Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 Sosialurin Ítróttarblaðið FIFA-listin Rólant Waag Dam Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, dylir ikki yvir, at hann er ómetaliga fegin um, at FIFA hevur tikið teirra atfinningar til eftirtektar og flutt Føroyar fram um Wales á styrkis­ listanum. – Hetta málið hevur fylgt nógv hjá okkum seinastu tíðina, so tað er bara at fegnast um, at vit nú eru frammanfyri Wales, sigur Virgar Hvidbro. Aðalskrivarin minnir á, at styrkislistin fyri junimánað ikki er tann endaligi. Tað verður nevniliga styrkislistin fyri juli, sum verður brúktur sum útgangsstøði til styrkis­metingarnar, tá liðini skulu bólkast til næstu HM-undan­kapp­ ing. Men tá allar flestu evro­peisku londini ikki spæla í juli, henda lítlar og ongar broytingar og tískil kunnu vit loyva okkum at vera bjartskygd. – Hetta gevur okkum møgu­ leikan at møta veikari liðum, enn vit hava gjørt í langa tíð. Tað økir um møguleika av fáa fleiri stig, sum síðani økir um áhugan fyri Før­ oyum og føroyskum fótbólti, sigur Virgar Hvidbro. rolant@sosialurin.fo Ómetalig glað Omanfyri síggja vit styrkislistan, sum hann sá út, tá hann varð kunngjørdur 27. juni. Niðanfyri hava vit listan, eftir at hann varð dagførdur fríggjadagin 8. juli Hóast sama stigatal, 273, setti FIFA Wales omanfyri Føroyar á styrkislistanum fyri juni. Út­ rokningar hjá football-rankings. info, Jákup Emil Hansen og Fót­bóltssambandinum vístu hin­vegin, at Føroyar eru, runt roknað, 0,07 stig frammanfyri Wales. Støðan á styrkislistanum er av­gerðandi fyri, hvørjum styrkis­bólki Føroyar enda í. Enda vit omanfyri Wales, flyta vit ein styrkisbólk upp og kunnu sostatt møta londum sum Malta og San Marino. FSF kravdi FIFA eftir eini frágreiðing, har útrokningarnar verða útgreinaðar. Fríggjadagin í farnu viku handlaði FIFA eftir atfinningarnar frá FSF og flutti Føroyar upp um Wales. rolant@sosialurin.fo Málið í stuttum Í Fótbóltssambandi Føroyta eru tey ómetaliga glað um broytingina, FIFA hevur gjørt á styrkislistanum Føroyar flyta eftir øllum at døma úr veikasta í næstveikasta styrkis­ bólkin, tá liðini skulu styrkismetast í samband við lutakastið til komandi HM-undankapping. Sostatt kunnu vit møta londum sum San Marino, Malta og Luksemburg, sum vit jú hava góðar royndir ímóti. Men veruleikin er ikki bara ljósareyður, tí eru vit óheppin til næsta lutakastið, so er lítið vunnið við at flyta ein bólk upp. Í lægsta styrkisbólkinum eru eisini lond sum Wales og Ísland, sum hava munandi sterkari landslið enn vit. Hetta hóast úrslitini hjá londunum báðum ikki hava verið til vildar tey bæði seinastu árini. Møta vit øðrum av hesum lið­ unum verður uppgáva okkara ómeta­liga trupul. Ein annar møguleiki er, at Føroyar eru veikasta liðið í bólk­ inum, hóast vit ikki eru styrkismett millum tey veikastu. Tað kann koma fyri, tí til næstu HM-undankapping verða tilsamans níggju bólkar. Átta við seks londum og ein við fimm. Bólkurin við fimm londum hevur einki lið úr lægsta styrkisbólki. So­ statt verður veikasta liðið í bólk­ inum tað, sum kemur úr næst­ veikasta styrkisbólkinum, sum Før­oyar eru partur av. Soleiðis kann tað enda við, at vit ikki møta veikari mótstøðu og so eru lítið vunnið. rolant@sosialurin.fo Ikki bara gott Dreymurin, sum nú tykist verða veruleiki, kann skjótt vísa seg at verða ein marra, um vit møta eitt nú Wales, ella enda í bólkinum uttan lið úr veikasta styrkisbólki Virgar Hvidbro fegnast um boðini frá FIFA, men vil ikki kanna sær bitan áðrenn hann er svølgdur Mynd: Álvur Haraldsen Hesum kunnu vit møta At vit fluttu upp um Wales á styrkislistanum merkir, at vit flyta ein styrkis bólk upp og tískil kunnu møta liðum úr niðasta styrkisbólki, sum eru hesi: Wales Liktinstein Ísland Kasakstan Luksemborg Malta Andorra San Marino