fríggjadagur 8. juli 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 78 · 8. juli 2011
14
Søgan um Bobby Bare
Oddbjørn Vágslíð
Greinarøð (2. partur av trimum)
Bobby fær sína grunduppvenjing í her
inum í Ohio, síðani verður hann sendur
til Fort Ord í California. Her kemur hann
upp í ein hermanna tónleikabólk, sum
nevnir seg »The Latin Five«, har hann
spælir bass gittar. Sum navnið sigur, var
størsti partur av sangúrvalinum, teir
spældu, latínamerikanskur tónleikur.
Hesin bólkur er við í nógvum sang
kappingum og endar sum besti bólkur
hjá amerikanska herinum í 1959. Teir
sleppa við í »Ed Sullivan TV Show«,
sum var tað hægsta, tónleikarar kundu
náa innan sjónvarpsmiðilin.
Í meðan Bobby Bare er í herinum,
byrjar hann at hoyra countrysangarar
so sum Ferlin Husky, Rose Maddox og
Wynn Stewart syngja sangir.
Komin úr hertænastuni í 1960 fer
Bobby aftur til Hollywood. Hann roynir,
men tað vísir seg ikki at eydnast at fáa
eina yrkisleið sum tónleikari. Hann ger
tí av at fara aftur til Springfield í Ohio
og leitar upp »Fraternity Records«, sum
hann hevði bestu royndir frá við sín
ari upptøku av »All American Boy«.
Hann skrivar sáttmála og hevur ein
nýggjan sang við sær um sama evni,
sum hann kallar »I´m Hanging Up My
Rifle«, sum var eitt mótsvar til at fara í
herin. Sangurin fær ikki ta undirtøku,
sum Bobby hevði droymt um, so hann
steðgar ikki leingi.
Hann fer nú á konsertferð sum
upphitari fyri Roy Orbison og Chubby
Checker, sum hann fær gott samband
við og endar hetta við, at Bobby Bare
skrivar sangirnar til ein film, »Teenager
Millionaire«, sum Chubby Checker er
við at gera. Skoytast skal uppí her, at
Chubby Checker er persónurin, sum
kemur við »Twist« sang og dansu dill
ini, sum eina tíð í seksti árinum var
vanlig her hjá okkum – ein eftirkomari
av »rock'n roll« dansinum.
Gott at hava vinir
Bobby er nú í villareiði, hann byrjar
aftur í Hollywood í eina tíð, men ófrið
ur kemur á hann, tí hann sær ongan
glotta í sínari sangkarrieru. Stikk ímóti
ráðum frá vinum fer hann enn eina ferð
úr California til Ohio. Nú fær hann
sær ein tónleikabólk og fer at ferð
ast runt í statununum Ohio, Iowa og
Michigan uttan at verða vitandi um,
at tað stóra gjøgnumbrotið var beint
fyri framman.
Sum so ofta er gott at hava góðar
vinir. Bobby hevði ein í Harlan Howard,
sum nú var komin til Nashville og
hevði gott samband við Chet Aktins,
sum var tónleikaframleiðslustjóri hjá
tí kendu RCA fyritøkuni. Harlan hevði
eitt demoband við sangum, sum Bobby
Bare hevði sungið inn á. Hann gevur
Chet Atkins bandið og sigur við hann,
at hann skuldi gjørt ein sáttmála við
Bobby Bare, áðrenn ein onnur fyritøka
fór avstað við honum.
Chet dámdi tað, sum hann hoyrdi á
bandinum frá Bobby. Tá ið hann spyr
Harland, hvar hann kann fáa fatur á
Bobby Bare, er verri vorðið, tí Harlan
visti bara, at hann var í Ohio, men hvar
visti hann ikki. Hetta var sum at leita
eftir tí tiltiknu nálini í einari hoysátu.
Chet fann so uppá ráð, hann sendi
bræv til øll upptøkuhølini í Ohio og
bað tey siga við Bobby Bare, um hann
koma á gátt har, at Chet Atkins frá RCA
Records í Nashville vildi koma á tal við
hann.
Hetta eydnast, og Bobby Bare
setir seg í samband við Chet Atkins,
sum bjóðar honum ein plátusáttmála,
hetta er á sumri 1962. Bobby fer nú til
Nashville og í upptøkuhølini hjá RCA.
Fysta útgavan hjá Bobby Bare fyri
RCA, er single plátan »Shame On Me«
og kemur hon á topp 10 listan innan
country og klárar seg eisini væl á pop
listanun. Hetta var nakað, sum Chet
Atkins dámdi væl.
Eftir at hava innspælt sína fystu
single plátu í Nashville fer Bobby aftur
til Hollywood. Nú fær hann starv sum
san sorterari hjá útgevarafyritøkuni
»Cliffie Stone's Central Song Publishing
Company«. Kanska er tað dáman, sum
hann er byrjaður at ganga saman við,
og sum hann eigur ein dóttur við, sum
dregur.
Detroit City
Eitt kvøldið Bobby er á veg heim av
skrivstovuni, hann arbeiðir á, tendrar
hann hann fyri radiotólinum í bilinum
og úr hátalarunum kom lagið, sum kom
at broyta hansara lív. Sangurin vær
»I Want To Go Home«, sum hann tá
nevndist, og tað var Billy Grammer,
sum sang sangin.
Teir, sum høvdu gjørt sangin, vóru
Mel Tillis og Danny Dill, baðir kendir
countrytónleikarar. Hann snýr seg um
ein ungan suðurstatsdrong, sum fer
frá gentuni úr Apalacian fjøllunum
upp til stórbýin Detroit City at søkja
sær arbeiði og forvinna pening. Detroit
City var kendur um allan heim fyri
sína bilframleislu, og tað kemur eisini
fram í sanginum, har ein regla er »Um
dagin geri eg bilar, um kvøldarnar siti
eg á barr«. Bobby sigur, har sat eg 3000
míl frá mínum kæru, græt og longdist
heim.
Tá ið Bobby Bare næstu ferð fær boð
frá Chet Atkins, um at nú vær hansara
tørn at fáa eina single plátu upptikna
afturat, setir Bobby sum treyt, at tað
Kann syngja
longsul sum
eingin annar
Fyrst í 60’unum fær Bobby Bare sítt stóra
gjøgnumbrot, og hann er eisini við til onnur
frambrot hjá countrytónleikinum
Oddbjørn Vágslíð
í Klaksvík tekur saman um lívið hjá
countrysangaranum Bobby Bare.
Greinarøðin er í trimum pørtum.