mánadagur 11. juli 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
12
Sosialurin
Kjak
Heri Mohr
Um uppgávan um 80-árini
gagnaði løgtingsnevndini,
fáa vit ikki at vita. Og vit
fáa heldur ikki at vita, hví
øll fylgiskjøluni til 80-ára
frágreiðingina ikki eru við
í bókini. Mangt løgið og
nógv ótrúligt er tó at lesa í
henni.
Vit
kunnu
tríva
í
rúgvuna:
*Tað kostaði landskassa
num 386 milliónir, at eitt
felag seldi síni tvey skip av
landinum, og at 2 x 2 skip
vórðu gjørd liðug á skipa
smiðju á Skála og í Vági.
Eitt av hesum skipum seldi
landsstýrið av landinum við
einum halli í landskassanum
upp á 71 milliónir.
*Eitt felag keypti ein stór
trolara – størstur í Europa,
varð í errinskapi sagt – fyri
góðar 60 milliónir. Hann varð
umbygdur tvær ferðir inni á
Skála og skifti hond tríggjar
ferðir, áðrenn landsstýrið, tá
skrásettur eigari, seldi hann
av landinum til Suðurkorea.
Hetta eksperimentið kost
aði
landskassanum
132
milliónir.
*Byggingin
av
tanga-
kemikalii- og farmaskipum
fær als onga umtalu í Fra
greiðingini
um
80-árini,
hóast hesi skip gjørdist lands
kassanum og føroyskum
heimum í hundraðtali eitt
dýrt ævintýr. Skipini, sum
sjálvdan ella als ikki sóust
í føroyskum sjógvi, hvurvu
spøkilsiskent í myrkri. Men
skommin lá eftir.
*Í 1988-1990 játtaði løg
tingið 125 milliónir til burtur
beining av fiskiskipum. Upp
høgging varð tað kallað.
55 skip, nýggj og gomul,
í onkrun føri líka mikið
hvar í verðini tey royndu,
vórðu ”upphøgd”. Hesi skip
hevði landskassin framman
undan stuðlað so ruddiliga
við studningum, lánum og
veðhaldum. Upphøggingin,
hendan ørskapsins finala,
kostaði skattaborgaranum
279 milliónir.
Her er, sum sagt, trivið
í rúgvuna av tí, sum gjørdi
okkum øll trillrund. Virð
ingin fyri almennan pen
ing, og hvussu hann skal
handfarast
og
umsitast,
hvarv – har hon átti at verið
sjálvsøgd.
Í umrøddu bók lesa
vit niðurstøðuna hjá løg
manninum í tíðini 1989-1993
viðvíkjandi ørskapinum í
umsitingini av almennum
peningi.: Danska uppílegg
ingin í 1992/93 er ein annar
stórur partur av orsøkini.
Og hann ger status: Í
nútíð ini má so føroyska
samfelagið liva við teimum
treytum, sum danir hava
sett. Mín metan er tíverri
tann, at politiska valdið í
Føroyum ikki hevur megnað
at komið sær burtur úr
danska haftinum… Hóast
fleiri av tølunum fyri føroy
ska búskapin vístu røttu
gongdina í 1990-92, gjørdi
danska stjórnin, við hjálp
frá Fíggjareftirlitinum, síni
inntriv í 1992 og 1993 … Og
hann ber í bøturflaka: Í 1980-
unum hendi nógv positivt,
og at størsta ólukkan er,
at vit ikki duga at hyggja
frameftir.
Í niðurstøðuni á síðu 123
vil hann vera við, at danska
uppíleggingin í 1992/93 er
ein stórur partur av orsøkini
– uttan at definera hvussu
”orsøkini” skal skiljast.
Hevur fyrrverandi løg
maður gloymt, at lands
kassin í 1990-92 hevði eitt
samlað kassaundirskot upp
á 2 milliardir, sum vórðu
fíggjað somu ár við lántøk
um í fremmandum londum,
og at hesi lán (og onnur)
vórðu yvirtikin av ríkiskassa
num fyri at sleppa okkum
undan almenna trotavið
gerð í týskum bankum?
