, tí hon er áhugaverd fyri okkara
fremsta bókmentafrøðiliga ambassadør, nevniliga Barbara. Umframt Illu Beintu úr
søgnini, var Estrid nevniliga modellin handan kontroversiella karakterin Barbaru.
Hvør skal lesa hesa bókina? Øll við bert einum lítlum áhuga fyri føroyskum
skaldskapi. Hetta er tilfar, ið er lætt atkomiligt, men samstundis serstakliga
áhugavert, av tí at tað er so privat og til tíðir hjartaskerandi.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Tú skalt kanska leggja hesa aftur, um tú als ikki kanst
lesa nakað annað enn fiktión og spenningsbøkur, og um Barbara ikki segði tær nakað.
Midnight’s Children
Høvundur: Salman Rushdie
Forlag: Vintage - Ár: 2008 (1981)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Bókin snýr seg um indiska drongin
Saleem Sinai, ið verður borin í heim á midnátt sama dag, sum India verður
umskipað sum sjálvstýrandi tjóð. Saleem finnur út av, at hann yvir yvirnáttúrlig
og telepatisk evni, og við at innstilla seg rætt, kann samskifta við hini
midnáttarbørnini. Harafturat kann hansara stóra nøs nakað heilt serligt.
Hví skal hendan bókin lesast? Umframt at hendan hevur verið mín størsta lesiuppliving
hetta hálvárið á universitetinum – vit lesa eina bók um vikuna – er hendan 650 blaðsíður drúgva
bókin eisini áhugaverd á tann hátt, at hon eisini sigur søguna um India, og tað skiftið landið fer í
gjøgnum frá at vera ein koloni til sjálvstýrandi tjóð. Og so er hon bara fantastiska væl skrivað.
Hvør skal lesa hesa bókina? Um tær dámar eina skaldsøgu, sum allan vegin í gjøgnum er væl
skrivað. Tað sum eisini er stuttligt við hesari bókini er, at hon er so væl blandað í stíli, at hon bæði er
ein familjusøga, ein søgulig skaldsøga væl kryddað við fantastiskum og stuttligum elementum.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Um tær ikki dámar sýnið av einum
múrsteini av eini bók ella ikki hevur so góða tíð til at lesa.
Doppler
Høvundur: Erlend Loe
Forlag: Gyldendal - Ár: 2010 (2004)
Hvat snýr bókin seg í stuttum um? Doppler er navnið á
høvuðspersóninum, ein familjupápi sum velur at flyta út í skógin
eftir at pápin doyr. Í skógini býr hann saman við einum elgi, har hann
roynir sum frægast at halda seg burtur frá øðrum menniskjum.
Hví skal hendan bókin lesast? Tí hon er so stuttlig, nýmótans og
viðkomandi fyri modernaða menniskjað, ið følir seg sjálvt hvørva millum arbeiði, familju, vinir og
Pingu, sum koyrir í døgndrift. Í heila tikið følir seg hvørva í tí passiviseraða samfelagnum.
Hvør skal lesa hesa bókina? Øll. Hendan er skjót, viðkomandi og stuttlig.
Hvør skal ikki lesa hesa bókina? Um tú ert ein, ið manglar sans fyri humor.