Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-07-11, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juli 2011síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 28 l 11. juli 2011 16 Bilurin hesa vikuna verður fastur táttur í Vikublaðnum: Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar myndir (helst myndir sum eru eldri enn umleið 1970) saman við stuttum teksti og onkrum upplýsingum til adressuna: maggi@ sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tað var í 2005, at Framherji keypti P/F Vesturvón, men heimstaðurin er ongan tíð broyttur, og skipið hevur fram vegis kennibókstavirnar VA 200. Í ár hevur Vesturvón gjørt tveir flaka túr ar í Barentshavinum, sum hvør hevur vart í umleið tveir mánaðir, og veið an hevur ligið um 800 tons. Hetta eru góðir túrar eystanfyri. Skipið eigur kvotu til ein minni túr eystanfyri aftr­ at, men hesin túrurin verður neyvan gjørd ur, fyrr enn einaferð seint í heyst. Hin 3. juli í ár fór Vesturvón á makrel veiði í føroyskum sjógvi, og skip ið partrolar saman við Finni Fríða. Skiparar á Vesturvón eru klaks vík ing­ ur in, Eyðun á Bergi, sum er umborð í løtu ni – og hin er Erland Olsen, ið er ritu vík ing ur, sum býr í Havn. Teir eru umleið tveir mánaðir umborð í senn – og síðan tveir mánaðir í landi. 32 mans eru við Vesturvón, tá skip ið er á flakaveiði eystanfyri, og nú teir eru á makrelveiði, telir manningin 13. Nú flakatrolarin er á makrelveiði sam an við Finni Fríða, er tað Saksa­ berg, ið tekur fiskin, sum skipini fáa og førir hann til landingar. Makrelurin fer ant in umborð á móttøkuskipið Lafa­ yett e ella til Faroe Pelagic í Kollafirði. Síðan Vesturvón og Finnur Fríði fóru at partrola eftir makreli hin 3. juli, høvdu skipini fram til mikudagin 6. juli, tá VikuBlaðið ringdi umborð, fing ið sløk 500 tons. Ætlandi verður Vesturvón á makrel veiði í hálvan annan mánaða ella so. Síðan verður støða tikin til, um skipið kanska fer í altjóða sjógv við Jan Mayen at royna eftir kongafiski, áðr­ enn farið verður á seinasta flakatúrin í Barentshavinum í ár. Fakta navn: vesturvón Smíðistaður/ -ár: Langsten Slip& Båtbyggeri (1987) Longd: 65,50 metrar Breidd: 13,08 metrar BRT: 1.148,30 Motorur: Wartsila Diesel/ 4076 Hk Útgerðarmaður: anfinnur Olsen Flakatrolari á makrelveiði Flakatrolarin Vesturvón er smíðaður á Landsten Slip & Båtbyggeri í Tomrefjørðinum í Noregi í 1987. Øll árini hevur skipið verið heimahoyrandi í Sørvági, og soleiðis er eisini í dag, nú toftamaðurin, Anfinnur Olsen, sum er giftur og býr í Fuglafirði, er útgerðarmaður Løgreglan steðgaði tveimum gomlum kvinnum á motorvegi í Danmark, tí tær koyrdu so seint og tarnaðu ferðsluni. - Tygum koyrdu bert 45, sigur løgreglumaðurin. - Jamen, skeltið sigur 45, er svarið hjá gomlu. - 45 er nummarið á vegnum, sigur løgreglumaðurin. Tá letur í hinari, sum situr við síðuna av. - Hevði tú so sæð, tá tann gamla koyrdi á nummar 275! BøRnini "veLTa" SæR í BønuM Magnus Gunnarsson Myndin er av Ansgari Jensen hýruvognsførara og koyrilærara í Havn við sínum Austin 1100. Ansgar Jensen koyrdi sum hýruvognsførari á bilstøðini Auto og var í mong ár eisini koyrilærari. Legg til merkis síðuspeglini á forskermunum, skelti hýruvognur á forhurðini og viðførisstativið á takinum, sum var vanligt tá í tíðini. Myndin er helst frá síðst í 60­unum. Austin 1100 vóru framleiddir av BMC (British Motor Corporation) frá 1962 til 1974. Tað var bilasølan Charles Mauritzen & Co. í Jónas Broncksgøtu, sum seldi Austin. Bilurin hesa vikuna Mynd úr bókini: auto –altíð til tænastu