mánadagur 11. juli 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
Sosialurin
Gunnvá við Keldu heldur á
at pástanda, at kronikkur
hennara 7. juni ikki var eitt
álop á høvuðsstaðin. Vit
hava hugt at smámununum
fleiri ferðir, og nú hon enn
einaferð skrivar grein um
fólkavøkstur, er pástandurin
akkurát tann sami: Í Havn
liva tey av at klippa hvørjum
øðrum,
miðsavningin
til
høvuðsstaðin hevur tikið
dik á seg, og einasta bjarging
fyri landið er at skrúva tíðina
aftur, og broyta vallógina
til tað, hon var framman
undan.
Orsøkina til at hetta er
neyðugt sigur hon vera, at
”neyðugt er at styrkja fram
leiðsluøkini í landinum, sum
framleiða til útflutnings”,
og – haldið tykkum fast
– ”økini verða uppaftur
sterkari og meiri virkin,
um nátúrlig umsitingarlig
øki verða løgd út í størru og
sterku økini í landinum….!”
Altso,
enn
einaferð:
Vit
skulu styrkja ”framleiðslu
økini” við at flyta umsiting
og útbúgvingarstovnar úr
Havnini.
Nú eru búskaparfrøðingar
sjálvandi ofta ósamdir, um
ber framleiðsla ella útflutn
ingur í sjálvum sær tryggjar
nakran trivnað og nakran
fólkavøkstur. Og líka so
ósamdir eru teir um, hvat
”framleiðsla” er. Tí fram
leiðsla er ikki bara fiskur,
framleiðsla er eisini útbúgv
ing, mentan, ferðavinna o.s.fr.
Vit framleiða eisini trivna,
ikki til útflutnings, men fyri
trivnaðin skuld.
Mín pástandur er fram
vegis, at Føroyar fáa bert
fólkavøkstur, um høvuðs
staðurin stendur sterkur. Um
vit skulu fasthalda og hála
til okkum ung, virkisfús, væl
útbúgvin og skapandi fólk
við dirvi, so krevst ein sterkur
høvuðsstaður. Tí veruleikin,
vit eru uppímóti er, at fyri
tøkur og býir uttanlands
hava ongantíð havt so stóra
atdráttarmegi sum júst nú.
Tey vilja hava fatur á okkara
ungu og virkisfúsu. Og tað
er ikki løgið, um okkara
fólk velja sera spennandi
avbjóðingar og høgar lønir
aðrastaðni. Hetta er støðan
hjá øllum útjaðaraøkjum í
Norðuratlantshavi.
Tí taka vit í Havn bar
dagan upp. Ikki móti restini
av Føroyum, men við teir
útlendsku
metropolarnar,
sum draga okkara fólk til sín.
Tað gera vit við at hava so
nógv og góð tilboð til borgar
arnar og vinnulívið sum
møguligt: barnaansing, skúla,
møguleikar at seta búgv, ung
dómsvirksemi, umstøður fyri
eldri, list, ítrótt, matstovur,
býarlív,
vinnuøki
og
so
frameftir. Vit brúka tíð og
pening til at tryggja grund
leggjandi og góð tilboð og
leggja kreftir í at menna eitt
sterkt alternativ til útlend
sku býirnar, sum draga.
Fólkatalið í Havn veksur
lítið.
Men
tað
veksur
støðugt og tað gleðiliga er,
at áhugin hjá útisetum fyri
kommununi tykist stórur.
Kanningar saman við Gallup
av heimasíðu kommununar
vísa, at millum 10 og 20% av
teimum vitjandi hvørja viku
hava bústað uttanlands, um
leið helmingur í Danmark.
Vit síggja, at hesi kanna
bústaðar-, arbeiðs-, barna
ansingar- og ferðsluviður
skifti, umframt annað, ið
hevur við trivna at gera.
Talan er um fleiri túsund fólk
árliga, sum kanna marknaðin,
so tað liggur ein stór ábyrgd á
okkum at skipa soleiðis fyri,
at vit uppfylla treytirnar
fyri, at so stórur partur sum
møguligt av hesum flytur
heimaftur.
Av
útisetunum,
sum
búgva í Danmark, búðu 50%
í
Tórshavnar
kommunu,
áðrenn tey fluttu. Spurd, hvar
tey ynskja at búgva, um tey
skuldu flutt aftur til Føroyar,
siga 71% seg bara vilja búgva í
Havn. M.a. tí arbeiðir býráðið
saman við umboðum fyri
vinnulív og arbeiðsmarknað
við eini vakstrarætlan fyri
býin, tí vit vita, at fyri flestu
føroyingar, sum í dag flyta
ella longu búgva uttanlands,
er valið Havnin ella einki,
skuldu tey umhugsað at flutt
heimaftur.
Kanningin av førleika í
útlegd hjá uttanríkisráðnum
vísir tað sama, at útisetar
arnir meta, at føroyskir
politikkarar eru ov upptiknir
av fiskivinnu og at viljin til
at fáa nýggjar vinnur upp
at standa manglar. Tann
kanningin vísir eisini, at um
tey flyta aftur til Føroya,
so verður adressan í Suður
streymoy.
