Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 Sosialurin tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi mál­ um ert ósamdur við, segði Sjúrður Skaale tá. Nógv­ ar gitingar eru, um hvør­ ja framtíð Sjúrður Skaale hevur í politikki, men tað er ein sannroynd at ringt er at finna nýggjan polit­ iskan flokk til Sjúrð. Sum rætti­liga vinstravendur po­ litik­ari liggur hann langt frá Framsókn, og sum loysingarmaður er leiðin inn í Javnaðarflokkin held­ur tung. Tað ljóðar eisini at eitt samstarv við Sjálvs­stýris­ flokkin við Kára á Rógvi á odda er ein óhugsandi møgu­ leiki, tá teir báðir hava ringt við at finna felags stev. Eitt gott boð er, at Sjúrður Skaale ikki stillar upp aftur til kom­andi løgtingsval. Hetta merk­ir so, at uppaftur 416 persón­ligar atkvøður verða leys­givn­ar, meginparturin úr Havn, har tey eru nógv um boðið. Norðoyggjar eisini í vanda Eitt annað stað, har tað brennur undir Tjóðveldinum, er í Norðoyggjum. Norð­oya­ ting­mað­urin og fyrrverandi for­maður í flokkinum, Heini O. Heinesen, varð fyrst yvirsæddur á upp­stilling­ ar­fundunum hjá Norðoya Tjóð­veldisfelag, fyri síðani at koma upp á listan í Havn. Tað er tó eingin loyna, at Heini O. Heinesen, um enn hann sleppur á listan, og enn formelt er í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, reelt situr uttan­ fyri ávirkan í Tjóðveldi. Í fiskivinnupolitikki, sum er Heinasa hjartabarn, ar­beið­ir hann beint móti flokks­linju­ ni, og var tað eisini mill­um annað hetta, ið var við til at máa grundalagið und­ an CHE-samgonguni, sum skræd­naði eftir bert sjey mánað­um við róðurið í sep­ tem­ber 2008. Heini O. Heinesen hevur um­boðað Tjóðveldi frá løg­ tings­valinum 1984 til 2004, og gjørdi síðani eitt stórsligið come­back í 2008 við 415 pers­ón­ligum atkvøðum. Tá uppstillingin var í Norðoya Tjóðveldisfelag boðaði nevnd­in har frá, at tey ikki høvdu útihýst Heina O. Heine­sen av listanum, og at orsøkin til, at hann ikki varð uppstillaður har, er at hansa­ ra føstu stuðlar ikki møttu á fundi og at hann tí onga undirtøku fekk har. At Heini O. Heinesen onga undirtøku fær í Norðoyggjum kann vera eitt tekin um, at veljarin ikki hevur hug at seta sín kross við ein, sum reelt onga ávirk­an hevur á politikkin í Tjóð­veldi, og sum er komin rætti­liga væl upp í árini. Ein møguligur avloysari fyri Heina O. Heineesen í Norð­oyggjum kundi verið Óluva Klettskarð, sum klár­ aði seg væl til seinasta val, loysti Kristinu Háfoss av sum landsstýriskvinna í menta­mál­um og eisini situr í býráðnum í Klaksvík. Ein annar møguleiki er, at Heini O. Heinesen fær eina rúgva av sympatiatkvøðum, sum geva einum útihýstum manni enn ein møguleika at royna seg. Helvtin av ting­ mann­ingini útskift Telja vit omanfyristandandi saman, er talan um fýra teir aftastu av teimum átta ting­ monnunum, Tjóðveldi fekk á løgtingsvalinum í 2008. Tilsamans er talan eisini um 1513 persónligar atkvøður, ella um 20,9 prosent av teim­ um 7250 atkvøðunum, Tjóð­ veldi fekk við seinasta val. Hesar hanga nú í leysum lofti til komandi val, sum í síðsta lagi verður í januar, men sum saktans kann koma nak­að fyrr, serliga um semja ikki fæst um Fíggjarlógina fyri komandi ár, sum skal sam­tykkjast í heyst. rogvi@sosialurin.fo á veg í Tjóðveldi Nógvar gitingar eru, um hvørja framtíð Sjúrður Skaale hevur í politikki, men tað er ein sannroynd, at ringt er at finna nýggjan politiskan flokk til Sjúrð Tórbjørn Jacobsen, 356 atkvøður Rógvi Nybo - Tað er óheppið, at upp­ stil­l­ingin ikki er klár enn. Vit høvdu ætlað at verið liðug við uppstillingina fyrr, men tað er so ikki eydn­ast. Tað sigur Høgni Hoy­d­al, sum er formaður í Tjóðveldi. Høgni Hoydal vil illa gera viðmerkingar til spekulatiónir, sum po­ lit­iska greiningin í stóran mun byggir á. Men hann ásann­ar, at tað er óheppið, at tey ikki eru liðug við upp­still­ingina í Tjóðveldi. - Vit í aðalstjórnini í flokkinum hava sum so lítla ávirkan á, hvør verð­ ur uppstillaður. Vit hava heitt á feløgini um at fáa uppstillingina lidna, soleiðis at tey nýgg­ju valevnini fáa ein møgu­ leika at markera seg í val­strí­ð­num, áðrenn ov langt er liðið. Men tað eru lokalfeløgini og teir limir­ nir, sum møta upp á upp­ still­ing­arfundunum, sum hava fullveldi til at avgera, hvør verður uppstillaður á listanum hjá hvørjum felag, sigur Høgni Hoydal. Natúrligt við útskifting Høgni Hoydal vísir eisini á, at tað er natúrligt við stórari útskifting. – Tað hev­ur í mínari tíð altíð verið stór útskifting í Tjóð­veldi. Mítt mál er, at flokk­urin alla tíðina endur­ skoðar seg sjálvan, so­leið­is at vit fáa skapt betur javn­ støðu millum kyn, mill­um bý og bygd, millum óút­ búgvi­n og útbúgvin og so framvegis, sigur Høgni Hoy­dal. Tað verður ein góður listi Sum ein viðmerking til spekulatiónirnar, um hvør verð­ur avloysari fyri allar tær mongu atkvøðurnar, sum skulu setast við nýggj nøvn, sigur Høgni Hoydal, at hann kennir ikki enda­ ligu listarnar, av tí at upp­ stil­l­ingin ikki er endað, men at soleiðis sum hann hev­ur hoyrt, verður tað tal­an um ein góðan lista við jøvnum býti. Limirnir avgera hvør stillar upp Viðmerking Hóast Høgni Hoydal er floksformaður, hevur hann reelt lítla ávirkan á, hvør verður uppstillaður. Hann metir tað verða óheppið, at uppstillingin ikki er liðug, men sigur at tað eru limirnir í lokalfeløgunum, sum hava fullan avgerðarætt Løgtingsvalið 2008 Atkvøður Listin 191 1. Høgni Hoydal 1262 2. Annita á Fríðriksmørk 616 3. Bjørt Samuelsen 547 4. Bergtóra H. Joensen 481 5. Sjúrður Skaale 416 6. Heini O. Heinesen 415 7. Tórbjørn Jacobsen 356 8. Hergeir Nielsen 352