mikudagur 13. juli 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tað var ómøgiligt at finna
eina semju.
Tað staðfestir Asbjørn
J. Djurhuus, formaður í
Kommunufelagnum.
Kommunufelagið
hevur
havt fund um ætlanina hjá
landsstýriskvinnuni
í
inn
lendismálum um at leggja
kommunurnar saman og legga
eldraøkið undir tær at umsita.
Men har spurdist lítið
burtur úr.
– Í Kommunufelagnum
er ikki semja um nakað sum
helst í hesum sambandi,
staðfesti formaðurin eftir
fundin.
Hann sigur, at av tí sama
ber ikki til at geva landsstýris
kvinnuni
nakrar
felags
viðmerkingar
frá
einum
samdum Kommunufelag.
– Tað verður hvør komm
una sær, sum ger sínar við
merkingar til málið, sigur
hann.
Formaðurin
sigur,
at
summar kommunur vilja ikki
hoyra talan um samanlegg
ing, men aðrar kommunur
sóknast eftir teirri fólksligu
tilgongdini, sum landsstýrið
segði var so avgerðandi fyri
nøkrum
fáum
mánaðum
síðani.
Í hesum sambandi var
ætlanin at hava fólkaat
kvøður um samanlegging,
eins og landsstýrið skuldi
ferðast bygd úr bygd at halda
borgarafundir, men nú er alt
tað fullkomiliga slept.
– Summar kommunur vilja
fyrst hava samanlegging og
síðani skulu tær fáa málsøki
at umsita, men aðrar vilja
akkurát øvugt, at fyrst skulu
tær fáa málsøki at umsita, so
kunnu tær leggja saman, so
tað er rættilig naggatódn í.
Hinvegin eru tað summar
kommunur, sum stúra fyri
fíggjarliga partinum, tí tær
vilja hava nágreiniligar út
rokningar fyri, hvussu nógv,
eldraøkið fer at kosta.
– Vit halda, at útreiðsl
urnar av eldraøkinum eru
undirmettar, leggur hann
afturat.
Tað eru eisini kommunur,
ið eru væl fyri, sum stúra
fyri at verða lagdar saman
við skuldarbundnum komm
unum og tann spurningin
vilja tær eisini hava loystan.
– Men eitt, semja er um,
er, at kommunurnar taka
løgtingsins vilja til eftirtektar,
so samtykkir Løgtingið eina
samanlegging, verður tað
góðtikið, sigur Asbjørn J.
Djurhuus.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Fleiri og fleiri tingfólk í sam
gonguni leggjast nú afturat tí
kóri, sum ikki vilja taka undir
við ætlanini, sum Helena
Dam á Neystabø legði fram
í farnu viku um kommunu
samanlegging.
Mánadagin vóru tað Ger
hard Lognberg og Mikkjal
Sørensen úr Javnaðarflokki
num, sum staðfestu, at teir
taka ikki undir við ætlanini.
Í dag eru tað so Bjørn
Kalsø og Edva Jacobsen úr
Sambandsflokkinum
sum
heldur ikki taka undir við
henni.
Hvørki ja ella nei
Minst
avgjørd
er
Edva
Jacobsen.
Hon veit av, at málið hevur
verið til viðgerðar í sam
gonguni og sjálv hevur hon
eisini verið við á summum
fundum.
Sa m ba n d s f l o k ku r i n
hevur eisini tikið undir við
kommunusamanlegging og
at fleiri málsøki verða løgd
undir
kommunurnar
at
umsita.
– Men semja hevur ikki
verið um, hvussu tað skal
skipast og hetta ítøkiliga
uppskotið eri eg ikki kunnað
um, leggur hon afturat.
– Eg renni ikki undan
kommunusamanlegging.
Men eg eg eri ikki kunnað
um hesa ítøkiligu ætlanina
hjá landsstýriskvinnuni í
innlendismálum. Tí vil eg
heldur ikki binda meg til
at taka undir við henni,
staðfestir hon.
Hon sigur, at hvussu hon
fer at atkvøða, veldst alt um,
hvussu tað sær út, tá viðgerð
in í Løgtinginum er liðug.
Hinvegin ivast hon eisini
í, hvussu stór semja í veru
leikanum er í samgonguni
og í tinginum sum heild, um
hetta málið.