Eg veit ikki, hvussu vit
skulu kunna skera hetta
meira út í papp. Fyri tey
flestu er einki alternativ til
Havnina. Soleiðis er veru
leikin. Tí er tað so harmiligt,
at vit í Føroyum ikki megna
at skilja hendan boðskapin og
standa saman um at menna
høvuðsstaðin, tí trivnaðurin
í
høvuðsstaðnum
verður
álvarsliga
avgerandi
fyri
framtíðar menning í Føroy
um. Vit í høvuðsstaðnum
noyðast at fyrihalda okkum
til henda veruleika.
Fyri flestu útisetar er onki
alternativ til Havnina
Eg veit ikki, hvussu vit skulu kunna skera hetta meira út í papp. Fyri tey flestu er
einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin, sum vit mugu fyrihalda okkum til
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Unge, økonomi og druk
Det var langt mere relevant,
at der blev gjort markant
op-mærksom på, at dem
der drikker mest kommer
fra familier, der i genera
tioner har været belastet af
den genetiske, psykiatriske
sygdom alkoholafhængighed.
Danske unge har store
overtræk på bankkontoen.
Og det er fordi, de gennem
de sidste 15 år haft Europa
rekorden i druk. Så økonomi
en ikke kun sejler. Den
drukner. Det ”koster” at
feste at feste i hverdagen, i
weekenden, til festivaler. Det
har man fra politisk side ikke
gjort noget effektivt ved. Og
ungdomsårgan-ge tabes på
grund af druk
Nu vil nogle fra politisk
side lave nationale handlings
planer og have privatøkonomi
på skemaet i folkeskolen og
på ung-domsuddannelserne.
Som sædvanlig ”glemmes” alt
om, at det er alkohol, der er
hovedårsagen til de unges
dårlige økonomi. At alkohol
er den 100 % sikre vej til at
udvikle angst, depres-sion
og en elendig økonomi.
Trods
undersøgelser
der siger, at unge danskere
drikker min-dre, har de stadig
Europarekorden i druk. Som
Mark Twain en-gang sagde:
”Der er løgne. Der er store
løgne. Og så er der statistik”.
Mogens Moos, alkohol
rådgiver og forfatter
Drejer noget sig om alkohol i Danmark, bliver det omgående fedtet ind i
socialpsykologiske forståelsestanker om noget helt andet end alkohol..
14% meira enn í Dan
mørk, sum annars var
sagt at vera dýrasta land
í Evropa.
Og síðani varð tøgn.
Sera undarligt, at fólk
sins tænarar og verjar
- politikkararnir og fak
felagsleiðararnir -einans
konstateraðu fakta og so
einki meira. Bert tøgn.
Áttu hesir ikki - eftir
at hava gjøgnumgingið
kanningina - at stillað
neyv krøv um hægst
loyvdu prísir og mest
loyvda vinning? Serliga
tá talan er um neyð
synjarvørur, men kanska
eisini í heila tiki?
Tí ongin ivi kann vera
um, at mong - alt ov mong
- hava ilt við at fáa endar
nar at røkka saman - ser
liga einligar mammur,
men eisini barnafamiljur
við lágum inntøkum, og
pensionistar av einum
hvørjum slag.
Men annars tvinga
hesu skýhøgu prísir eis
ini flest øll til óneyðugt at
skerja livistøðið, so mono-
og duopolini - uttan
avmarkingar og neyðugt
eftirlit - kunnu gera lukra
tivar avtalur, sum fólkið
síðani verður noytt at liva
við, tí fólkið er slept upp á
fjall, og hvør einstakur má
klára seg sum best.
At fáa skil á prísunum
eigur at fáa fyrsta priori
tet í stundini, og allar
góðar kreftir eiga at
samstarvað fyri at náa
málinum.
Ongin ivi er um, at
nógvar smáar varrar
- og størri við - fara at
takka tykkum, um tit -
tænarar og verjar - røkja
tykkara skyldur á hes
um økinum, soleiðis at
tað gerst meira liviligt í
Føroyum, og soleiðis at
einkultar sólstrálur eis
ini kunnu røkka teimum,
ið annars liva og húsast
á lívsins skuggasíðum.
14% - og hvat so?
Dagfinnur Danbjørg
Kanningar herfyri vístu,
at føroyskar handilsvørur
í meðal kostaðu
Í villum víggi á Wight tú vísti
ta viljastyrki tú í tær hýsti,
og prógvaði aftur – um vit eru smá –
á hægstu tindar vit væl kunnu ná.
Tú Føroyaland lyfti á ovastu røkur,
og risti títt navn inn í ítróttarbøkur,
slík brøgd skapa virðing um víðu verð,
og Føroyalands ummæli gitið ger.
Ei hetta kann sigast um grinda-Pál,
sum sett sær hevur sum ytsta mál
at blóta á bølmanna hovi
túsund árs mentan, sum var vára kovi.
Tá neyðin var størst,
var álitið spik og tvøst.
Men nú kunnu ørvitisfiskar her herja,
bakbitin liggur øll okkara verja.
Umdømið rapað – í skeljasandi –
heimurin hóttir við báli og brandi.
Fangar vit gerast í egnari borg –
drýpandi høvur í svárari sorg.
Her er av sonnum - munur á monnum!
NePtuN
PÁLar valdast