Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 Sosialurin Ítróttarblaðið mun­urin fýra sekund ella meiri enn ein báts­longd. Fyrra partin av stutta teininum í Miðvági var spenningur í, og bæði Nevið Reyða og Ørvur høvdu hug at blanda seg upp í oddastríðið. Men tá ið hálvur teinurin var rógvin, fór tað at glíða meiri eftir hjá reystu og treystu argjamonnunum. Reyði báturin við drekastevninum svam frá hinum og var fyrstur á mál. Hóast Argjabáturin var fyrstur á mál fyri fimtu ferð av fimm møguligum, so sást á avrikunum hjá hinum, at teir framvegis eru væl trimm­aðir og klárir at bjóða seg fram. Ørvur var eina stóra hálva báts­ longd aftanfyri Argjabátin, og Nevið Reyða var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Ørv. Bronsu­ plássið vunnu klaksvíkingar í tætt­ ari kapping við Miðving. Klaksvíkingur Fyrstu metrarnar var Vestmenn­ ingur kanska frammanfyri favo­ ritt­arnar úr Klaksvík. Eina løtu róðu teir stavn um stavn, men tá ið hálvt málið var rógvið, fóru tøkini hjá teimum umborð á Klaksvíkingi at muna meiri. Vestmenningur royndi einar tvær ferðir at leypa á aftur, men sum so mangan áður so sást tað væl, at tann, sum liggur á odda, hevur sinn­iliga og likamliga yvirskotið at stýra og svara aftur. Undan róðrinum var tað ikki sørt av spenningi í, um tað hesa ferð mundi fara at eydnast hjá treisku vestmenningunum at gera ein vørr. Tað komst av, at tveir umborð á Klaksvíkingi róðu fyri fyrstu ferð í ár. Svein Rógvi Nielsen var nýggjur á lærinum, og Martin Venned var nýggjur á toftini. Teir loystu Jákup Hansen og Debes Christiansen av. Hesir báðir eru farnir til skips. Bæði Svein Rógvi og Martin eiga nógvar royndir í kappróðri og í at vera við í kappingini um fremsta plássið, og at teir róðu fyri fyrstu ferð í ár tóktist ikki at nerva mann­ ingina á Klaksvíkingi. trondur@sosialurin.fo 6-mannafør menn 1 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .04:28.17 2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:32.17 3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:35.18 4 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:40.07 5 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:42.00 6 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:42.24 7 Húsfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:47.19 Støðan 1 Riddarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 2 Lómur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 3 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 4 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 5 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 6 Tvørabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 7 Húsfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 8-mannafør 1 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:18.15 2 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:20.00 3 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:22.19 4 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:23.15 5 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:29.02 Støðan 1 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 2 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 3 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 4 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 5 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 10-mannafør 1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:13.02 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . 04:14.14 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 04:22.19 Støðan 1 Klaksvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 35 2 Vestmenningur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 3 Hoyvíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 Ein fegin róðurskvinna umborð á Riddaranum Mynd: Jens Kristian Vang Eina løtu róðu teir stavn um stavn, men tá ið hálvt málið var rógvið, fóru tøkini hjá teimum umborð á Klaksvíkingi at muna meiri Mynd: Jens Kristian Vang