mánadagur 11. juli 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79
24
Sosialurin
Góðu fiskarar og fyrireikar
ar! Góðu tit øll!
Fyrst vil eg takka fyri
høvið, at sleppa at siga nøkur
fá orð her í kvøld.
Vit eru á einum stað, ið
fær mong og góð barnaminni
at koma fram fyri meg, tí her
eigi eg mong sporini.
Eg minnist, hvussu eg
saman við vinkonunum her
á Eiði plagdi at fara suður á
vatn at svimja.
Tá var sum nú, at øllum
børnum dámdi væl at spæla
við vatn og í vatni – tað veri
seg at flota bát, vassa ella
bara at kasta steinar.
Foreldrini løgdu okkum
altíð eina við, at vit skuldu
ansa væl eftir okkum og eft
ir hvørjum øðrum, og tað álit
høvdu tey á okkum, at vit
ansaðu væl eftir.
Eisini fóru vit við skúla
num suður á vatn at svimja,
og eg minnist, hvussu glað
eg var, tá vit gingu í rekkju
og sungu:
Vinstra, høgra, vinstra,
høgra, tað er rætta lagið.
Nú er tað væl, so sum tað
skal, soleiðis skulu vit ganga.
Tá vit so komu suður á
vatn, var eitt øki, sum vit
skuldu halda okkum innan
fyri, og tað var markerað við
hvítum og reyðum tundri,
sum fleyt á vatninum.
Vit fingu altíð at vita, at
vit máttu ikki fara longur út
enn til Toppistein, sum í dag
stendur uppi á landi og møtir
okkum, tá vit koma niðan á
vatnið, og sigur okkum far
væl tá vit fara avstað aftur.
Eisini gleddi eg meg til
at liggja í telti, tí her við
Eiðisvatn er so sera náttúru
vakurt – við Føroya hægstu
fjøllum oman fyri seg.
Fjøllini standa, men í aðr
ar mátar er nógv broytt, síða
ni eg var barn á Eiði.
Eitt, sum stendur sum
eitt sera vakurt minni, var at
síggja Millánna, hvussu stór
hon var, har hon rann oman
á Breiðasand – men nú er
hon vekk.
Vatnið kann nú sigast at
hava fyrst og fremst eitt vin
nuligt endamál, so streymur
kann fáast burturúr.
Stór byrging er gjørd,
so sum mest kann fáast
burturúr, tá vatnið forsýnar
Eiðisverkið, so tað kann gera
streym.
Hetta er prísurin, vit
noyðast at rinda, skulu vit
hava burðardygga orku úr
náttúruni, sjálvt um ásann
ast má, at uttan áirnar er
náttúran so nógvar ferðir fá
tækari.
Nú skal eg ikki dvølja
longur við tað, tí nú er tað
fiskikappingina, tað snýr
seg um.
Ikki er sørt, at tað minnir
nakað um farnar tíðir, at so
nógv fólk er savnað við vatn
ið.
Øll hava eitt felags enda
mál, sum er at fiska síl og
annars hugna sær í Guðs fríu
náttúru, sum er so sera vøkur
her um leiðir.
Bæði sum einstaklingur
og saman við familjuni ber til
at fáa nógv burturúr og veru
liga at njóta hesar løturnar.
Her ber til at liggja í telti
ella at gista í kampingvogni,
og skjótt kann tað kennast
upp á sama máta, sum tá far
ið var suður á vatn í gomlum
døgum.
Tá fiskikappingin var í
fjør, vóru 400 fólk her í fagr
asta summarveðri við set
andi sól og Kollinum í bak
sýni.
Størsta sílið tá vigaði 740
gram, og spennandi verður
nú at vita, hvussu vignast
hesa ferð.
Samstundis sum kappast
verður, eru tit eisini við til at
rætta stuðulsfelagnum hjá
EB/Streymi eina góða hond,
ið aftur gagnar fótbóltsfelag
num, EB/Streymi.
Hetta er ein felagsskapur,
sum hevur stóran týdning
fyri alt økið her norðuri og
skapar eitt gott samanhald,
eingin av okkum vildi verið
fyriuttan.
Samanleggingin av EB
og Streymi er fyrimynd
fyri onnur kring landið og
er besta dømið um, hvussu
samanhald veruliga kann
geva styrki.
Vit kunnu so gleðast um,
at vit bæði fáa ríkar løtur við
vøllin, men eisini – sum her
– langt burtur frá vøllinum
og bóltinum kunnu hava
samanhaldið við okkum.
Eg vóni, at tit øll somul
hava havt tað gott her við
vatnið enn eina ferð.
Við hesum orðum vil eg
ynskja øllum eitt gott og ikki
minst veðurgott summar.
Takk fyri!
Njótið løturnar og náttúruna
- Øll hava eitt felags endamál, sum er at fiska síl og annars hugna sær í Guðs fríu náttúru, sum er so
sera vøkur her um leiðir. Bæði sum einstaklingur og saman við familjuni ber til at fáa nógv burturúr
og veruliga at njóta hesar løturnar, segði Ansy Høghamar í røðu til fiskikappingina á Eiði
Mynd: Jens Kristian Vang
Myndir: Birgir Waag Høgnesen