Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 11. juli 2011 · Nr. 79 Sosialurin Eyðun Klakstein Hósdagin savnast Sea Shep­ herd felagsskapurin í Het­ landi, har tey skulu gera klárt til Føroyaferð, og dagin eftir rokn­ar Paul Watson við, at hann er í føroyskum sjóøki aft­ur. Við sær hevur Paul Wat­ son 40 fólk úr 18 ymiskum lond­um, og tvey skip skulu føra hesi fólk til Føroya. Films­lið er við umborð, og ferð­in til Føroya skal brúkast sum nýggj sjónvarpsrøð um grinda­kríggið – Whale Wars – hjá Sea Shepherd. - Vit koma til Føroya fyri at gera alt tað, sum vit kun­ nu, fyri at steðga grinda­ drápi­num, sigur Paul Watson við Sosialin í dag. - Tá ið tað ikki er nóg mik­ ið at tosa og mótmæla, hava vit einki annað val enn at leggja uppí sjálvt grinda­ drápið, sigur hann. Leggur trýst á Danmark Í nýggja átakinum hjá Sea Shep­herd spælir Danmark ein týðandi leiklut, tí Sea Shep­herd vil leggja trýst á Danmark fyri at steðga grinda­drápinum í Føroyum. Boðskapurin frá Sea Shep­ herd er, at Danmark er við í ES, og tí skulu danir steðga ólóg­liga grindadrápinum í Før­oyum, sum Sea Shepherd tekur til. - Tað eru í grundini ikki før­oy­ingar, sum bróta altjóða lóg, men danir, og tí ætla vit at leggja enn størri trýst á dansk­ar myndugleikar fyri at steðga grindadrápinum í Før­oyum, sigur Paul Watson. Ræðist ikki politi og sjóverju Løgreglan hevur í eina tíð fyrireikað seg til, at um­ hvørvis­fólk koma til Føroya í summar, og útgerð er flutt til Føroya, so at tað ber til at taka stríðið upp við mót­ mælis­fólkini, skuldi tað verið neyð­ugt. Paul Watson sigur seg ikki ræð­ast løgreglu ella sjóverju. - Eg vóni, at danska løg­ reglan og sjóverjuna leggur uppí. Vit ynskja okkum, at dan­ir verða partur av hesum stríð­num, tí tað eru júst teir, sum vit vilja leggja trýst á. Og tað er gott fyri okkara sjón­varps­sendingar, at løg­ regl­an og sjóverjan verða við í stríðnum, sigur Paul Wat­ son. Tú hevur áður roynt at steðga grindadrápinum, men tað hevur ikki eydnast. Hvørj­um roknar tú við hesa­ ferð? - Vit ætla at gera tað, sum stend­ur í okkara makt fyri at steðga grindadrápinum. Vit brúka alla okkara orku uppá hetta, og so fáa vit at síggja, hvørj­um tað endar við. Ræða grindina burtur Sea Shepherd skipini Steve Irwin og Bridget Bardot koma til Føroya, og umframt 40 fólk sigur Sea Shepherd seg eisini hava útgerð við, sum skal brúkast til at ræða grinda­ hvalir burtur frá Før­oyum. Hetta er eitt slag av sendar­um, sum skulu søkkj­ast í havið kring Føroyar og senda ávarandi ljóð til grinda­ hvalirnar. Um slík út­gerð verulig finst og kann brúk­ ast til nakað, er eingin vátt­ an fyri. Men í øllum førum er nú meira ella minni vissa fyri, at Paul Watson leggur upp til veruligt grindastríð í Før­ oy­um komandi vikurnar. ROK - Eg vóni, at danska løgreglan og sjóverjuna leggur uppí. Vit ynskja okkum, at danir verða partur av hesum stríðnum, tí tað eru júst teir, sum vit vilja leggja trýst á, sigur Paul Watson Vit leggja uppí GRINDADRÁP - Tá ið tað ikki er nóg mikið at tosa og mótmæla, hava vit einki annað val enn at leggja uppí sjálvt grindadrápið, sigur Paul Watson, leiðari fyri umhvørvisfelagsskapin Sea Shepherd. Fríggjadagin kemur hann til Føroya