Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 8 Sosialurin Rógvi Nybo Hóast seinastu veljara­ kann­ing­ar­nar ikki geva nakra ábending um kreppu í Tjóðveldinum, eru tó tekin um, at alt ikki stendur so væl til, sum tað kanska átti. Fleiri av topppolitikarunum í Tjóðveldi hava boðað frá, at teir antin ikki stilla uppaftur ella at teir eru farnir úr flokki­num. Harafturat er onk­ur, sum gjarna vil vera innan­fyri, men reelt er uttan­ fyri flokk. Tilsamans merkir hetta at okkurt um 1500 per­ són­ligar atkvøður, nógvar av teimum lokalar, frá sein­ as­ta løgtingsvali hanga í leys­um lofti til komandi val. Sjálv­andi er hugsandi, at ein stórur partur av hesum at­ kvøðu­num verða verandi innan­fyri flokksmark, men um eingin nátúrligur av­ loys­ari finst fyri teir far­an­ di, er hugsandi at nakrar av at­kvøðu­num fara til aðrar flokk­ar. Næstformaðurin hvørvur Tað byrjar við næst­for­manni­ num í Tjóðveldi, Tór­bjørn Jacobsen, sum til sein­asta løgtingsval gjørdist sjeyndi­ valdi av átta við 356 per­són­ ligum atkvøðum. Tórbjørn Jacob­sen hevur alment boð­að frá, at hann fer ikki at stilla uppaftur til hetta kom­andi valið. Tórbjørn varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, hevur eitt skifti sitið sum varamaður fyri Høg­na Hoydal í Fólkatingi og hevur síðani 2007 verið næst­formaður í Tjóðveldi. Tórbjørn Jacobsen hevur verið ein av tungvektarunum í Tjóðveldi, og hóast eitt nú tíðindamaðurin Ingolf S. Olsen og møguliga eisini fyrr­verandi forkvinnan í Út­oyggjafelagnum, Olga Biskops­tø, stilla upp í Eystur­oynni, er eingin nátúlig­ur avloysari fyri Tór­ bjørn Jacobsen í eygsjón í Eysturoynni. Hergeir gevst eisini Eitt annað mannfólk, sum ikki verður á lista­num hjá Tjóðveldi, er suður­oy­ ar­maðurin Hergeir Niel­ sen. Á løgtingsvalinum í 2008 gjørdist Hergeir Nielsen síðsti maður á ting við 352 persónligum atkvøðum. Hergeir Nielsen er somuleiðis ein av absoluttu tungvektarunum í Tjóðveldinum. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984, og gjørdist longu í 1986 løgtingsformaður, eitt starv, hann aftur hevur røkt síðani 2008. Hergeir Nielsen hevur sitið tríggjar reisur í løgtinginum, frá 1984 til 1994, frá 1998 til 2004 og frá 2008 til nú. Somuleiðis hevur Hergeir verið tann, sum seinastu nógvu valini hevur bjargað Tjóðveldinum eitt umboð og nógvar atkvøður úr Suðuroynni. Um hugt verður eftir lista­num til seinasta val, er heldur eingin avgjørdur av­ loysari klárur at taka yvir eftir Hergeir Nielsen. Næsta fólk á listanun úr Suður­ oynni og forkvinna í Suð­ur­ oyar Tjóðveldisfelag, Sirið Sten­berg, fekk 127 atkvøður. Sjúrður gjørdi uppreistur og fór Seinastu tíðina hevur rættiliga nógv verið skrivað um stríðið millum Sjúrð Skaale og formannin Høg­ na Hoydal. Sjúrður Skaale varð valdur á ting fyri Tjóð­ veldi í 2008 við 416 persón­ ligum atkvøðum. Sjúrður Skaale hevur í nógv ár áðr­ enn tað verið trúgvur stuð­ ul hjá Tjóðveldinum, men gjørdist rúkandi ósamd­ur við formannin um stjórn­ar­ skipanina, sum er eitt rætti­ liga grundleggjandi punkt í politikkinum hjá Tjóðveldi. Úrslitið er, at Sjúrður Skaale hevur tikið seg úr flokki­ num og í løtuni er uttan­ flokka­tingmaður. - Tá tín egni flokkur gongur ímóti Stór útskifting Politisk greining Helvtin av tingmanningini hjá Tjóðveldi antin stillar ikki uppaftur, stillar upp fyri annan flokk ella eru meiri uttanfyri enn innanfyri í flokkinum. 1500 atkvøður hanga í leysum lofti til komandi løgtingsval Tað er eingin loyna, at Heini O. Heinesen, um enn hann sleppur á listan, og enn formelt er í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, reelt situr uttanfyri ávirkan í Tjóðveldi Sjúrður Skaale, 416 atkvøður Heini O. Heinesen, 415 atkvøður Hergeir Nielsen, 352 atkvøður