mánadagur 11. juli 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Fimleikurin var ikki við á
oyggjaleikunum
á
Isle
of
Wight. Tí var skipað fyri fim
leika-oyggjaleikum á Jersey
um vikuskiftið. Ikki kann
sigast annað enn, at tað kom
illa við í samlaðu støðuni, at
fimleikarnir ikki vóru við á
Isle of Wight. Tey vunnu heili
tíggju gull, níggju silvur og
níggju bronsu heiðurmerkju.
Vunnu liðkappingina
á fyrsta sinni
Í
liðkappingini
gekk
væl.
Tað endaði við, at Føroyar á
fyrsta sinni í oyggjaleikahøpi
vunnu liðkappingina – bæði
hjá monnum og kvinnum. Á
liðnum hjá monnunum vóru
Fróði Mortensen, Øssur D.
Eiriksfoss, Rósing Dam, Jóni
B. Christiansen og Olivur D.
Eiriksfoss. Á liðnum hjá kvinn
unum vóru Fríðhild Norðgerð,
Kristina Toftegaard, Anita S.
Davidsen, Eydna Danielsen,
Katrin Wardum og Herdis
Thomsen.
Menninir hertaka
heiðursmerkjapallin
Í tveimum førum vóru før
oyskir fimleikarar og før
oyska merkið at síggja á øll
um
trimum
heiðursmerkja
plássunum. Fyrstu ferð var tá
heiðursmerki skuldu handanst
fyri gólvið. Øssur D. Eiriksfoss
vann gull, Fróði Mortensen
silvur og Rósing Dam bronsu.
Tað sama var støðan, tá
heiðursmerki skuldu handast
fyri lop, har Øssur D. Eiriksfoss
vann gull, Jóni B. Christiansen,
silvur og Rósing Dam bronsu.
Kvinnurnar vóru um líka
við at gera monnunum bragdið
eftir í lop. Kristina Toftegaard
vann gull, Anita S. Davidsen
silur, meðan Fríðhild Norgerð
mátti deila bronsu heiðurs
merkið við Bermuda.
Oyggjarnar, sum luttóku
á fimleikaoyggjaleikum vóru
Jersey, Áland, Isle of Man,
Bermuda,
Cayman
Islands,
Ynys Mon og Føroyar.
trondur@sosialurin.fo
28 heiðurs
merki á fim
leika oyggja
leikunum
Fimleikur Føroysku fimleikarnir
vunnu heili 28 heiðursmerki á
fimleika-oyggjaleikunum á Jersey um
vikuskiftið. Tey høvdu pyntað væl
um samlaða úrslitið á Isle of Wight
Ikki kann sigast annað enn, at tað kom illa við í samlaðu
støðuni, at fimleikarnir ikki vóru við á Isle of Wight. Tey vunnu
heili tíggju gull, níggju silvur og níggju bronsu heiðurmerkju
Tíðindaskriv frá GIZA
Nú er summarsteðgur í føroysku
landskappingunum,
men
tað
merkir ikki, at eingin fótbóltur
verður í næstum. Tí 23. juli skipar
Fótbóltsfelagið GIZA fyri stórari
fótbóltskapping,
FAXE
KONDI
SUMMAR CUP, á Argjum fyri allar
aldursbólkar (frá pinkulingum til
old girls), og sjálvandi fyri bæði
kvinnur og menn.
Kappingin verður á hálvum vølli,
og 7 leikarar eru á vøllinum í senn.
Tað er møguligt at hava 10 leikarar
við í hópinum. Í nøkrum av yngstu
aldursbólkunum verður kappingin
væntandi spæld á 1/4 vølli.
Nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólki
fáa heiðursmerki til ognar. Aftrat
hesum fáa vinnarirnir í smá
dreingjum, dreingum, unglingum
og vaksnum (og tilsvarandi aldurs
bólkum hjá kvinnum) ein kassa
av Faxe Kondi. Allir luttakarirnir í
pinkulingum, smápiltum og piltum
(og tilsvarandi aldursbólkum hjá
gentum) fáa ein Faxe Kondi drekki
dunk til ognar.
Tilmelding á 73 74 25 ella við
t-post til giza@email.fo.
Tað er avmarkað luttøka, so eing
in grund at bíða. Seinasta freist fyri
tilmelding er 21. juli.
Eisini verður pylsuvognur á
Argjum í samband við kappingina.
Faxe Kondi summar cup
Tróndur Arge
Hann er bara 16-ára gamal, men
hevur longu sett fleiri føroysk
met seinast vikurnar. Fyrst á
oyggjaleikunum á Isle of Wight
og nú til EJM kappingina í
Beograd. Í morgun svam hann
50m frí upp á 23.90, sum er væl
yvir eitt hálvt sekund skjótari
enn føroyska metið. Gamla metið
hevði Kristian Olsen, sum var
30.63. Samanlagt bleiv Magnus
nummar 26 av 53 luttkarum.
Birita Debes setti eisini nýtt
met í firvaldasvimjing í morgun.
Hon kom á mál við tíðini 30.46.
Gamla metið átti hon sjálv, sum
var 30.63. Birita bleiv nummar 46
av 52.
trondur@sosialurin.fo
Magnus og Birita
nýggj føroysk met
Svimjing Magnus Jákupsson setti aftur í dag nýtt føroyskt
met í EJM kappingini í Beograd. Hesa ferð setti hann met í
50m frí. Eisini Birita Debes setti nýtt met í firvaldasvimjing
Tróndur Arge
Hann hevur í 2 ár stjórnað venjingini
har. Hann hevur valt at taka av
einum starvi sum ungdómsmennari
hjá Bærumsvømmerne í Oslo, og
Havnar Svimjifelag má tí til at leita
eftir nýggjum høvuðsvenjara nú,
skrivar svimjing.com.
trondur@sosialurin.fo
Christian Tessner
gevst sum høvuðs
venjari hjá HS
Svimjing Havnar
Svimjifelag hevur
kunngjørt, at
Christian Tessner nú
eftir summarferiuna
gevst sum høvuðs
venjari hjá felagnum