mánadagur 11. juli 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
Sosialurin
Fyri stuttum almannakunn
gjørdi norska stjórnin eina
nýggja langtíðarætlan fyri
virksemið innan oljuvinnuna.
Her stóð millum annað, at
ætlanin er at leggja størri
dent á at leita eftir olju á
nýggjum leiðum, eitt nú í
Barentshavinum og við Jan
Mayen.
Tey, sum hava skrivað
langtíðarætlanina, ásanna, at
tað er framvegis óvist, hvussu
nógv olja og gass kunnu
vera við Jan Mayen, men at
sambært jarðfrøðingunum
kunnu
umstøðurnar
har
samanberast við umstøð
urnar í Noregshavinum og
við
Eysturgrønland.
Sagt
verður, at tað er neyðugt við
fleiri kanningum, og í fyrsta
umfari verður talan um seis-
miskar kanningar og nakrar
boringar.
Jan Mayen er langt frá
norska meginlandinum, og
tí er ætlanin at skipa Jan
Mayen sum eina støð, sum
kann veita oljuvinnuni í
økinum allar neyðugar tæn
astur, trygd og bjarging. Til
hetta verður neyðugt at gera
vegir, havn, tyrlupallar, olju
goymslur.
Íslendingar
liggja framvið
Tíðindini um Jan Mayen sum
tænastumiðstøð fyri eina
komandi oljuvinnu í økinum
vaktu ans í Íslandi. Tríggjar
íslendskar
kommunur
á
Langanes-leiðini hava ligið
framvið at sleppa at hýsa
tænastum til eina komandi
oljuvinnu á teirri íslendsku
Drekaleiðini
og
við
Jan
Mayen, men nú er greitt, at
norðmenn fara at gera sína
egnu.
Ætlanin var, at íslendski
orkustovnurin skuldi hava
eitt útbjóðingarumfar í au
gust, men av tí at Altingið ikki
fekk avgreitt ta neyðugu lóg
ina, áðrenn tað fór í summ
arfrí, er útbjóðingin útsett.
Summir
tingmenn
halda
málið vera so umráðandi,
at teir nú hava skotið upp,
at Altingið kemur saman til
at avgreiða lógina, so olju
leitingin kann bjóðast út
sum ætlað.
arni@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen
Árligi G! Festivalurin byrjar hós
dagin, og nú er tónleikaliga skráin
fyri festivalin kunngjørd. Fleiri
enn 40 bólkar og einstaklingar
fara at framføra, harav helvtin av
nøvnunum er útlendsk.
Millum hæddarpunktini kunnu
nevnast t.d.:
Hósdagin 14. juli:
22.40 Movits! úr Svøríki
23.50 Mugison úr Íslandi
00.50 Fallulah úr Danmark
Fríggjadagin 15. juli:
22.00 Travis úr Skotlandi
00.30 Meshuggah úr
Svøríki
Leygardagin 16. juli:
frá kl 12.00 til 15.00 Barnatiltøk -
verkstaðir, sjónleikir
o.a. við Angelu
19.10 Orka
21.00 Blind Boys of Alabama úr
USA
22.20 Tennesee Mafia Jug Band úr
USA
23.30 Týr
00.40 Hellzapoppin svakt sirkus
úr USA
01.50 Páll Finnur Páll.
Nevnast kann eisini úr skránni, at
vinnarin sangskrivarakappingini
hjá Amnesty verður kunngjørdur
fríggjadagin á G!
dagfinn@sosialurin.fo
Jan Mayen tænastumiðstøð hjá oljuvinnuni
Hóast teir norsku myndugleikarnir hava friðað Jan Mayen, tosa teir nú um at byggja bygningar og annað
har, tí gongst sum ætlað, verður Jan Mayen ein tænastumiðstøð fyri komandi oljuvinnu har á leiðini
Skráin fyri G! Festivalin er løgd
Nú nærkast G! og nú er eisini endaliga skráin fyri G! Festivalin klár.