mikudagur 13. juli 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juli 2011 · Nr. 80
6
Sosialurin
Rógvi Nybo
Tað er nú greitt, at fleiri av
týðandi profilunum í før
oyskum politikki stilla ikki
uppaftur til komandi løg
tingsval. Tilsamans er talan
um omanfyri 4000 persón
ligar atkvøður, sum verða
leysar hjá nýggju valevnu
num at kappast um.
Mánadagin skrivaðu vit,
at í Tjóðveldi hvørva profilar
sum Hergeir Nielsen, Tór
bjørn Jacobsen og Sjúrður
Skaale. Eisini er ivasamt,
hvussu tað verður við eitt
nú Heina O. Heinesen. For
maðurin í Tjóðveldi, Høgni
Hoydal, ásannaði tá, at tað
er óheppið, at greiða ikki er
fingin á, hvørji valevni verða
at taka yvir eftir teimum,
sum fara, men segði at tað er
upp til lokalfeløgini og limir
nar í teimum at finna útav,
hvørji valevnini verða.
Tað er nú eisini greitt, at
í fleiri av hinum flokkunum
verður útskifting og at fleiri
av profilunum ivaleyst hvør
va úr føroyskum politikki.
Harafturat hava bæði Sjúrð
ur Skaale og Poul Michelsen
tikið seg úr ávikavist Tjóð
veldi og Fólkaflokkinum.
Samstundis er greitt, at
hjá fleiri av flokkunum, Sjálv
stýrisflokkurin undantikin,
er uppstillingin heldur ikki
liðug, hóast val kann verða
skrivað út hvørja løtu. So
seint sum í gjár boðaðu fleiri
í Sambandsflokkinum, eitt
nú Bjørn Kalsø, frá, at tey
eru ónøgd við eina kunngerð,
teirra egni landsstýrismaður,
Johan Dahl, hevði lýst. Tey
boðaðu frá, at hetta kundi
skaða tað í forvegin ridlandi
grundarlagið undir verandi
minnilutastjórn. Fleiri mál
umstrídd mál verða løgd
fram á Ólavsøku, sum tað
skal ótrúliga gott politiskt
handalag til at fáa samtykt.
Harafturat skal ein fíggjarlóg
samtykkjast í heyst, og hetta
kann væl enda við, at løg
tingsval verður skrivað út í
úrtíð. Tað er tó greitt, at fleiri
av politisku profilunum fara
úr politikki, og at nógvar at
kvøður verða at kappast um.
Flokkarnir eru tó ikki klárir
við avloysarunum enn.
Fleiri profilar fara
úr Løgtinginum
Politikkur Fleiri av týðandi profilunum í føroyskum politikki stilla ikki upp aftur til komandi løgtingsval.
Tað verður stór útskifting í fleiri flokkum, og omanfyri 4000 atkvøður verða at kappast um