Tann hjálpandi bróður
hondin var heppin!
At vera veðhaldari og
lánveitari in blanco kostaði
skattaborgaranum
milli
ardir. Men hvagar fóru tær
allar? Hvussu varð lands
kassin drenaður? Í nógvum
førum var hetta úrslit av
serkønari konsulent hjálp
og sjálvbodnari likvidatión.
Marsanna og Palleba, neyð
aradýrini, tey høvdu onga
slíka serkøna hjálp at leita
til. Tey og landskassin vórðu
skrædlað.
Nógv kjak hevur verið
um, hví landskassin og sam
felagið, hús og heim, fóru
á húsagang heystið 1992.
Um vit duga at lesa lands
kassans ársroknskapir við
undirskjølum og løgting
sins lóggeving, er svarið
stutt: Tí!
At fløkja ríkisblokkin,
oyramerktur til almannamál,
heilsumál og skúlamál, í
falittbúgvið Føroyar, soleiðis
sum politikarar í fleiri ár
áhaldandi hava gjørt – eitt
nú við landsstýrisins pro
pagandariti Frá heimastýri
til fullveldi í 2000 – er
burturvið.
Ørskapsins
kavalkada.…”
Brot úr
endurminningum
”… Í 2000 gav Føroya Løgting út bók
Frágreiðing um 80-árini. Í innganginum til
bókina verður sagt, at hetta er ógvuliga stór
uppgáva. Slík uppgáva hevur ikki verið loyst
í Føroyum, og í Danmark var í 20. øld bert 1
fyridømi, ið kortini gagnaði ikki nevndini
Majbritt Mohr
forkvinna í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
Vinnuhúsið setur á heimasíðu
síni spurningin: Hví arbeiða
føroyingar niðursetta tíð?
Vinuhúsið svarar so víðari í
greinastubbanum, at orsøk
in helst er at finna í skatta
skipanini. Víst verður eisini á,
at í hinum norðurlondunum
arbeiða uml. 36 % av kvinn
unum niðursetta tíð, meðan
í Føroyum arbeiða 52 % av
kvinnunum niðursetta tíð.
Eg fari at loyva mær at
ivast í hesum pástandinum;
at kvinnur í Føroym arbeiða
niðursetta tíð orsakað av
skattatrýstinum. Og vil fegin
spyrja, um nøkur kanning
er gjørd, sum vísir á hesa
orsøkina?
Limirnir í Almanna- og
heilsurøktarafelagnum
eru m.a. heilsurøktarar ella
sjúkrahjálparar. Flestu teirra
eru settir í almanna- og
heilsuverkinum og arbeiða
niðursetta tíð.
Tá ið vit spyrja limirnar,
hví teir arbeiða niðursetta
tíð, er svarið aloftast, at
arbeiðið er kropsliga og sálar
liga tungt! Tað merkir millum
annað, at tey flestu arbeiða
skiftisvaktir (dag, kvøld og
nátt) og vikuskiftisvaktir, og
øll gransking vísir, at hetta
er sera slítandi. Kanningar
úr tildømis Norra vísa eisini,
at stórur partur av teimum,
ið arbeiða niðursetta tíð har,
arbeiðir í skiftisvaktum.
Tað at røkta (sálarliga) sjúk
og gomul er kropsliga tungt
og kann eisini vera tyngjandi
sálarliga. Arbeiðið hevur við
sær tætt menniskjaligt og
kensluligt samband, og menni
skjalagnurnar, tú hittir í arbeiði
num, kunnu ávirka teg nógv.
Nøkur starvsfólk ynskja at
arbeiða niðursetta tíð, tí tey
í størri mun vilja planleggja
vikuna sjálv. Tey arbeiða kan
ska tríggjar dagar fast og
kunnu so takka ja ella nei, tá ið
tað verður ringt eftir teimum;
alt í mun til hvørjar ætlanir
tey annars hava fyri vikuna.
