mánadagur 11. juli 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Fríggjadagin í farnu viku hendi tað,
sum mong vónaðu, men sum tey
allarfægstu veruliga tordu at trúgva
uppá. Føroyar fluttu fram um
Wales á almenna styrkislistanum
hjá FIFA. Okkara fótbóltslandslið
liggur framvegis nummar 114 á list
anum yvir øll 204 limalondini, og
vit liggja framvegis nummar 45 á
listanum, sum fevnir um UEFA-
limalondini.
Men føroyska landsliðið er
frammanfyri Wales nú, og tað
er ein risa stór broyting, tí FIFA
hevur aktivt verið inni á listanum
og flutt okkum frammum. Tá listin
varð kunngjørdur tann 29. juni
hevði FIFA sett Wales frammanfyri
okkum. Runt roknað hava Føroyar
og Wales sama stigatal, 273, men
nærri
útgreinaðar
útrokningar
vísa, at Føroyar hava 0,07 stig fleiri
enn Wales.
Hetta kom fram á heimasíðuni
hjá rumenska Eduard Ranghiuc,
football-rankings.info,
sum
er
ein heimasíða, ið er nógv brúkt
av altjóða miðlum. Heimasíðan
brúkar júst sama leist at rokna
eftir sum FIFA, men sær ein heiður
í at kunngera styrkislistan nakrar
dagar áðrenn FIFA kunnger sín
lista. Soleiðis var eisini, tá almenni
FIFA-styrkislistin kom út 27. juni. Tá
var listin hjá football-rankings.info
nakrar dagar gamal, men munurin –
sum av røttum ikki átti at verið har,
tí talan er um støddfrøði, sum ikki
kann tolkast – var, at Føroyar lógu
frammanfyri Wales og ikki øvugt,
sum FIFA-styrkislistin vísti nakrar
dagar seinni.
Nakað seinni útgreinaði Eduard
Ranghuic útrokningar sínar á foot
ball-rankings.info og vísti, hvussu
hann kom fram til, at til, at Føroyar
høvdu 273,4821429 stig og Wales
273,412987. Við øðrum orðum, at
Føroyar høvdu 0,0691559 stig fleiri
enn Wales.
Runavíkingurin
Jákup
Emil
Hansen, sum lesur stjórnmálafrøði
í Danmark, roknaði eisini upp á
somu úrslit og kom fram til neyvt
somu tøl sum football-rankings.
info.
Síðani
roknaði
Fótbóltssam
bandið eisini upp á úrslitini, og
kom til somu niðurstøðu sum foot
ball-rankings.info og Jákup Emil
Hansen.
Allar hesar útrokningar hevur
FIFA fingið og líkt er til, at FIFA
hevur ásannað, at tey hava gjørt eitt
mistak. Fyri einari viku síðani fekk
var Virgar Hvidbro, aðalskrivari í
FSF, í samband við FIFA-umboð,
sum søgdu, at allar útrokningarnar,
FSF hevði sent teimum, vóru púra
rættar og at støðan tískil sá rætt
iliga góð út.
Talan var um eina óalmenna
fráboðan, men seinnapartin fríggja
dagin kom almenna staðfestingin
frá FIFA, tá teir fluttu føroyska
fótbóltslandsliðið fram um tað
walisiska, soleiðis at vit nú liggja
omanfyri átta evropeisk landslið,
sum hevur við sær, at vit ikki enda
í veikasta styrkisbólkinum men í
næstveikasta.
rolant@sosialurin.fo
FIFA-listin
nú eru vit
frammanfyri
FIFA-listin Fríggjadagin flutti FIFA
Føroyar fram um Wales á almenna
styrkislistanum. Sostatt flyta vit úr
veikasta í næstveikasta styrkisbólkin
1. juli skrivaði Sosialurin um, at Føroyar vóru brotpartar frá
dreyminum um at flyta ein styrkisbólk upp. Eftir at hava
nærlisið útgreinaðar útrokningar, er FIFA komið fram til, at
dreymurin hjá Føroyum eftir øllum at døma verður veruleiki