Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 16 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Líkindini vóru av teimum bestu, tá ið fimti FM kappróðurin í ár var á Vestanstevnu leygardagin. At fasti starturin er tjóðraður í grótkastið, tá ið tað verður kappast í Miðvági, ber við sær, at tað er hópin lættari at fáast við, enn tá ið tað eru bátar, sum so at siga liggja við endan. Hóast veðrið var gott, og hóast tað var lagaligt at fáast við fasta startin, so vórðu róðrarnir tríggjar ferðir skotnir av. Í øllum førum var tað í kappingum millum 5-manna­ før – við kvinnum, gentum og dreingj­um. At tað kortini gekk skjótt og væl sást aftur í, at klokkan var akkurát farin av fimm, tá ið 10-manna­førini komu á mál, og tá var eis­ini skipað fyri einum oldgirls róðri. Metið hjá Hvessingi 6-mannafarið hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi, Hvessingur, róði stutta teinin í Miðvági – hann er 960 metrar – skjótari, enn nøkur mann­ ing nakrantíð áður hevur megnað í hesi kappingini. Undan leygardegnum var besta tíðin í kapping millum 6-mannafør við kvinnum á Vestanstevnu í Mið­ vági tann hjá Jarnbardi í 2002. Ta ferðina var tíðin 4.48.10. Leygardagin var Hvessingur í tættari kapping við Gongurólv, og vinnaratíðin hjá Hvessingi var 4.47.15 ella knappliga eitt sekund skjótari enn níggju ára gamla mettíðin hjá Jarnbardi. Í fýra teimum fyrstu kapping­ unum í ár vunnu Gongurólvur og Hvessingur aðru hvørja ferð. Í Fugla­firði vann Hvessingur, men hesa ferð eydnaðist tað ikki Gongu­ rólvi at svara aftur. Hvessingur legði seg beinanvegin á odda, og Hvessingur var fremstur allan teinin. Á málinum var báturin hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi eina bátslongd undan Gongurólvi. Úrslitið í Miðvági ber við sær, at Hvessingur nú fyri fyrstu ferð í ár er fremstur í FM kappingini, og at Hvessingur harvið í løtuni tykist vera favorittur at vinna meistara­ heitið. Men tað er so mikið tætt, at Gongurólvur framvegis hevur góðan møguleika at svara aftur. Púra opið Enn eina ferð var endaspurturin hjá vágsdreingjum umborð á 5-manna­ farinum Royndini Fríði sera sann­ førandi. Í dýrdarveðrinum var tað næstan sum at síggja grind á veg ímóti at gera landgongd at síggja nógvu dreingjabátarnar koma skúm­andi fram ímóti sandinum. Jallurin var leingi fremstur, men blái báturin hjá Knørrafelagnum megnaði heldur ikki hesa ferð at halda vágsdreingjum aftanfyri seg í endaspurtinum. Merkisvert er tað, at hetta var fjórða ferðin, at Jallurin endaði á næstfremsta plássi, og at Jallurin framvegis eigur fyrsta sigurin til góða. Undan Vestanstevnu var Royndin Fríða trý stig frá odda­ sess­inum í FM kappingini. Nú er Royndin Fríða fremst – eitt stig framman­fyri Blik og Jallin, sum harvið framvegis er gott boð upp á FM heitið, hóast hann higartil ikki hevur vunnið. At Vestanstevnan hilnaðist so mikið væl hjá Royndini Fríðu og eisini Jallinum komst av, at tað hesa ferð kiksaði hjá Bliki, sum endaði á fimta plássi og harvið bara vann trý stig í FM kappingini. Blikur var seks sekund frá vinnaratíðini hjá Royndini Fríðu. Marginalirnir ikki við Jallinum Í kappingini millum dreingja­mann­ ingarnar var Jallurin ikki nógv meiri enn stavnin aftanfytri Roynd­ ina Fríðu. Heldur ikki í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum var langt frá Jallinum og fram til vinnaran. Tað eru bara tvær manningar, sum eru við í FM kappingini – Junkarin og Jallurin. Undan róðr­ inum í Miðvági høvdu hesir báðir bátarnir vunnið aðru hvørja ferð. Í Fuglafirði vann Junkarin, og aftur í Miðvági vóru tað tær úr Kvívík, sum vóru fremstar. Hvessingur set KAPPRÓÐUR Í trimum kappingum er tað framvegis tætt í stríðnum um FM heitið – millum annað millum Gongurólv og Hvessing, sum við Hvessingur róði stutta teinin í Miðvági – hann er 960 metrar – skjótari, enn nøkur mann­ing nakrantíð áður hevur megnað í hesi kappingini Myndir: Jens Kristian Vang Kappingin hjá 5. mannaførum hjá kvinnum, var sera intensiv og tøtt, men á málinum var tað stevnið á Junkaranum, sum var undan Jallinum Undan Vestanstevnu var Royndin Fríða trý stig frá odda­sess­inum í FM kappingini – nú er hann fremst