Nakrir limir hava tó gjørt
vart við, at teir vilja arbeiða
fulla tíð. Men bara heilt fá
heilsustarvsfólk sleppa tað,
tí tess fleiri parttíðarfólk,
arbeiðsgevarin
hevur
í
arbeiði, jú lættari er at leggja
til rættis arbeiðsætlan. Somu
leiðis stendur ikki á at fáa
hesi parttíðarsettu at arbeiða
eyka, tá ið sjúka ella annað
ger, at brúk er fyri fólki.
Sambært hk.dk vísir upp
gerð frá Eurofound (2010), at
38% av donskum kvinnum
arbeiða niðursetta tíð, og
dn.no vísir í frágreiðing frá
Fafo (2010) á, at
41,5% av norsku kvinnu
num arbeiða niðursetta tíð.
54% av føroysku kvinnunum
arbeiða niðursetta tíð.
Vit kunnu spyrja okkum
sjálv, hví so nógvar føroyskar
kvinnur
arbeiða
parttíð:
Finnast fulltíðarstørvini ikki?
Raðfesta føroyskar kvinnur
annaðleiðis enn kvinnur í
hinum
norðurlondunum?
Brúka tær meiri tíð upp á
børnini og heimaarbeiði, enn
kvinnur uttanlands? Um so
er, er tað so eitt tilvitað val?
Ella er tað súr skylda, tí mað
urin skal út at realisera seg og
gera karrieru? Ella er valið um
niðursetta tíð als ikki tilvitað?
Er tað bara soleiðis, tí soleiðis
hevur tað altíð verið?
Almanna- og heilsurøktara
felagið vil hervið biðja land
sins mynduleikar kanna, hví
føroyskar kvinnur arbeiða
niðursetta tíð. Vit eru uttan
iva fleiri, ið vilja vita veruligu
orsøkina, heldur enn bara at
gita.
Hví arbeiða kvinnur
niðursetta tíð?
Kanningar herfyri vístu, at føroyskar
handilsvørur í meðal kostaðu
14% meira enn í Danmørk, sum annars var
sagt at vera dýrasta land í Evropa.
Og síðani varð tøgn.
Sera undarligt, at fólksins tænarar og
verjar - politikkararnir og fakfelagsleiðar
arnir -einans konstateraðu fakta og so einki
meira. Bert tøgn.
Áttu hesir ikki - eftir at hava gjøgnum
gingið kanningina - at stillað neyv krøv um
hægst loyvdu prísir og mest loyvda vinn
ing? Serliga tá talan er um neyðsynjarvørur,
men kanska eisini í heila tiki?
Tí ongin ivi kann vera um, at mong - alt ov
mong - hava ilt við at fáa endarnar at røkka
saman - serliga einligar mammur, men eisini
barnafamiljur við lágum inntøkum, og pen
sionistar av einum hvørjum slag.
Men annars tvinga hesu skýhøgu prísir
eisini flest øll til óneyðugt at skerja livistøðið,
so mono- og duopolini - uttan avmarkingar
og neyðugt eftirlit - kunnu gera lukrativar
avtalur, sum fólkið síðani verður noytt at liva
við, tí fólkið er slept upp á fjall, og hvør eins
takur má klára seg sum best.
At fáa skil á prísunum eigur at fáa fyrsta
prioritet í stundini, og allar góðar kreftir
eiga at samstarvað fyri at náa málinum.
Ongin ivi er um, at nógvar smáar varrar
- og størri við - fara at takka tykkum, um tit
- tænarar og verjar - røkja tykkara skyldur
á hesum økinum, soleiðis at tað gerst meira
liviligt í Føroyum, og soleiðis at einkultar sól
strálur eisini kunnu røkka teimum, ið annars
liva og húsast á lívsins skuggasíðum.
Danfinnur Danbjørg
14% - og hvat so?