– Vit hava ikki havt høvi
at viðgera hetta ítøkiliga
málið í flokkinum, sigur sam
bandskonan úr Fuglafirði.
Nettupp
Fuglafjørður
er í eini serligari støðu, tí
har
hevur
borgarstjórin
staðfest, at tey vilja varðveita
sína støðu sum sjálvstøðug
kommuna.
Tað vil Edva Jacobsen ikki
gera ítøkiligar viðmerkingar
til.
Men hon heldur, at er tað
ein politisk ætlan at landið
skal leggjast saman í nakrar
fáar, stórar kommunur, er
lítið sannlíkt, at einstakar
kommunur fara at sleppa
undan samanlegging.
Ikki rætt
Bjørn Kalsø, sum eisini er
sambandsmaður,
heldur,
at hetta er rætt og slætt
hvørki rætta løtan ella rætta
uppskotið.
– Eg haldi øgliga lítið um
hesa ætlanina, alla, sum hon
er.
Hann sigur, at hann hevur
ikki verið við í arbeiðnum at
leggja hesa ætlanina fram og
ætlanin er eisini løgd fram
uttan at eg so frægt sum
eri spurdur. Tí havi eg ikki
bundið meg til nakað sum
helst og summar partur í
ætlanini haldi eg lítið um.
Yvirhøvur heldur Bjørn
Kalsø, at landsstýriskvinnan
í innlendismálum átti at havt
tryggjað sær undirtøku fyri
eini slíkari ætlan, áðrenn hon
varð lagt fram.
– Hetta er serliga galdandi
í støðuni, vit eru í nú, tí í eini
minniluta samgongu ræður
um ikki at leggja nakað fram,
sum tað ikki er trygt fyri at
undirtøka fæst fyri
Púra galið
Bjørn Kalsø er ímóti at leggja
kommunur saman við lóg,
sum hendan ætlanin leggur
upp til.
Hann heldur eisini, at
kommunur eiga at fáa størri
frælsi at gera av, hvørjum tær
vilja leggja saman við.
Eitt, hann hugsar um
í hesum sambandi, er at
Klaksvík, Eysturkommuna og
Fuglafjarðar kommuna eiga
at fáa møguleika at leggja
saman, er vilji til tað, men
tað ber ikki til eftir ætlanini,
sum nú er løgd fram.
– Tað er púra galið, at
kommunurnar ongar møgu
leikar fáa at velja í.
Fyri
sambandsmannin
hevur tað eisini stóran týdn
ing, hvørja lagnu útoyggjar
nar fáa.
– Fyri tær útoyggjar,
sum koma upp í eina komm
unu, sum er væl fyri, kann
samanleggingin vera heppin.
Men líka óheppin kann
samanleggingin verða fyri
eina útoyggj, sum endar í
eini fátækari kommunu, ið
ikki hevur ráð at gera nakrar
sum helst ábøtur.
– Hetta er ein spurningur,
sum má viðgerðast.
Og hann heldur eisini,
at tað er skeivt at broyta
kommununubygnaðin
nú,
í skundi, í eini minniluta
samgongu, beint upp undir
val.
– Skulu vit leggja komm
unur saman og legga øki
undir kommunurnar, eiga
vit at geva okkum stundir at
viðgerða eina ítøkiliga ætlan,
sigur hann.
aki@sosialurin.fo
KOMMUNUSAMANLEGGING Fleiri og fleiri tinglimir í samgonguni koma
nú undan kavi og boða frá, at tey taka ikki undir við ætlanini um kommunu
samanlegging, sum Helena Dam á Neystabø legði fram í síðstu viku
Ómøguligt at finna semju
Eg haldi
øgliga lítið
um hesa
ætlanina
Politiska semjan um
samanlegging syndrast
Ivast um semju
Kanska hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í
innlendismálum, kannað sær bitan, áðrenn hon fekk svølgt
hann, tí koma politikarar kropp á kroppi og ivast í semjuni
um ætlanina, hon legði fram í síðstu viku um at leggja
kommunur saman. Heldur ikki Kommunufelagið, sum hevur
havt málið til viðgerðar, kundi semjast sum nakað sum helst
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað er púra galið
KOMMUNUSAMANLEGGING Í Kommunufelagnum eru líka nógvar meiningar
um kommunusamanlegging, sum tað eru kommunur