mánadagur 11. juli 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
14
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tríggjar manningar hava kós móti
FM heitinum við fullum stigatali.
Tær eru Riddarin, Argjabáturin og
Klaksvíkingur.
Leygardagin vunnu hesir trígg
ir bátarnir fyri fimtu ferð í ár. Um
teir vinna á Strondum komandi
leygardag og á Havnarvág ólav
søkuaftan, so leggjast hesar mann
ingarnar aftrat teimum, sum hava
megnað at vinna FM uttan at missa
stig.
Tað er meiri enn so komið fyri
áður, og tvær ferðir síðani aldar
skiftið hava tríggjar manningar
megnað hetta bragdið.
Í 2007 vunnu Jarnbardur við
kvinnum og tveir bátar hjá Kapp
róðrarfelagnum NSÍ FM við full
um stigatali. Í ár eru teir á Skála
fjørðinum als ikki umboðaðir í
kappingunum millum 8-manna
førini og 10-mannaførini. Tað var
ólíkað fyri fýra árum síðani, tá ið
bæði Heiðabáturin og Eysturoy
ingur vunnu allar róðrarnar.
Í ár hevur tað ikki hilnast væl
hjá Havnar Róðrarfelag. Tølini siga,
at tað bara eru kvinnurnar umborð
á Gongurólvi, sum hava møguleika
at vinna FM. Í 2008 vunnu bæði
dreingirnir og kvinnurnar við
Sílinum allar sjey róðrarnar. Tað
átti at havt borgað fyri gyltari
framtíð. Úrslitini fyrr í ár og aftur
í Miðvági siga, at soleiðis hevur tað
ikki skorist.
Leygardagin á Vestanstevnu
eydnaðist tað ikki størsta og sigurs
vandasta kappróðrarfelagnum í
landinum at vinna nakran róður.
Triði báturin, sum í 2008 vann
allar róðrarnar, var Heiðabáturin,
sum harvið vann allar róðrarnar
bæði í 2007 og í 2008 ella fjúrtan
róðrar á rað.
Fram til 2002 varð kappast um
FM á seks stevnum. Síðani 2003
hevur verið kappast á sjey stevnum.
Hesi átta árini hava ellivu mann
ingar megnað roysnið at vinna FM
við fullum stigatali. Tann báturin,
sum í hesum hevur skarað framúr,
er Jarnbardur við kvinnumanning.
Blái báturin hjá Róðrarfelagnum
Knørrur hevur tríggjar ferðir vunn
ið FM við 49 stigum – í 2004, 2005
og 2007.
Manningarnar, sum hava
vunnið FM við fullum
stigatali síðani 2003 eru:
2003 eingin
2004 Jarnbardur við kvinnum
2005 Jarnbardur við kvinnum
og Nevið Reyða
2006 eingin
2007 Jarnbardur við kvinnum,
Heiðabáturin og Eysturoyingur
2008 Sílið við dreingjum,
Sílið við kvinnum
og Heiðabáturin
2009 Argjabáturin
2010 Páll Fangi við monnum
2002 var síðsta árið, tá ið kappast
varð um FM á seks stevnum. Tað
árið vunnu Jarnbardur við kvinnum
og Sílið við kvinnum 42 stig. Í 2001
megnaðu Páll Fangi við kvinnum
og Havnarbáturin at vinna fulla
úrtøku.
Í 2000 vóru tað fleiri manningar
enn nakrantíð síðani, sum vunnu
fulla úrtøku. Talan var um fýra
manningar, sum vunnu allar seks
róðrarnar og harvið 42 stig: Tjaldrið
við dreingjum, Jarnbardur við
kvinnum, Frúgvin við kvinnum og
Argjabáturin.
Kiksa á Ólavsøku
Riddarin, Argjabáturin og Klaks
víkingur hava tvær kappingar eftir
at halda tørn um oddasessin í, og
manningarnar, sum kappast við
hesar tríggjar, eiga tveir møguleikar
at taka oddasessin frá favoritt
unum.
Á Fjarðastevnu, sum hesa ferð
verður á Strondum, fara Riddarin
og
teirra
kappingarneytar
og
Argjabáturin og hini 8-mannaførini
at kappast á 1500 metrum, og
Klaksvíkingur, Vestmenningur og
Hoyvíkingur fara at kappast á 2000
metrum.
Á Ólavsøku verða allar kapp
ingarnar á stytsta kappróðrarmál
inum á øllum sumrinum. Tá verður
kappast á gott og væl 900 metrum.
Tað er meiri enn so komið fyri
áður, at manningar, sum undan
Ólavsøku hava vunnið allar róðrar
nar, í síðsta róðrinum eru snýttar.
Síðsta dømið um hetta var fyri
tveimum
árum
síðani.
Undan
síðsta róðrinum høvdu dreingirnir
á Tjaldrinum fult stigatal – 42 – eftir
seks róðrar. Á Ólavøku var Blikur
klárt nummar eitt, og Tjaldrið var
nummar tvey. Tjaldrið vann FM,
men tað mundi kennast beiskt ikki
at vinna á Ólavsøku, og hjá argja
dreingjum var tað kærkomið at
vinna finaluróðurin, tá ið tað ikki
eydnaðist at verða meistarar.
Riddarin
6-mannafarið hjá miðvingum hevur
framvegis fult stigatal. Og um
metast skal út frá tíðarmuninum frá
tí fremsta og til tann næstfremsta
í øllum kappingum higartil í ár, so
tykist sannlíkið vera minst av øllum
fyri, at nakar skal taka Riddaran.
Á stutta teininum innan fyri
grótkastið í Miðvági leyp Riddarin
fram um hinar beinanvegin, og hann
varð ongantíð hóttur. Á málinum
var hann fýra sekund frammanfyri
Lóm av Argjum. Tað var eitt sekund
minni, enn tá ið Riddarin eina viku
frammanundan vann á Varmakeldu
í Fuglafirði, men tá skal havast í
huga, at teinurin hesa ferð var 500
metrar styttri.
Í Fuglafirði var kappingin um
næstfremsta plássið stór, og tá var
Lómur bara eitt vet undan Smyrli úr
Vági. Í Miðvági var eingin kapping
um næstfremsta plássið, tí Lómur
var meiri enn eina bátslongd ella
trý sekund undan Smyrli.
Argjabáturin
Heldur ikki hesa ferð var tað í enda
spurtinum nakar ivi um, at Argja
báturin fór at vinna.
Eftir sera tætta kapping á Jóan
søku var tað stórur spenningur
um, hvussu tað fór at gangast á
Varmakeldu. Tá gjørdi Argjabáturin
orduliga bart, og á málinum var
Tríggir stýra
móti FM við
fullum stigatali
KAPPRÓÐUR Síðani aldarskiftið er tað tvær ferðir áður komið fyri, at tríggjar
manningar hava vunnið meistaraskapin við fullum stigatali
Heldur ikki hesa ferð var tað í endaspurtinum nakar ivi um, at Argjabáturin fór at vinna
Mynd: Jens Kristian Vang