mikudagur 13. juli 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg taki ikki undir við at
geva kommunum harraboð
um at leggja saman.
Alfred Olsen er fjórði
løgtingslimurin
hjá
sam
gonguni, sum nú boðar frá,
at hann ikki tekur undir við
ætlanini, soleiðis sum hon
nú er løgd fram um at leggja
kommunur saman.
Mikkjal
Sørensen
er
varamaður hjá Javnaðar
flokkinum og umboðar ofta
flokkin á tingi og hann tekur
heldur ikki undir við ætlan
ini og sostatt eru tað heilir
fimm tinglimir í sjálvari sam
gonguni, sum ikki taka undir
við semjuni, sum varð frá
boðað um at leggja kommun
urnar saman.
Hetta merkir, at í minsta
lagi, at uppskotið skal broyt
ast munandi, skal tað hava
nakran møguleika at verða
samtykt.
Umframt at vera ting
maður fyri Sambandsflokkin
í samgongu, er hann eisini
formaður floksins á tingi.
Og hann staðfestir, at
ætlanin, sum nú er løgd fram,
hevur ikki verið til politiska
viðgerð í flokkunum.
– Sum flokkur hevur Sam
bandsflokkurin als ikki sæð
uppskotið og tí kunnu vit
ikki binda okkum at atkvøða
fyri tí, so einfalt er tað, sigur
Alfred Olsen.
Ikki tvingast
Alfred Olsen sigur, at tað eru
fleiri tættir í ætlanini sum gera,
at hann ikki kann taka undir
við tí, sum tað nú liggur.
– Vit hava ofta hildið, at
Tórshavnar Kommuna er iva
leysa stór, men nú er ætlanin
at gera hana enn størri við
Vestmanna og Kvívík.
– Tað er eisini nakað nýtt
í kommunalu viðgerðini, at
Fuglafjørður og Eysturkomm
una kunnu verða saman í ein
ari kommunu, ella verða lagd
ar saman við Skálafjørðinum,
antin sjálvboðið, ella við lóg.
Annars tekur hann slett
ikki undir við, at kommun
urnar verða tvingaðar at
leggja saman.
Hann vísur á, at komm
unurnar við Skálafjørð hava
tosað um samanlegging í eini
tvey ár og hava viðgjørt øll
tey økini, sum kommunurnar
umsita og eru til reiðar at
fara víðari.
– Men nú fáa tær bara harra
boð úr landsstýrinum um,
hvussu tað skal vera, sama hvat
tær sjálvar hava arbeitt við.
Sjálvur
leggur
Alfred
Olsen stóran dent á, at
samanlegging er sjálvboðin
og tí eiga kommunurnar at
fáa ein veruligan møguleika
at leggja saman.
– Fáa tær tann møguleik
an, finna tær eisini út av tí,
staðfestir hann.
Ongin fólkslig tilgongd
Hann vísir eisini á, at heilt
til nú hevur landsstýrið lagt
dent á eina fólksliga tilgongd
til samanlegging fólkaat
kvøðum og borgarafundum,
har landsstýrið greiddi frá.
Men nú er alt tað slept og
tað hóvar als ikki formanni
Sambandsfloksins á tingi.
Alfred Olsen átalar eisini,
at eitt so stórt og umfatandi
mál verður lagt fram mitt á
hásumri, har kommunur og
kommunufeløg fáa 10 arbeiðs
dagar at umrøða tað í.
– Tað er alt ov stutt tíð,
heldur Alfred Olsen.
Eftir hansara tykki hevði
tað verið líka frætt at bíða við
einum stórmáli sum hesum
til eftir løgtingsvalið, sum
stendur fyri durum, tí hóast
nakað verður samtykt nú,
er væntandi, at tann næsta
samgongan bara tekur málið
upp aftur og broytir alt.
aki@sosialurin.fo
Kommunur skulu ikki
tvingast at leggja saman
KOMMUNUSAMANLEGGING Formaður Sambandsfloksins á tingi tekur ikki
undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at leggja kommunur saman